Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 223 - 21. november 2005 Dagurin í morgin 22. november. Cecilia, deyð umleið ár 225. Rómversk genta, sum frá barnsbeini hevði verið kristin. Foreldur hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan mann, Valerianus, men sjálva brúðarnáttina umvendi hon hann. Varð tikin av døgum í Róm sum pínsluváttur. Rómverskt ættarnavn, ið merkir tann blinda. Nikolai Mohr føddur hendan dagin í 1742. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 22. november verður Heim­ bøbóndin í Søldarfirði tey seinastu mongu árini, Jóanis Olsen, seksti ár. Jóanis varð føddur um krígslok og vaks upp Heima við Hús í Søldarfirði hjá foreldrunum Bodil og Rólanti, eldru systr­ unum Dagbjørt og Her­vør og yngra bróðurinum Óla Jákupi. Jóanis fór sum stórur smá­­ drongur til skips, var fyrsta túrin við Óla Hans í Syðru­ gøtu við Grundik. Hann var í Grønlandi við norðmonnum, var við Herthu hjá Claus Sør­ ensen, sigldi leingi við Hav­ ørnini og var eisini onkuntíð við Saturn. Tá hann hitti Báru hjá Ing­ er og Dáva Jacobsen legð­ist hann uppi og gjørdist ein av fyrstu og bestu Brøyt­ før­­ar­­unum í landinum. Í mong ár hevði hann egna last­­bilakoyring. Hann festi eis­­ini Heimbøgarðin, sum dótt­urin Bodil júst hevur yvir­­tikið og fest. Í mong ár hava Jóanis og Bára verið álitið á Miðbergs Bakaríi, har tey framvegis starvast. Jóanis og Bára eiga tey trý børnini Inger, Bodil og Rólant og Inger eigur abba- og ommudóttrina Báru, sum er uppkallað eftir ommuni. Nú børnini eru floygd hevur Jóanis selt stóru húsini á Klova­deild og fer nú undir at byggja hús heilt uppi á Gørðum. Føðingardagin eru tey bæði stødd uttanlands. Jóanis bóndi seksti Í dag, mánadagin 21. no­vember, verður Ásla Dahl Joensen í Vági 75 ár. Hon arbeiddi í mong ár í Suðuroyar Sparikassa í Vági. Pápi Áslu var Rudolf, sum var sonur Helenu og Mag­nus á Gørðunum í Vági. Mamman var Elsa fødd Seitzberg, sum var ætt­­að úr Keypmannahavn. Ásla er fødd niðri, og har gekk hon í fyrsta flokki. Mamm­an doyði, tá ið Ásla var sjey ára gomul. Tá komu Ásla og systkini Hanna og Magnus til ommuna og abb­an í Vági, og har vuksu tey upp. Tá vóru Helena og Magnus farin um tey seksti. Tey áttu sjálvi ellivu børn. Flestu teirra vóru tá vaksin og farin heimanífrá, men tað var ikki eiti á taki, sum tey tóku, tá ið tey so at siga byrjaðu av nýggjum og fingu trý smábørn í húsið. Hanna býr framvegis í Vági, og Magnus, sum búði niðri, doyði fyri trimum árum síðani. Ásla tók preliminerprógv í Vági í 1947. Hetta var fyrsta ferðin, at próvtøka av hesum slagnum var í Vági. Frammanundan vóru næmingarnir farnir norður á Tvøroyri til próvtøku. Tey vóru fjúrtan í fyrsta preli­ minerflokkinum, sum tók prógv í Vági. Eftir lokið prógv var Ásla í skrivstovustarvi hjá a/s J. Dahl í Vági. Í 1952 leyk hon hægri handilsskúlaprógv á Niels Brock handilsskúlanum í Keypmannahavn, og so var hon aftur í felagnum á Gørðunum fram til 1957. Tá ið børnini komu, var Ásla í fleiri ár heima hjá teimum. Í 1973 fór Ásla í Suðuroyar Sparikassa at arbeiða. Har var hon, inntil hon var 65 ara gomul. Frá 1978 og fram til 1985 var hon annar av stjórunum í sparikassanum. Eftir at Ásla var farin úr starvi í sparikassanum, fekk hon sær gávubúð. Hon hevur framvegis gávu­ búðina, sum eisini selur skriv­stovuútgerð. Í fleiri enn tríati ár sang Ásla í Ljómi, sum pápasystir hennara, Edith Dahl, setti á stovn og leingi stjórnaði. Ásla var gift Juliani Joen­ sen, sum eisini var ættaður úr Vági. Tey búsettust vest­ uri í Bø. Julian var bara 61 ára gamalur, tá ið hann andaðist 7. juni í 1992. Í hjúnarbandinum vóru trý børn - Eyðun, sum andaðist 18. juni í 2002, Marlena sum býr í Danmark, og Jón sum býr í Vági. Ommubørnini eru ellivu í tali, og lang­ ommu­børnini eru tvey. Føðingardagin heldur Ásla saman við sínum næstu. Ásla Dahl Joensen 75 ár Í dag, mánadagin 21. no­­ vember, verður Flemming Mikk­­elsen í Vági 75 ár. Flemm­ing var í 20 ár­vald­ur løgtingsmaður í Suð­ur­oy­ar valdømi fyri Sam­bands­ flokkin. Flemming er sonur Louisu Mikkelsen í Vági. Vegna heilsutrupulleikar hjá mammuni vaks hann upp hjá Lisu og Thomas Nielsen á Løðhamri í Vági, sum sostatt vóru fosturforeldur hansara. Tey áttu sonin Tormod fødd­ ur í 1931. Hann býr í Dan­ mark. Mása Joensen, sum er fødd í 1938 og býr í Vági, vaks eisini upp har. Eftir lokið preliminerprógv í 1947 fór Flemming í læru sum jarnsmiður á skipa­ smiðjuni í Vági. Har varð hann avlærdur í 1952, og hann starvaðist á skipasmiðjuni, sum tá taldist millum størstu arbeiðsplássini í Vági, inntil hann í 1979 - stutt eftir at hann var vorðin tingmaður - fór úr starvi. Trý tey seinastu árini á skipasmiðjuni var Flemming smiðjumeistari. Sambandsflokkurin hev­ ur altíð verið stinnur í Suð­u­ roy. Í mong ár vóru tað teir báðir Andreas Djur­huus í Vági og Kristian Djur­huus í Trongisvági, sum um­­boð­ aðu flokkin í Suðuroy í landspolitikki. Teir góvust í politikki ávikasvíst í 1974 og í 1970. Í 1974 varð val­­evn­ið á Tvøroyri valt á ting, men í 1978 og á øllum valunum fram til valið í 1994 valdu suðuroyingar Flemm­ing Mikkelsen at um­boða Sambandsflokkin á tingi. Flemming fall í 1994, men í 1998 varð hann valdur aftur á ting. Undan valinum í 2002 boðaði Flemming Mikkelsen frá, at hann fór at taka seg burturúr politikki, og tískil var hann ikki á list­ anum í 2002. Flemming gjørdi ikki nógv­an háva burturúr sær sjálv­um í Løgtinginum. Hann var spakur, og hann var trúgvur og drúgvur. Hann var tilvitaður um, at hann bæði umboðaði suðuroyingar og Sambandsflokkin á tingi, og hann var eitt nú limur í vega og havnanevndini, landsstýrismálanevndini og fíggjarnevndini. Eis­ini var hann eitt skifti løg­tings­ grannskoðari, og eitt skifti var hann annar tingskrivari, sum tað nevndist tá. At Flemming tók politiska álitisstarvið í stórum álvara kom eitt nú til sjóndar í, at hann segði borgarliga starvið frá sær, tá ið hann var vorðin tingmaður. Flemming var nøkur ár nevndarlimur í Arbeiðs­ manna­felagnum Framtíðini í Vági, 1962-66 var hann limur bæði í skúlanevndini og í líkingarnevndini í Vági, 1982-96 var hann nevnd­­ arlimur í Føroya Van­lukku­ trygging, 1985-98 í grunn­ inum fyri óarbeiðsførar fiski­ menn, formaður í Ráð­legg­ ingarnevndini fyri Sjúkra­ húsverk Føroya, tá ið henda varð avtikin í 1996, og limur í stýrinum fyri Suðuroyar Sjúkrahús, tá ið hetta varð niðurlagt í 1996. Frá 1997 var hann eitt stutt skifti nevnd­arlimur í Meginfelag Sjúkra­kassa Føroya. Valskeiðini 1976-80 og 1980-84 var Flemming Mikk­ elsen limur í Vágs býráð. Fyrra skeiðið umboðaði hann ein borgaralista, og seinna skeiðið umboðaði hann Sambandsflokkin. Flemming stillaði ikki upp­ aftur til býráðsvalið í 1984. Flemming Mikkelsen er giftur Irenu, fødd Lognberg og ættað úr Skopun. Tey búgva í Høgabø, og tey eiga trý børn - Súsanna ella Sussa, sum hon verður nevnd, og Tulla Teresa búgva báðar í Vági, og Sonni býr í Havnini. Abbabørnini eru níggju í tali, og Flemming eigur trý langabbabørn. Føðingardagin helt Flemm­ ing saman við familjuni leyg­ ar­kvøldið. Flemming Mikkelsen 75 ár 80 ára føðingardagur Týsdagin 22. november verður Jóhannes Tausen, Runavík 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Gullbrúdleyp Mikudagin 23. november hava Jona og Árni Samuelsen, í Sandavági, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni.