mánadagur 21. november 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 21. november 2005
11
VIÐMERKINGAR
Meðan tosað verður um
breiðar semjur, hevur
landsstýrismaðurin
í vinnumálum sent
eitt uppskot um at
einskilja Atlantsflog til
fjølmiðlarnar, áðrenn
andstøðan og størsti
flokkur á tingi hava sæð
tað
Høgni Hoydal
Alt bendir á, at landsstýrið
nú eisini ætlar at fáa ein
skiljingargongdina at enda
í politiskum roki og tilvild
– eins og øll hini politisku
stórmálini.
Nógv hava við røttum funnist
at undanfarnu samgongu fyri
vantandi vinnupolitikk, og hava
spurt, hví Tjóðveldisflokkurin
so ofta var ósamdur við
landsstýrismannin í vinnu
málum, Bjarna Djurholm.
Orsøkirnar áttu øll at sæð
í dag. Tjóðveldisflokkurin
hevur seinastu árini ging
ið á odda í at skapa ein
nýggjan
vinnupolitikk
við eini studningsfríari
vinnu og einum stoltum og
ábyrgdarfullum vinnulívi,
ið kann virka á altjóða
pallinum og vinna pening
til vælferðina í einum sjálv
støðugum Føroyum.
Greiða krøv til
einskiljingar
Tí hava vit støðugt kravt,
at einskiljingar skulu fremj
ast soleiðis, at tær gagna
samfelagsligum áhugamálum
og ikki bert nøkrum fáum.
Vit hava kravt, at endamálið
við einskiljingum skal vera,
at vit fáa størri virksemi og
virðisøking í Føroyum – og ikki
at geva burtur stór samfelagslig
virðir, sum vit í felag hava
skapt og gera Føroyar til eina
vinnuliga koloni.
Vit hava kravt, at virðis
brævamarknaður skal stovn
ast, so tann nógvi “deyði”
kapitalurin í Føroyum kann
koma føroyskum vinnulívi
í Føroyum til góðar. Vit
hava kravt, at alt skal vera
væl fyrireikað og at greiðar
treytir skulu setast, so vit ikki
fáa “russiskar tilstandir”,
har virðir tilvildarliga verða
avreidd og givin sterkastu
áhugabólkunum. Vit hava
kravt, at tað serliga er vanligt
vinnuvirksemi sosum fram
leiðsla, bankavirksemi o.a.,
sum skal standa fremst. Vit
hava kravt – og hava lagt
uppskot fram um, hvussu
peningur frá einskilijingum
skal brúkast hjá tí almenna.
Og vit hava kravt, at allir
flokkar á tingi – eisini and
støðuflokkarnir skulu takast
við í arbeiði.
Hesi krøv fingu vit uppfylt
í undanfarnu samgongu við
bit og slit.
Einskiljingar sum
fjølmiðlashow
Mótvegis hesum hevur lands
stýrismaðurin í vinnumálum
staðið við sínum óteljandi
ófyrireikaðu útmeldingum
um einskiljingar. Hann
hevur gjørt tað til eitt
slag av ideologiskum fjøl
miðlashowi at tosa um ein
skiljingar. Hann hevur tosað
um einskiljingar, eins og
er landsstýrismaðurin eitt
slag av handilsmanni ella
kremmara, sum gongur runt
og selur virðini hjá okkum
øllum. Hann hevur blandað
seg upp í smálutir, tá landsins
grunnar hava lagt ætlanir
– men í øðrum førum hevur
hann ikki latið við seg koma.
Og tað einasta hann hevur
nátt við tí, er at onki hendir
og at øll gerast ótrygg. Bæði
vinna, politikarar, starvsfólk
og samfelagið alt.
Ongin breið semja
ella altjóðagerð
Tað er onki stuttligt at fáa
sínar ringastu vónir váttaðar.
Men tað gjørdust tær, nú
landsstýrismaðurin enntá við
stuðli frá løgmanni og restini
av landsstýrinum hevur boð
að frá, at Atlantsflog skal
seljast fyrst.
Har er onki fyrireikað.
Onki endamál. Og ongi av
teimum greiðu málum, ið
vit í Tjóðveldisflokkinum
hava sett fram, eru
umhugsað.
Tjóðveldisflokkurin,
sum er størsti flokkur á
tingi, hevur ikki hoyrt orð
ella eið um málið. Men
fjølmiðlarnir hava fingið
sendandi eitt lógaruppskot
frá landsstýrinum.
Tað sigur nakað um seri
øsitetin í málinum. Var tað
stjórin í eini vinnufyritøka á
einum marknaði, sum sendi
uppskot um at selja stór virð
ir út til fjølmiðlarnar, áðrenn
nevndin og parteigararnir
fingu nakað at vita, so
hevði neyvan nakar havt
nakað við hann at gera
– og fyritøkan hevði mist alt
marknaðarvirði.
Eg havi ikki orð fyri, hvussu
vánalig og vandamikil hendan
framferðin hjá landsstýrinum
er. Fari at loyva mær at spyrja
løgmann, um hann veruliga
heldur, at nakað skil er í
hesari einskiljing?
Uppaftur løgnari er
framferðin, tá løgmaður
samstundis tosar um breiðar
semjur og um altjóðagerð.
Her er ongin roynd til
semju. Og her er ongin
altjóðagerð, tá løgmaður
letur landsstýrismannin
spæla hazard við okkara
besta portur út í heim.
Óskiljandi einskiljing
Finnur Helmsdal
Havi ikki tosað við nakran
av pørtunum, og eingin
teirra hevur tosað við
meg. Havi hetta bert frá
tíðindum í Útvarpinum. Og
snýr tað seg um, hvør fær
skeinkiloyvi í miðbýnum
í Havn., einki, hálvt ella
heilt. Varð so fyltur innan
av tonkum og spurningum,
sum allir súsaðu aftur og
fram og upp og niður.
Hesir tankar mugu út, og
spurningarnir mugu fáa
svar. Soleiðis er tað bara.
Útvarpið hevur áður
havt tíðindi um Kheops og
royndirnar hjá eigaranum at
fáa skeinkiloyvi, men til
fánýtis. Og nú frætta vit so,
at loyvisnevndin bert játta
honum hálvt skeinkiloyvi.
Einasta orsøk tykist vera,
at matstovan liggur í gongu
gøtu.
Fyri stuttari tíð síðan
gingu tíðindi um, at ein
av háborgunum hjá heima
missiónini, Sjómansheimið,
varð selt tryggingini. Og
mín sann, um ikki sama
loyvisnevnd upp á rekordtíð,
ja, við einum fingrabresti og
vupsi, hevur játtað Hotel
Tórshavn, sum heimið nú
eitur, fult skeinkiloyvi. Vit
fingu ongar grundgevingar
fyri hesum. Eitt vita í hvussu
øll, sum búgva ella vanliga
eru í Havn, at miðbýurin
allur sum hann er, er ein
gongugøta. Og liggur Hotel
Tórshavn tí eisini, har hópur
av fólki gongur. So hví Hotel
Tórshavn skal fáa heilt,
meðan Kheops bert kann fáa
hálvt skeinkiloyvi, ja, tað vil
eg hava eitt skikkað svar uppá.
Hetta sum ein, ið hevur búð í
Havn í góð 53 ár.
Tankarnir og spurningar
sum rasa innan í mær í
hesum sambandi, teir eru
m.a.:
snýr jattan til skeinkiloyvi
seg eisini um átrúnaðarligar
losjufelagsskapir?
snýr játtan til skeinkiloyvi
seg eisini um heldur at verja
ávísar íløgur enn aðrar?
Snýr játtan til skeinkiloyvi
seg eisini um matstovan er
granni hjá samkomu ella
ikki?
Nú er tað soleiðis, at
stjórin á tryggingini og
formaðurin í loyvisnevndini
eru í somu samkomu.
Tryggingin hevur gjørt
nógvar íløgur seinastu árini,
tað er helst umráðandi at ein
íløga sum tann, teir hava
gjørt í Hotel Tórshavn, fer
at bera seg. Og so liggur
matsovan Kheops beint yvir
av Ebenezer.
Eg veit ikki, hvat eg
skal trúgva, men eg vóni
inniliga, at formaðurin í
loyvisnevndini, á hesum
síðunum, kann geva mær og
øllum øðrum havnaborgarum
eina borðbæra frágreiðing
um, hví Hotel Tórshavn
fær fult skeinkiloyvi, og
hví Kheops ikki fær meira
enn hálvt. Tað vóni eg sanni
liga, og hatta tvætlið um
gongugøtuna kann sami
formaður gott gloyma. Sig
okkum opið og ærliga,
hvør orsøkin er, soleiðis
at havnaborgarar kunnu
hava álit á, at umsitingin
av skeinkiloyvum ikki er
tann beri tann beri vina- og
kenningapolitikkur, at sama
umsiting ikki er í skrásettum
parlagi við losjubrøðrum og
skutilsveinum hjá stórkapilt
alinum.
Hoyrdi annars samrøðu
við
ungan
mann
í
Útvarpinum hósmorgunin.
Hesin varð settur at stjórna
matstovu og ítróttarcafé í
Bowlinghøllini. Ljóðaði
sum eit spennandi átak. Nú
spurdi útvarpsmaðurin um
skeinkiloyvi. Tað høvdu
teir ikki fingið enn, men
ungi maðurin sá tað bara
sum ein formalitet at fáa
fult skeinkiloyvi. Ergo,
nøkur skulu, ja, pínast og
plágast og, av óskiljandi
orsøkum, ikki fáa tað, sum
er ein formalitetur at fáa hjá
ávísum. Eg spyrji bara.
P.s.: Og annars hvørki
skilji ella dugi eg at síggja
nakra sum helst meining í,
at ein kantina hjá Tórshavnar
kommunu, nú skal nýtast og
misnýtast í, longu rættiliga
strongdu, kappingini á mat
stovuøkinum. Tórshavnar
kommuna skal ikki minka
útreiðslurnar til innrætning
av einari kantinu, við at
elva til kappingaravlaging á
einum øki, sum annars ger
Havnina til ein enn meira
attraktivan høvuðsstað.
Skeinkiloyvi – hvar
liggur matstovan
Elinborg Trónd
Johansen
valevni til Eldraráðið í
Tórshavn
Ein politikari segði herfyri, at
vit mugu integrera tey eldri
í samfelagið, men vit eru
samfelagið. Tað eru vit, sum
nú ikki eru heilt ung longur, ið
hava skapt hetta samfelag.
Áhugafelag fyri eldri
Fólk, sum eru farin um tey 60
árini, eiga ongan felagsskap,
ið talar teirra søk. Vit hava
einki fakfelag, sum verjir
okkara áhugamál, og vit
hava eingi vápn, vit kunnu
nýta fyri at fáa okkara ynski
ella krøv framd.
Tað er ikki eitt pension
istafelag okkum tørvar, men
ein samgonga, sum talar
søk teirra eldru, og vil bøta
um viðurskiftini teirra, við
treytunum hjá teimum eldru
sjálvum.
Fólkapensiónin
Fólkapensiónin, sum framm
anundan er alt ov lítil, hevur
ikki verið regulerað í mong
ár, og hvørja ferð fakfeløgini
fáa ein lønarvøkstur, minkar
virði á fólkapensiónini sam
svarandi. Tí má tað vera eitt
krav, at pensiónin hækkar við
prísvøkstrinum, og at hon
eisini hækkar samsvarandi
við lønarvøkstrinum hjá fak
feløgunum.
Røktarheim
Ofta tá fólk, og ikki minst
politikarir, tala um tað, ið
gjørt er fyri tey eldru, vísa
tey á røktarheim, ellisheim,
heimarøkt og tílíkt, men
hetta er statistikkur.
Vit vita hvussu nógv pláss
eru á Lágargarði, á Tjarnargarði
og á Ellisheiminum, og vit vita
eisini hvussu nógvum plássum
tørvur er á, eins og vit kenna
tørvin á heimahjálp, og hvussu
stórt tilboðið er.
Alt hetta er í fínasta lagi.
Tað, sum er neyðugt í hesum
sambandi, er at trýsta á so
at munurin millum tilboð og
tørv verður minni enn hann
er og helst verður burtur.
Ongatíð betur um tilboðið er
størri enn tørvurin.
Virksemi
Tá fólk tala um eldrapolitikk,
hugsa tey um tey sjúku og
veiku, um røktarheim og
umlættingarheim. Sum so
er alt í lagi við tí, men tað
er Guð havi lov bara ein lítil
partur av teimum eldru, ið
eru sjúk og veik.
Meginparturin av tí eldra
fólkinum eru væl fyri til
heilsu, men hava tørv á at
fáa stuðul til, við teirra egnu
treytum, at klára seg sjálvi
best og longst sum lívsglaðir,
virknir og javngóðir limir í
samfelagnum.
Fleiri eldri fólk hava ríki
ligt at takast við, eitt nú ein
bát, nakrar seyðir ella eina
eplaveltu. Onnur hava okkurt
handaligt at takast við, sum at
tilevna eitthvørt úr træ, úr jarni,
beini ella ull, og so eru tey, ið
skriva, men eftir er ein bólkur,
sum einki veit sær.
Tað er umráðandi at aktiv
era henda bólkin, so hesi
hava nøkur tilboð, ið kunna
geva lívinum meining og
innihald. Tilboð, við
treytunum hjá teimum
eldru, uttan at tey verða
ómyndiggjørd.
Bústaðir
Summi eldri fólk ynskja eina
minni íbúð ella eini minni
hús, enn tey búgva í, og her í
kommununi man tørvur vera
á einum 20 til 30 ellisíbúðum
árliga, ið ikki eru dýrari enn
pensionistar eru førir fyri at
gjalda.
Skuldi eg sjálv valt hesa
loysn, skuldi tað verið eitt
stað, har møguleiki var fyri
at fingið kropsliga venjing,
har ein lítil svimjingarhylur
var, og har tú kundi fingið
vitjan av teimum nærmastu,
hevur tú stundir til tað, og
kundi hugna tær við einum
drekkamunni, ella ein bita
við einum glasi afturvið.
Heilsurøkt
Umframt hjálp frá fysiotera
peuti, socialráðgevara, løgfrøð
ingi og kostráðgeva er eisini ein
ávísur tørvur innan heilsuøkið.
Eitt nú hevði tað komið væl
Eldraráð í Tórshavn
við, um eldri fólk høvdu
tilboð um fótarøkt, tannarøkt,
hjálp til brillur, hoyriapparat
og tílíkt. Vit hava eina skipan
við tannarøkt og heilsurøkt
til børn, hví ikki eisini hava
tilboð til eldri fólk? Eitt tílíkt
tilboð hevði sett Tórshavnar
Kommunu á heimskortið.