Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 21. november 2005 9 Gongst sum ætlað, fáa smábátaeigarar í Hvalba betri sømdir, men tað verður ikki heilt enn Hvalba Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Gongst sum ætlað, verður nýggjur bátahylur gjørdur í Hvalba tey næstu árini. Á bygdaráðsfundi í Hvalba fríggjakvøldið, samtykti bygdaráðið, at letur tað seg gera, skal nýggjur bátahylur gerast í Hvalba. Nógvir hvalbingar vilja hava nýggjan bátahyl, tí teir siga, at umstøðurnar eru ikki nóg góðar, í teimum hylum, sum eru. Ætlanin er at gera bátahylin beint innanfyri skipahavnina á Harmanesi. Men hetta er ein dýr út­bygging, sum leyðsliga er mett at kosta einar fýra milliónir at gera og tí ætlar bygdaráðið at hugsa seg sera væl um, áðrenn farið verður undir ætlanina. Bygdaráðið hevur sostatt samtykt, at tað verður bara farið undir bátahylin um tað tekniskt og fíggjarliga letur seg gera. Eitt, sum bygdaráðið vil kanna gjølliga,er, um bátahylurin og grótkastini, sum skulu gerast í tí sam­ bandi, fara at ávirka skipa­ havnina til tað verra, tí tað vil bygdaráðið tryggja sær, ikki hendir. Men tað er ætlanin, at kann­ingar skulu staðfesta. Ì næstum skal fundur verða við Landsverk um ætlanina og so verður arbeitt víðari eftir tí, sum kemur fram á tí fundinum. Tað er eisini heilt greitt, at av tí at talan er um eina dýra útbygging, verður tað ikki heilt enn, at bátahylurin verður gjørdur. Á bygdaráðsfundinum fríggja­kvøldið nevndi borgarstjórin, Levi Niclasen, at 2008 kundi vera eitt boð upp á, nær ein nýggjur báta­ hylur kann vera liðugur, um tað yvirhøvur verður farið undir hann. – Tvøroyrar býráð hevur bjóðað sand­ing­ um samstarv við alla Suðuroynna, uttan at siga nøkrum frá og tað átala hvalbingar harðliga Barnaverndir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað einasta, vit fáa burturúr hesum her, er at seta split í og at skapa rumbul. Bygdaráðslimir í Hvalba eru sera misnøgdir við, at Tvøroyrar Býráð av sínum eintingum hevur bjóðað sandingum upp í samstarvið um barnaverndina í allari Suðuroynni. Allar kommunurnar í Suð­ uroy samdust herfyri um at gera eina felags barnavernd fyri alla oynna og at samstarva um barnavendarøkið. Men nú tað kom fram, at Sands Kommuna ikki vildi upp í samstarv við aðrar kommunur í Sandoy um barnaverndarøki, hevur Tvøroyrar Kommuna, av sín­um eintingum, bjóðað Sands Kommunu upp í barna­verndarsamstarvið hjá suðuroyingum. Hetta hevur Tvøroyrar Komm­una gjørt, uttan at siga nøkrum av hinum komm­ ununum í Suðuroynni frá. Aftaná, at avgerðin er tikin, hevur Tvøroyrar Komm­una kortini sent hinum kommununi eitt kunningarskriv um av­gerðina. Maktmisbrúk og provokatión Á bygdaráðsfundi í Hvalba fríggjakvøldið, var hetta kunningarskrivð umrøtt. Og tað vóru ikki blíð orð, sum bygdaráðslimir í Hvalba høvdu um hetta seinasta stigið hjá Tvøroyrar Býráð, tí tað er ikki yvir at dylja, at teir eru ógvuliga misnøgdir við avgerðina hjá Tvøroyrar Býráð. Bygdaráðslimir í Hvalba átalaðu, at Tvøroyrar Komm­ una hevur bjóðað sandingum upp í eitt felags samstarv við alla Suðuroynna, uttan fyrst at viðgerða spurningin saman við hinum kommununum. Teir halda, at talan er um maktmisbrúk hjá Tvøroyrar Býráð og tvørturum borð­ið í bygdaráðnum í Hvalba varð hetta stigið hjá Tvøroyrar býráð kallað ein provokatión og enntá beinleiðis tápuligt. Bygdaráðslimir í Hvalba halda, at hetta, sum Tvør­oyr­ ar Býráð hevur gjørt, tænir ongum endamáli . – Tað einasta, sum fer at koma burturúr hesum er at tað fer at skapa øsing og rumbul, bæði í Suðuroynni og í Sandoynni. – Hetta fer at skapa ósemju í Suðuroynni um barnaverndaravtaluna, men tað fer eisini, at elva til rumbul í Sandoynni og fer at skapa split ímillum sandoyingar. Svølgja ikki øllum rátt Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba, er púra samdur við teimum atfinningunum, sum bygdaráðið í Hvalba førir fram. – Hetta, sum Tvøroyrar Byráð hevur gjørt, er púra hol í høvdið. Tað einasta hetta føri til, er klandur, bæði í Sandoynni og í Suðuroynni. – Eg haldi, at sandoyingar eiga sjálvir at finna semju um barnaverndarøkið. Annars heldur Levi Nicla­ sen, at høvdu sandoyingar sjálvir vent sær til allar kommunurnar í Suðuroy við eini umbøn um samstarv, var støðan ein heilt onnur, tí so var talan um eitt mál, sum allar kommunur í Suðuroy kundu viðgjørt. – Men tað líkist ongum, at Tvøroyrar Býráð av sín­ um eintingum loyvir sær at bjóða sandingum upp í eitt samstarv við allar komm­ unurnar í Suðuroy. Hann heldur, at skulu sand­­ingar bjóðast upp í barnaverndarsamstarvið í Suðuroy, átti hetta at verið ein spurningur, sum allar kommunurnar í Suðuroy fingu høvi at viðgera, áðrenn stig vórðu tikin á økinum. Levi Niclasen heldur, at slíkt solo-spæl frá Tvøroyri ber ikki til longur og hetta ber ikki boð um at ætlanin er at menna samstarvið í Suðuroy. – Skulu vit gera okkum vónir um at leggja alla Suð­ uroy saman í eina kommunu, men Tvøroyrar Kommuna halda uppat at arbeiða í sjálvdrátti alla tíðina. Annars ásannar hann, at Hvalbiar Kommuna hevur eitt fyrimyndarligt samstarv við Tvøroyrar Kommunu á nógvum økjum og tað fegnast hann um. – Men vit svølgja ikki øllum rátt, sum Tvøroyrar Kommuna kemur við og skal talan vera um at menna samstarvið í Suðuroy, mugu tey á Tvøroyri halda uppat at spæla fyrstiviolin alla tíðina. Hann ásannar, at tað hevur gingið ómetaliga illa hjá kommununum í Suðuroy at samstarva um nakað sum helst. – Men eftir tógvið stríð eydnaðist tað tíbetur, at finna samstarv um barnaverndina. Men eisini tað samstarvið hekk í einum lønum trái, tí at Tvøroyrar Kommuna hevði hug at spæla ov nógv solo. Annars nevnir Levi Nicla­ sen, at hann er oldur­abba­sonur Hentze, próvst, og omma hansara er úr Uttaristovu. – So vil onkur í Suðuroy seta kílar í á Sandoynni, verður tað ikki við mínari atkvøðu. Og kenni eg sand­ oyingar rætt, eru teir treiskir sum takdropar og tí fara teir blankt at vísa innbjóðingini frá Tvøroyrar Býráð frá sær. Òfatiligt Annars heldur borgarstjórin í Hvalba, at tað er heilt ófatiligt, at rætthugsandi fólk ikki kunnu finna semju um eina barnaverndarnevnd, sum er tann mest ópolitiska nevndin, sum hugsast kann og sum einanst hevur til endamáls at hjálpa børnum, ið ikki hava tað so gott og tískil hevur tað als onki við politikk at gera. – Men tað sær út til, at nú skulu eisini børnini dragast inn á politiska vígvøllin og tað er undir alt lágmark, sigur Levi Niclasen. Tvøroyrar Býráð fær harðliga átalu – Tað, sum Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt, er heilt hol í høvdið og fer bara at føra til klandur, bæði í Suðuroynni og í Sandoynni, heldur Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba Arbeiða fyri at gera bátahyl í Hvalba Tað er her, innanfyri skipahavnina á Hamranesi, at ætlanin er at gera nýggja bátahyl í hvalba, um tað tekniskt og fíggjarliga letur seg gera. Eitt, sum bygdaráðið vil tryggja sær, er, at bátahylurin ikki kemur at gera fortreð fyri skipahavnina