mánadagur 21. november 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 223 - 21. november 2005
Forsætisráðharri Ísraels, Ariel Sharon hevur gjørt av
at fara úr Likud flokkinum. Hann fer í staðin at stovna
ein heilt nýggjan politiskan flokk. Sharon hevur
síðan hann av álvara fór undir friðartilgongdina við
palæstinar havt stórar trupulleikar við høgravongin í
Likud flokkinum. Hesin vongur trýr ikki uppá friðar
tilgongdina, og hesin vongur heldur ikki, at tað ber til
at gera avtalur við palæstinsku sjálvstýrisstjórnina í
Gaza. Her er veruliga hend ein kúvending í politisku
starvsleið Sharons. Hann, sum hevur verið ein tiltikin
og harðrendur høgrapolitikkari, boðar nú frá, at hann
fer at stovna flokk, ið politiskt fer leggja seg á miðjuni
í ísraelskum politikki. Henda avgerð Sharons hevur
skelkað ísraelskan politikk, og eingin heldur seg veru
liga til í dag at spáa um, hvat fer at henda. Sharon
hevur verið hjá forsetanum Moshe Katzav og heitt á
hann um at skriva út val. Kazav hevur boðað frá, at
hann er púra samdur við Sharon og heldur, at val eigur
at verða útskrivað sum skjótast til tess at fáa greiði á
politisku støðuni.
Orsøkirnar til at Sharon hevur tikið hettas stig eru fleiri.
Fyri tað fyrsta hevur Sharon mist samgongupartnaran
Arbeiðaraflokkin, sum hevur tikið seg úr samgonguni.
Í øðrum lagi er talan um álvarsamar trupulleikar
innanfloks í Likud. Her hevur leingi prutlað undir
lokinum og er tað serstakliga erkifíggindi Sharons,
Netanyahu, sum hevur gjørt Sharon politiska lívið
súrt. Netanyahu hevur so at siga dagliga funnist at
friðarpolitikki Sharons og støðugt ávarað ímóti at gera
avtalur við sjálvstýrisstjórnina í Gaza. Tey, ið vanliga
gera viðmerkingar til ísraelskan politikk, eru púra
paff av stigi Sharons og metingarnar eru sum heild, at
hetta fer fullkomuliga at kollvelta ísraelskan politikk.
Í løtuni er eingin veruligur miðflokkur í Knesset. Tað
er tí sera torført at spáa um, hvussu alt hetta fer at
ávirka politisku støðuna í landinum.
Men eisini Arbeiðaraflokkurin hevur sínar trupulleikar
at dragast við. Heilir tíggju tinglimir hjá flokkinum
hava júst alment boðað frá, at teir fara at fylgja Sharon
yvir í tann nýggja miðflokkin. Hetta er ein stór smeitur
fyri Arbeiðaraflokkin. Orsøkin til henda nýggja og
óvæntaða trupulleika tykist vera tað formansskiftið,
ið júst er hent í flokkinum. Her er hend ein stór
broyting, og eitt heilt nýtt ættarlið tykist at hava
tikið ræðið í Arbeiðaraflokkinum. Valið í Ísrael er
avgerandi fyri friðartilgongdina. Atfinningarnar
móti friðartilgongdini eru stórar í Likud eins væl og
í Arbeiðaraflokkinum. Ein triði flokkur á politiska
pallinum fer neyvan at gera støðuna lættari. Hinvegin
kann heimurin bara bíða og vóna, at vit og skil sigra á
valinum, so friðartilgongdin kann halda fram.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Politisk kúvending
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jeffrei Henriksen
Fordómur er tað sama sum
dómur frammanundan. Van
liga er hann neitin; men hann
kann eisini vera játin.
Ein fordómur er tann, at
enskt skal vera mest fram
komna málið í heiminum. Og
aftaná kemur próvførslan,
eitt nú tann, at við tað at enskt
skal vera tað orðaríkasta mál
ið í heiminum, so má orða
ríkdómurin vera eitt dømi
um, hvussu framkomið
málið er. Orðaríkdómurin
hjá Shakespeare er tiltikin;
men kann tað ikki hugsast,
at maðurin hevur smíðað
summi orðini sjálvur?
Sjálvandi hevur eitt fram
komið ídnaðarmál orð fyri
øllum sínum ídnaði; men
orð er skjótt at smíða. Og tað
gera teir á enskum óvandnari
enn vit á føroyskum. Orða
smíð sum „hardware“ og
„software“, „Input“ og „out
put“ o.tíl. hevði valla verið
góðtikið í føroyskum.
Orðamongd valdast. Á før
oyskum finnast orð sum „hali,
tagl, vel, stertur, sporl, sveiv,
hamarstjølur, saks.“ Vit kunnu
ikki við virðing fyri okkum
sjálvum nevna alt hetta „hala,“
eins og teir á enskum kunnu
nevna tað og annað slíkt „tail“
alt samalt.
Kanska skuldi tað kort
ini ikki verið so nógv
orðamongdin, ið telur, men
heldur nýtslumøguleikarnir?
Tú, onkur og at siga munnu
vera vanlig gerandisorð í øllum
málum, somuleiðis eg, teg og
at hoyra. Men máliskurnar
„okkurt sigur tú!“ og „eg
hoyri teg,“ - munnu tær ikki
vera rættiliga serføroyskar?
líkar, og kortini er munur
á meiningini, diplomatisk
orðføring á hægsta stigi!
Ella tak orðalagið: „Eg
havi aðrar vinir enn tú“ og
„Eg havi aðrar vinir enn
teg.“ - Hvussu eitur hetta á
enskum? - Jú, fleiri orð!
Orðalagið man heldur
vera tað, ið týdning hevur í
spurninginum um dygdarmál:
Hvussu fá orð nýtast til greitt
siga tað, ið sigast skal? Hygg
at einihvørji týðing úr einum
máli í annað og ber saman
tekstlongdina. Enskur ella
danskur tekstur er vanliga ólíka
longri enn føroyskur. - Skal tað
vera meir framkomið at noyðast
at nýta fleiri orð enn annar til
at siga tað sama? Heldur er tað
orðalagið, ið ger munin. Og
her gongur tíverri illa aftur
á hondina við føroyskum.
Hjá eldra ættarliðinum er
merkingarmunur á, um tú t.d.
blandar eitthvørt saman við
einum øðrum, ella tú blandar
tað saman við eitt annað, men
nú er tíverri bland komið í.
At Ongland ta tíð, tað var,
legði stóran part av heiminum
undir seg og trokaði sítt
mál inn allastaðni har, er
ein onnur søga; og tað er
so eisini ein spurningur, um
restin av heiminum av fríum
vilja skal geva seg undir
hetta málsliga (og harvið
mentanarliga!) harradømið.
Satt er tað, at enskt gong
ur fyri at verða nýtt sum
millutjóðamál; men tey, ið
ferðast hava í øðrum londum,
hava mangan ásannað, at
ikki øll tey, ið hava lært
enskt, eisini duga tað.
Á eini vísindaligari rann
sóknarferð við suðurpólin
við fólki úr ymiskum tjóðum,
m.a. einum breta, var sum
vant enskt samskiftismálið.
Onkur, sum við var, lovaði,
at hann fór ikki oftari tílíka
ferð, um nakar breti var við,
tí bretin hevði so stóran
fyrimun mótvegis hinum
við at sleppa at nýta sítt móð
urmál, at hann hevði ræðið á
øllum práti og orðaskifti.
Tey eru ikki so fá, ið duga
at síggja vandan í tí, at ikki
bert ein heil tjóð, men víðari
mentanarøki enn so, eitt nú
øll norðurlond, geva seg undir
at læra eitt og sama mál
sum fyrsta frammandamál.
Hesin vandin er ikki bara
málsligur, so at skilja, at
fremmandamálið trokar seg
inn á móðurmálið; vandin er
eisini mentanarligur, við tað
at einum og hvørjum máli
fylgir tann mentan, ið málið
umboðar, hugsanarháttur,
orðføring, skaldskaparháttur,
tónleikur o.s.fr.
Fjølbroytni er virði,
sum vert er at varðveita í
heimsmentanini; men hetta
fjølbroytni svinnur, m.a. so
hvørt sum mál doyggja; og
tað sigst vera vanligari nú,
enn bert fá hava skil fyri.
Eg sigi ikki, at vit eiga
at fara at byrgja okkum
inni málsliga; tvørturímóti
eru hyggjuráðini, at summi
leggja dent á at læra seg
enskt, men bert summi, onn
ur skuldu heldur lagt dent
á týskt, franskt, japanskt
o.s.fr. Tá høvdu vit havt
fleiri gluggar úteftir, enn
sum nú er.
Sum felags millumtjóða
mál verður hvørki enskt
ella nakað annað tjóðarmál
nakrantíð góðtikið, so leingi
onnur tjóðarmál og fólk við
sjálvsvirðing eru til. So mikið
hevur søgan prógvað.
Málsligur fordómur
- og økt ferð
hjá prutlum og
skootarum
Miriam Hinz, Hoyvík
Nú tað eru ætlanir um at
økja mest loyvdu ferðina
hjá prutlum og skootarum,
vil eg gjarna gera hesa
viðmerking. Tað er í fínasta
lagi, at mest loyvda ferðin
verður økt til 45 km/t, so
prutl/skootarar ikki eru til
ampa fyri ferðsluna. Men so
mugu hesi eisini halda seg
ferðslulógina til annars.
Eg standi hvønn morgun í
bíðirøð við rundkoyringina
uppi við Ítróttarhøllina,
og hvønn morgun koma í
minsta lagi 4 prutl/skootarar
fúkandi framvið - uppi á
gongubreytini. Hetta kann
ikki vera rætt ella? Í øllum
førum eri eg glað fyri, at
eg ikki um morgunin - og
ofta í skýming ella myrkri,
tað velst um árstíðina - skal
ganga á gongubreytini -
við prutlum og skootarum
fúkandi framvið.
Ferðslulógin