Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 223 - 21. november 2005 Leygarkvøldið var finalan av Global Battle Of The Bands í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Marius var tann hepni vinnarin her í Føroyum og skal nú víðari til London í desember at vísa, at hann er rætti altjóða vinnarin. Tó var ótrúliga jøvn kapping GBOB Eyðun Müller Thomsen eydun_t@hotmail.com Endabrakið Vit eru í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Tað er leyg­ar­ kvøld 19.11.05. Kokkan er 20:30, og dyrnar eru opn­ aðar. Fólk eru í góðum lag, og spenningur er at merkja allastaðnis rundan um seg. Tað gongurr held­ur ikki leingi, og so er Ment­un­ar­ húsið gott pakkað av bæði ungum og eldri fólki. Fyrsti bólkurin, sum verður sendur upp á pallin fyri at seta hol á finaluna 2005, er Eager To Please. Eager To Please Hetta er 80’ara rokkur, sum vil nakað. Teir løgdu út við einum knasandi góðum lagi, og fólk komu nærmari at pallinum við rytmuni av trummuni. Serliga hatta lag­ ið, tá ið skríggjað verður í mikrofonurnar: “So put your money where your mouth is!!”. Tað riggar ham­ randi gott og hevur eina feita orku í sær saman við restini av bólkinum. Hesaferð var tað bet­ur hjá teimum enn í inn­leið­ andi umfarinum. Her upp­ traðkaðu teir meira uppá ein feitan rokk’n’roll máta, men alíkavæl skuldi uppaftur meira show tiil fyri at gleða meg heilt. The Story Ends Heilt 100% betur saman­ spældur enn frá innleiðandi umfarinum. Tó vóru nakrir brølarar, men hjá The Story Ends nýtist tú bara at smíla og fylgja við aldunum frá teirra fantastiska vælgjørdu løgum og totalt langt úti. Teir gingu heilt amok á pall­ in­um, og tað ávirkaði fjøld­ ina umgangandi. Í seinasta lagnum fingu teir øll at syngja og sjálvt meg sjálvan: “Du du, du dudu du!” Hetta er bólkurin man vil hava til jólaborðhaldið. Anytime Bólkurin er feitur og svingar deiligt, men hesaferð í mun til innleiðandi umfarið, so gekk ikki so gott, sum tað plagar hjá góða Brand Enni. Kassaguitarin, sum spældi ein tann størsta leik­ lutin í fyrsta lagnum, bleiv tendraður út ígjøgnum an­ leggið kanska einar tvær ferðir í eitt og hálvt sekund hvørja ferð. Hetta var sera ergiligt, tí hann absolutt mangl­aði. Tað var eisini meira ósikkurheit í bólkinum hetta kvøldið. Tað var øgiliga upp og niður. Men sum altíð gav Brandur sítt allar besta, og fólk vóru glað og heppaðu bólkin óført. Lama Sea Eingin ivi er í, at tá Lama Sea kemur á pallin líka mikið hvar og nær, so fáa teir húsið at rista og fjøldina at frysta. Gásarholdið veksur og fólk rópa av gleði. Bólkurin byrj­ aði við avslappandi disco- rokksangi, sum uppá onkran máta var skeivi sangurin til GBOB. Men harafturímóti so var tað næsta lagið, sum gjørdi, at alt fór upp at kóka. Tað kom sum ein rakett og fýsti út yvir fjøldina. Tað ein­asta eg havi at siga til Lama Sea er, at teir mugu læra at stýra tónleikinum. Ofta blívur tað so vilt, at tað kókar yvir. Sum er bæði feitt og minni feitt. Moja Ein bólkur við kraftfullum tónleikarum og orkufullum songkvinnum. Bara guitar­ ljóðið hjá Mikkjali var næst­ an nokk til at fáa fólkið at nikka, men so tá tær tríggjar við teirra ótrúligu røddum eru við, so verður øll fjøldin lyft uppfrá gólvinum. Men til tíðir kundi man hoyra nakrar forferdiligar tónar koma ýlandi frá kvinnunum, sum var rættiliga keðiligt og tók allan tónleikin niður á eitt lægri støði. Men hetta gekk skjótt fyri seg og so vóru tey uppi aftur á ovastu hædd. Deja Vu Hesin bólkurin er byrjaður at koma øgiliga gott fram í teirra framførslum. Teir spæla sannførandi, og man sær tíðiliga, at teir hava hjart­ að við í tónleikinum. Deiligt at síggja, hvussu teir hava ment seg innan stutta tíð. Tón­leikurin hevur fingið nýtt ljós, men ljóðar enn sum Deja Vu. Hesaferð vóru teir fínir til at leggja eitt sindur av show í framførsluna, men atlíkavæl er tað ikki í topp enn. Men fólkið dámdi væl og vóru glað fyri nýggju vibra­tión­irnar. Marius Ótrúliga samanspældur tón­ leik­ur kom frá Marius, og ein góður botnur var í løg­ unum takkað verið bass og trummum. Tónleikurin hjá Marius er komin á eitt heilt annað støði. Eitt høgt støði. Øll tey, sum vóru á showcase í Kagganum fyri einari tíð síðan, kunnu sjálv verða við at døma um hetta. Fangandi løg og nokk av power var tað, sum gjørdi fólk alvorligani yvirraskað. Fjøldin var eisini í toppformi, tá ið Marius framførdi, og tað at fjøldin er við ger, at alt blívur so forbannað feitt!! YEAH! Synarchy Ein rúgva av fjepparum troðk­ aðu seg fram at pallinum fyri at rokka til Synarchy. Tað byrjaði við einum ordans braki, og fjøldin gekk amok. Men ljóðið var nokk av tí ringasta. Alt ljóðið smeltaði saman, men bólkurin legði hart út og góvu alt teir høvdu. Tað riggaði eisini sup­ er væl, og tað var ótrúliga stuttligt at síggja hetta slagið av metalrokki blíva spældan í Føroyum. Teir endaðu við at geva eina sannførandi fram­førslu við einum feitum show’i og energi. Men ljóðið var skrapa, beint fram. Tað kann verða tí, at bólkurin er nýggjur av sínum slag og hevur annað ljóð, og ger tað torført fyri ljóðmannin at finna ljóðið. Hvør veit? Frostbit Bólkurin er ikki nýggjur, rættiliga gamal faktiskt, men hevur fáar konsertir spælt. Eg veit ikki hví, men hetta knappliga at koma fram, tá stórar kappingar sum Prix og GBOB eru, er øgiliga van­ligt her í Føroyum. For van­ligt í mínum eygum. Men bólkurin hevur sínar góðu síður. Tá sangarinnan kemur upp á sítt besta og orka kemur í tónleikin. Tað er feitt. Men løgini vóru ikki akkurát tey bestu til hesa kapp­ing. Í einari kapping sum GBOB er rættiliga gott at hava løg við kraftigari útstráling. Tað saknaði eg. Tað var for friðarligt og ov nógvar molakkordir kanska. The Dreams Ein bólkur, sum øll kenna eftirhondini. Punk bólkurin yviraskaði meg tann vegin eg helst ikki vildi. Fyrsta Finalan kókaði! Dreams hava longu fingið føroyska gjøgnumbrotið, men hesaferð høvdu teir lagt stílin nakað um Anarchy sær kanska nakað anarkistiskt út. Og tónleikurin hevði eisini bæði saft og kraft