mánadagur 21. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 223 - 21. november 2005
94 ára gamli Dávur
Davidsen í Tjørnuvík
hevur gjørt tað, sum
fá onnur hava gjørt:
Hann hevur sagt frá
einum parti av lívi
sínum í nýútkomnari
bók. Men so nógv
er eftir at siga frá, at
næsta bókin longu er í
umbúna. Hon kemur
væntandi út næsta ár
Bókaútgáva
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Tjørnuvík: - Enn tann dag
í dag dugi eg ikki at skilja,
at eg skuldi fáa pumpuna
at rigga. Fyri mær stendur
hetta sum eitt undur.
- Eg minnist satt at siga
ikki, hvat eg gjørdi, men
havi ta trúgv, at Gud var við
mær, eisini her.
Dávur Davidsen situr
hugsunarsamur og lurtar
eftir sær sjálvum. Vit eru til
tíðindafund, har bókin við
lívssøgu hansara verður løgd
fram fyri almenningin.
Høvundurin er í ferð við at
geva okkum eitt lítið innlit í,
hvussu hann er komin fram
til hesa sjáldsomu og sera
spennandi bókina um 94 ára
gamla tjørnuvíkingin.
Á einum stórskíggja vísir
hann okkum brot úr einari
av mongum samrøðum,
hann hevur havt við høvuðs
persónin, meðan teir hava
arbeitt við hesi bókini hetta
seinasta árið.
Dávur situr í eini sofu, ílatin
hvíta skjúrtu, álvarsamur á
at líta. Hann er bert upptikin
av tí eina, - at siga søgu sína
fyri Sveini, hvørs arbeiði var
at endurgeva alt hetta.
Vit síggja ymisk brot burt
ur úr hesum samrøðum, og
tað er ikki frítt, at hetta nert
ir við og engasjerar høvuðs
persónin. Hann er við eisini
í hesum arbeiðinum.
- Hmm, hmm, kemur frá
honum viðhvørt, tá álvarsom
evni verða tikin fram. Hann
vil við hesum vísa, at hann
ikki er komin sovandi til nak
að, men hevur stríðst fyri seg
á sjógvi og landi, burturi og
heima.
Tað roynir hann so at siga
við søgu sínari, og tað er
ikki at taka seg aftur í, at
tað hevur eydnast honum til
fulnar. Tað stendur ikki á, at
greiða frá lívssøgu sínari.
- Eg veit ikki. Beinini, tey
orka ikki tað sama sum áður.
Og eyguni er ikki heldur tey
somu, sum tá eg var yngri.
- Men høvdinum, - høvd
inum bilar einki. Her er nógv
eftir, sum eg bara má sleppa
at siga frá, sigur Dávur.
Bókin, sum kom út í farnu
viku er 240 blaðsíður til
støddar og hevur hópin av
myndum við.
Heppin endurgeving
Tað var ikki hissini uppgáva,
sum Sveinur Ísheim Tummas
son átók sær: At skula skriva
lívssøguna hjá einum 94 ára
gomlum tjørnuvíkingi.
Í sjálvum sær var uppgáv
an sera takksom, tí høvuðs
persónurin sjálvur er væl
skorin fyri tungubandið og
dugdi meistarliga væl at siga
frá lívi sínum.
Tann stóra avbjóðingin og
royndin var at kunna endur
geva hetta í skrivt, - at kunna
greiða frá lívinum hjá Dávuri
í eini bók, eins livandi og
hann sjálvur hevur greitt frá
tí fyri høvundanum.
Úrslitið av hesum forvitnis
liga samstarvinum fyriliggur
nú í bókini ”Dávur í Tjørnu
vík”, sum kom út í farnu
viku. Hóast heimbygdin er
lítil, og ein skuldi kanska
væntað, at tað bert vóru fólk
hagani, sum høvdu áhuga í
bókini, so er tað ikki rætt.
Fólk hava havt møguleika
at tekna seg fyri bókini langt
áðrenn hon kom út. Og sum
skilst er áhugin fyri henni
sera stórur.
Høvuðspersónurin hevur
longu verið nógvastaðni
kring landið og greitt frá
lívi sínum. Í farnu viku var
hann bæði í Havn, Suðuroy
og leygardagin við eitt stórt
tiltak í Klaksvík.
So líkt er til, at fólk kring
landið hava tikið - og fara at
taka – hesa bókina til sín. Og
tey hava meiri í væntu!
- Her er so nógv tilfar
til, at vit í roynd og veru
er komin í helvt við næstu
bókini, upplýsti Sveinur
Tummasson á tíðindafundi
í farnu viku, tá bókin varð
løgd fram.
Vitan og vísdómur
Ein skal ikki hava lisið leingi
í bókini fyrrenn ein kemur til
ta sannføring, at her er ein
maður sum veruliga hevur
nakað uppá hjarta og nakað,
sum hann ynskir at eftirtíðin
skal fáa kunnleika um.
Í tíðini áðrenn sjónvarp og
útvarp gjørdust hvørs mans
ogn, vóru løturnar har fólk
komu saman at siga søgur ein
partur av gerandisdegnum. Í
dag eru stundur neyvan til
slíkt.
Men Dávur er eitt ”pro
dukt” av síni samtíð, og hóast
sín høga aldur, so liggur
sera ræðið fyri hjá honum
at greiða frá lívi sínum heilt
frá barnsbeini av.
Bókin byrjar tí eisini við
at fara beinleiðis til enda
málið: ”Eg var føddur 16.
avugst 1911. Tað eru 94 ár
síðani”.
Hesin kunsturin at siga
frá søgum – og lívssøgum
– er við at detta burtur her á
landi. Men hetta samstarvið
millum Dávur og Svein er ein
roynd at bjarga í land aftur
nakað av tí, sum annars vildi
farið fyri skeyti. Tí kemur
ein slík bók út í kanska 12.
tíma. Vónandi kann hon
verða øðrum til eggjan og
hug at gera tað sama.
Mong eru tey, sum eru í
somu støðu sum Dávur: Tey
hava eina søgu at bera fram
munnliga. Spurningurin
er bara, um ikki nógvar av
hesum søgunum, vísdómin
um og lívsvitanini fara við
hesum fólkunum, tí eingin
var at festa hetta á blað ella
bond.
Í hesi bókini hevur Dávur
sett sær fyri at siga sína søgu
fyrst og fremst. Men tá ein
sigur sína egnu søgu, so sig
ur ein samstundis søguna
hjá so mongum øðrum. Og
bókin er tí eisini ein søga
um, hvussu føroyingar hava
barst fyri at byggja upp eitt
framkomið nútíðarsamfelag.
Hetta var mangan hart og
knossut, men altíð sigraði
lívsviljin á ómegdini.
Tað er henda bókin eisini
eitt fullgott prógv um.
- Eg óttaðist einki
Tey seinnu árini eru komnar
út í hópatali av bókum, sum
greiða frá søgu føroyinga á
sjógvi og landi, - og teimum
korum sum forfedrar okkara
livdu undir.
Dávur fegnast eisini um
hesar bøkur, men í hesi bók
ini hevur hann kortini eitt
annað mál og sikti: Nú skal
sannleikin fram um lívið á
landi og sjógvi.
Ikki tí, hinar bøkurnar bera
als ikki rangan vitnisburð,
men Dávur ynskir við bók
síni at siga frá tí lívinum, sum
maðurin á dekkinum hevði.
Ja, hvussu ein sjómaður
– ikki skipari ella reiðari,
men ein sjómaður - upplivdi
tíðina við útróðrarbátum og
deyðsiglarum, í stilli og tá
hann ikki væntaði at bera
boð aftur í bý.
Besta dømið um hetta er
hendingin á Kappanum fyri
júst 70 árum síðani. Dávur
var í september mánaði
1935 staddur í ringum sjógvi
umborð á Coraliu, og har var
alt sum talaði fyri, at skipið
skuldi fáa somu lagnu sum
Blithsomu, sum teir fylgdust
við á heimleið í herviligum
ódnarveðri.
Hesari hending hava aðrir
somuleiðis greitt frá, men
eingin annar enn Dávur kann
fortelja søguna, soleiðis sum
Tann sanna søgan um lívið á dekk
- Tað hevur onkutíð verið strævið at skula siga soleiðis frá tí ein hevur upplivað. Tað var ikki bara sum at siga tað. Men tað verður
lættari nú, vit fara undir framhaldið, sigur Dávur Davidsen