mánadagur 21. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 21. november 2005
13
Í dag, mánadagin 21.
november, verður Regin
Thor leif Jespersen í Sørvági
60 ár. Hann hevur seinastu
ellivu árini verið sýslumaður
í Vága sýslu.
Regin er uppvaksin í Vági,
men flutti seinni Eiðis. For
eldrini vóru: Ingrid og Sølvi
Jespersen. Pápin arbeiddi á
Loranstøðini, fyrst í Vági og
síðan á Eiði.
Regin hevði lært til radio
mekanikara í Runavík,
áðrenn hann 15. oktob er
1970, sum 24 ára gamalur,
gjørdist politistanæmingur
í Keypmannahavn.
Eftir lokna útbúgving varð
hann settur í starv í Havnini,
og har starvaðist hann, inntil
hann 1. november í 1989
varð settur sum varaleiðari á
politistøðini í Vágum. Fimm
ár seinni - 1. november í
1994 - varð Regin settur
sýslumaður í Vága sýslu.
Hann loysti Marna av Kák
av.
Frá 1. november í 1999
og í hálvt annað ár arbeiddi
Regin við tilbúgvingarætlan
fyri Føroyar. Hesa tíðina
hevði hann farloyvi frá sýslu
mansstarvinum.
Síðani stutt undan sein
asta ársskifti hevur Regin,
umframt at røkja sýslumans
starvið í Vágum, eisini havt
ábyrgdina av Streymoyar
sýslu, sum heldur til í Vest
manna.
Regin hevur nógv og fjøl
broytt áhugamál. Í Vágum
leggja nógvar grindir beinini,
og Regin gongur høgt upp í
uppgávuna sum sýslumaður
at hava høvuðsábyrgdina.
Grindamannafelagið hevur
fleiri ferðir havt Regin sum
fyrilestrarhaldara í tí sam
bandinum.
Regin var í fleiri ár í nevnd
ini í Føroya Politistafelag,
har hann var næstformaður
frá 1985-89.
Regin er giftur Anniku, f.
Petersen, úr Klaksvík. Tey
eiga tveir synir: Fríðálvur,
sum býr í Havn, og Sølvi,
sum býr í Sørvági. Regin
eigur ein abb ason, sum
eitur eftir abb anum, Regin
Jespersen.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Sigrið Gud
jónsson, Klaksvík, fer
úr Kapellinum á Klaks
víkar Sjúkrahúsi í kvøld
klokkan 18.00. Jarðar
ferðin verður úr Christ
ianskirkjuni týsdagin
22. november klokkan
13.00.
Kistan við Knút Háberg,
Tórshavn fer úr Lands
sjúkrahúskapellinum
í kvøld klokkan 18.00
heim í Ebenezer. Jarðar
ferðin verður í morgin
klokkan 13.00. Tey ið
vilja minnast Knút,
kunnu lata eina gávu
til Kristnastovu, konto í
peningastovnunum.
Kistan við Kristinu
Kjær fer úr kapellinum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi í
kvøld klokkan 18. Jarðar
ferðin verður úr Bethel í
Vági týsdagin klokkan
13.
Eliesar Sørensen, van
liga nenvdur Eliesar í
Fugloy, andaðist sunnu
náttina á Klaksvík Sjúkra
húsi, sløk 100 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Johannes Martin Jo
hannesen, vanliga nevnd
ur Hanne, Fuglafjørður,
andaðist hósdagin, 74
ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Mánadagin 14. november
høvdu Signa og Karstin
Drenkstein í Klaksvík verið
gift í 50 ár. Dagin hildu tey
saman við teirra næstu.
Signa, sum er fødd 28.
apríl í 1932, er ættað úr
Víkunum í Klaksvík. For
eldrini vóru Elsa og Gunnar
Christiansen. Hon var úr
Garðshorni í Oyndarfirði, og
hann var av Kirkju og varð
nevndur Gunnar úr Fugloy.
Tey áttu níggju børn: Jógvan
í Havnini, Erling í Klaksvík,
Kemme í Klaksvík, Einar í
Íslandi, Ester í Danmark,
Asbjørn í Danmark, Signa
í Klaksvík, Frida í Klaksvík
og Garshorn í Danmark. Eftir
á lívi eru Ester, Asbjørn,
Signa, Frida og Garshorn.
Karstin, sum er føddur 2.
august í 1930, er ættaður úr
Tjørnuvík, og sum so mangir
aðrir, ið fluttu til Klaksvíkar,
so hekk navnið á heimbygdini
uppií soleiðis, at hann ofta
varð nevndur Karstin í
Tjørnuvík. Foreldrini vóru
Elsa og Dánjal Jákup Isak
sen. Tey fingu fýra synir.
Jógvan doyði ungur. Hinir
eru Dávur og Ísak, sum
báðir búgva í Tjørnuvík og
so Karstin. Seinastu meiri
enn tríati árini hevur Karst
in havt Drenkstein til eftir
navn. Talan er um stein í
Sjeyndum, sum liggur til
Tjørnuvík.
Signa arbeiddi í nógv ár
hjá Olafi á Stongunum, og
seinni arbeiddi hon eitt skifti
í krambúðini hjá Óla í Skúla,
sum Álvur Klakk nú hevur
rikið í mong ár.
Karstin kom til mans undir
krígnum. Tá var ikki so lætt
at fáa skipskjans. Hann var
tí eitt skifti í Reykjavík og
arbeiddi við hitaleiðingum.
Í 1946 fór hann til skips, og
millum skipini, sum hann
var við, taldust skonnartirnar
Loytnanturin og Liljan, og so
Norðstjørnan og Havfrúgvin,
sum hann var við, tá ið hon
fór á land.
Eftir at Karstin í 1951
hevði tikið seturskiparaprógv
í Havnini, var hann við
Westward Ho, áðrenn hann
fór í reiðaríið hjá J. F. Kjøl
bro. Hann sigldi nógv við
Polarstjørnuni, sum Palli
hjá Marionnu førdi. Í 1959
tók Karstin longdina á Klaks
víkar Sjómansskúla, og síð
ani fór hann við Klakki,
sum var nýggur tá, og har
var hann bestimaður í eini
tíggju ár.
Í 1971 fekk Karstin sær
útróðrarbát, Elbjørg. Hon var
ein av teimum frambygdu,
sum Arnhold Olsen og Rein
hold Jacob sen smíðaðu á
Stongunum. Karstin átti og
dreiv bátin fram til 1982, tá ið
hann seldi og av heilsuávum
gavst at rógva út. Síðani
tá hevur hann ofta verið á
Norðoya Fornminnissavni
og víst runt og greitt frá, og
so hevur hann hugt til deks
bátin Nólsoyar Páll, sum
Fornminnissavnið eigur, og
sum liggur fyri fortoyning
á Vánni.
Karstin var í sjeyti árunum
nevndarlimur í Klaksvíkar
Útróðrarfelag, og hann hev
ur altíð verið avgjørdur tjóð
veldismaður. Hann stuðlaði
bygdarmanni sínum, Jóhan
Simonsen, sála, ella Jóhan
í Tjørnuvík, sum var fyrsti
tjóðveldistingmaður í Norð
oya valdømi, og Karstin er
framvegis stillari hjá Norð
oya Tjóðveldisfelag.
Signa og Karstin settu
búgv í Brekkuni. Nú býr
einkardótturin, Elbjørg, sum
er fødd 23. november í 1962,
í erva, og tey bæði gomlu í
kjallaranum. Elbjørg er gift
Hermanni Johannesen úr
Klaksvík. Tey eiga fimm
børn: Karstin, Signa, Eileen,
Hermann og Tróndur, sum
øll búgva heima hjá for eldr
unum og harvið eisini undir
somu lon sum omman og
abb in á móðursíðuni.
Signa og Karstin Drenkstein gullbrúdleyp
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og góða hjálp
tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma
Dany Magnussen
doyði og varð jarðað
Familjunnar vegna
Daniella, Esbern og Kári
Regin Jespersen 60 ár
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara
kæra genta, verdóttir og svigarinna
Kristine Kjær
Marknoyri, Vágur
andaðist í Suðuroyar sjúkrahúsið
18. november, 47 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Bethel í Vági týsdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Ebbe
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum,
at elskaði maður og abbi okkara
Knút E. Háberg
andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 19. november, 85 ára gamal.
Jarðarferðin verður týsdagin
22. november kl. 13.00 úr Ebenezer.
Vegna tey avvarðandi
Sunneva, Knút og Sunneva
Tey ið ynskja at minnast Knút, kunnu ístaðin lata eina gávu
til Kristnastovu, konto í peningastovninum.