mánadagur 21. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 21. november 2005
15
kinum
hann upplivdi hana, har hann
stóð undiroystur í sjógvi
á dekkinum, samstundis
sum hann og hinir umborð
gjørdu alt fyri at bjarga all
ari manningini umborð av
Blithsome.
”Tað var altíð sagt, at eg
var vónarleysur, tí eg óttaðist
einki. Men eg var ongantíð
bangin umborð á Coraliu,
tó at støðan var so ring, ja,
sum ikki hugsast kann. Tá tú
hevur verið úti fyri nógvum
vási, tá venist tú við tað at
vera í vandastøðu. Men bang
in var eg ongantíð, eg hevði
meiri at gera enn so; men
eg roknaði ikki við at síggja
Føroyar aftur”, greiðir hann
frá í bókini.
- Hetta var ein ein verri
túrur. Eg dró sjálvur annar
allar menninar frá Blithsome
yvir á Coraliu. Tilsamans
mundi henda bjargingin
taka 4 1/2 tíma, so tú kanst
ætla at her stóð nógv á, sigur
Dávur.
Grundin og poengið
Tað hevur verið eitt hesta
arbeiði hjá høvundanum at
savna alt hetta tilfarið um
Dávur saman.
Eitt er at Dávur er ein
meistari at greiða frá. Hitt
er, at søgan spennir yvir eitt
so langt tíðarskeið - heili 94
ár.
Í hesum fyrsta bindinum
verður søgan frá føðidegi
hansara og fram til 1937
søgd, men nógv annað spenn
andi liggur og bíðar til næstu
bókina.
Trupulleikin – ella avbjóð
ingin – hjá Sveini hevur verið
at halda fast við innihaldið í
frásøgnini.
Nógv av tí frásagda byrjar
í hesi fyrstu bókini, og endar
síðani í øðrum bindi.
- Ja, ein kann siga, at grund
in til nógvar av hendingunum
í lívinum hjá Dávuri byrja í
fyrstu bókini, meðan sjálvt
poengið fyrst kemur í næstu
bókini, sigur Sveinur.
Fólk kunnu longu nú byrja
at gleða seg til ta seinnu bók
ina. Teir eru í roynd og veru
longu farnir undir hana.
Gongst sum ætlað kemur
hon út næsta ár, tá Dávur
verður 95 ár.
“Kokkurin var ein spiloppmakari, men vit dugdu
sanniliga eisini. Einferð gloymi eg eikki. Hann var so
væl tilpasar tað kvøldið. Hann bjóðaði okkum sviskur
og rosinur. so grúliga gott lag á honum, tí nú var alt
liðugt fyri dagin. Hann varnaðist ikki, at eg ikki var
við borðið og át rosinur. Nú skal hann tørna inn. Tá
havi eg ligið alla tíðina og krógva meg á fótalagnum.
Tá hann leggur seg, nú taki eg fast í beinini á honum.
Hann hirdi seg út aftur úr koyggjuni niður á beinki
við róp og geyl. Tá helt hann, at eg var ett spøkilsi.
So varð rok. Hann legði eftir mær inni í koyggjuni,
men so vóru hinir á rygginum á honum. Nei, skjórtan
var ongatíð heil hjá honum”. (bls. 139)
Teir báðir, Sveinur Ísheim
Tummasson og Dávur Davidsen
hava arbeitt í longri tíð við hesi fyrst
bókini. Tilfarið er so rúgvusmikið
- og Dávur slíkur meistari at fortelja
– at teir longu eru komnir hálvavegin
við næstu bókini. Hon kemur næsta
ár, tá høvuðspersónurin verður 95 ár