mánadagur 21. november 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 21. november 2005
17
Hans Marius Ziska
syngur, spælir gittar
og skrivar øll løgini
hjá Marius. Bólkurin
eitur hansara
millumnavn - Hetta
er hansara bólkur við
høvd og garnum. Tí er
GBOB sigurin eisini
hansara
GBOB
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað var ein glaður Hans
Marius Ziska, sum eg fekk
orð á í telefonini sunnudagin.
Hann segði mær, at hann
gleddi seg ordiliga nógv til
at sleppa til London.
Veitslan koyrdi enn í
hægsta geari heima hjá
Hans Mariusi í Søldarfirði,
og lagið var gott. Hans
Marius er Marius. Hann
skrivar tónleikin, syngur og
spælir gittar. Hetta er hans
ara bólkur, og hóast tón
leikararnir allir eru frálíkir,
eigur Hans Marius sigurin
í GBOB.
Gott poppoyra
Hans Marius gjørdist veru
liga kendur á føroyska tón
leikapallinum í Prix Føroy
um 1999, tá Flux í hvítum
ketildraktum, fingu allar før
oyingar at nikka við til Mr.
Headless, nikkanin helt fram
í fleiri mánaðar í 15 teimum
bestu.
Flux var eins og Marius í
stóran mun Hans Marius, og
longu tá var týðiligt, at her
var talan um ein ungan mann,
við ótrúliga góðum oyra fyri
fangandi popprokkløgum.
At hann eisini sá gott út
og sang væl, gjørdi hann
ikki til eina minni stjørnu.
Flux spældu saman í fleiri
ár, og luttóku aftur í Prix
Føroyum í 2001 og 2003,
men náddu ongantíð upp á
sama popularitet sum við
mr. Headless. Bólkurin
gjørdi annars longu um seg
í 1998, tá teir vunnu poptop
konsertina og spældu á Ólav
søkukonsertini.
Flux gav í 2003 eina fløgu
út við fimm løgum, tó uttan
at hon seldi serliga væl
ella varð spæld nógv í loft
miðlunum. Men tað kemst
ikki uttanum, at fleiri av
løgunum vóru sera góð.
Betri tónleikarar
Flux er ikki longur, og í
staðin er Marius komin,
ein bólkur sum tykist at
vera einn nýggj útgáva av
Flux við betri tónleikarum,
men enn við Marius í front
og sum høvuðsmanni. Tí
var nærliggjandi at spyrja
hvør munurin á Marius
og Flux veruliga var, tá eg
fekk orð á Hans Marius.
Hann segði, at Flux og
Marius í veruleikanum var
akkurát tað sama - Men
menn vóru blivnir eldri og
meira konsentreraðir, meira
við uppá tað og meira
kitchuttir.
Arbeitt við
tónleikinum
Bólkurin spældi í summar
á G!, og síðan tá hava teir
arbeitt nógv við tónleikinum.
Hans Marius sigur, at løgini
eru blivin nógv betur hesar
mánaðarnar. Hann hevur alla
tíðina trúð uppá góðskuna
í løgunum, men hevur sam
stundis vita, at tey kravdu
arbeiði fyri at gerast enn
betur. Hans Marius greiður
frá, at tá hann skrivar tónleik,
so skrivar hann ikki bara
eitt lag, hann skrivar eisini
nógv av tí, sum ljóðførini
skulu spæla t.d. gittarlinjur
og tílíkt, so tá teir arbeiða
við tónleikinum, sigur hann
ofta tónleikarunum, hvat
teir skulu spæla, og hann
veit væl, at hann trýstir teir,
og at hann nokk er ræðuliga
irriterandi viðhvørt. Men
hann heldur úrslitið vera
blivið ordiliga gott, og tað er
hansara projekt. Hann sigur,
at hann er ræðuliga glaður
fyri tónleikararnar, sum eru
hamrarndi feitir.
Marius fløga
Týsdagin fer Marius í upp
tøkuhølið í Útvarpinum,
har bólkurin saman við
tøkninginum Finni Hansen
fer at taka fløgu upp. Hesar
ætlanir hevur Hans Marius
havt rættuliga leingi, men
eingin ivi er um, at ein sigur
í GBOB ger áhugan fyri
eini Marius fløgu munandi
størri.
Eini hús í Leirvík
Eg spurdi Hans Marius,
um hvør styrkin var hjá
Marius, sum hevði tryggja
bólkinum sigurin í GBOB.
Hann helt, at styrkin 100%
var originalitetur blandaður
saman við mainstream og
rock’n’roll.
Um hesin originali main
stream rock’n’roll tónleikur
er nokk til, at Marius vinnur
GBOB í London, so vinnur
hann 100.000 dollarar. Eg
spurdi hann, um hvat pening
urin skuldi brúkast til, um
hann vann. Hann flenti eitt
sindur og helt kanska eini
hús í Leirvík...
Konseptið í GBOB er, at
bólkarnir sleppa at spæla átta
minuttir, uttan ljóðroynd,
hetta eru truplar umstøður,
og eg spurdi Marius, um
hvat hann helt um hesar
umstøður. Hann segði, at
um man ikki hevði vunnið,
so hevði man nokk hildið
tað vera for vánaligt, men
nú gjørdi tað einki.
Marius eru:
Hans Marius Ziska - Rødd
og gittar
Ólavur Olsen - Ljómborð
og trompet
Jens Pauli Joensen -
Trummir
Niels Jákup í Jógvanstovu
- Bass
Heðin Ziska - Gittar
Eg eri Marius
Gjøgnumbrotið kom við
Flux, men við sigrinum um
vikuskiftið setti Hans Marius
veruliga sítt fingramerkið á
føroyskan tónleik. Næsti stigið
er altjóða umboðan sum
føroyski GBOB-vinnarin
Mynd: Eyðun Müller
lagið virkaði heilt skeivt.
Nógvur poppur var at finna
í bólkinum hetta kvøldið.
Tað var eitt sindur keðiligt,
tá man forvæntar feitan punk
tónleik. Men teir gjørdu
nógv burtur úr í seinna lag
num, sum var fangandi og
øgiliga stórt í sær. Fólk vóru
íhvørtfall við uppá tað, so
tað var bara feitt.
SIC
Tungasti og myrkasti bólk
urin í landinum kom á pallin,
og fólk vóru púra vill eftir
at sleppa heilt fram til scen
una, so at man kundi standa
og gløða upp í høvdið á hes
um sannførandi heavy rokk
arunum. Tað bleiv skrúvað
upp fyri anlegginum og
fyrsta lagið fór ígongd. Jørð
in ristist og eg saman við
restini av fjølduni pissaðu
í buks og misti ondina. Tað
var ein heilt ótrúlig orka og
samanspælið var perfekt.
Tað rungaði í húsinum, tá ið
Mikkjal bara segði so lítið
sum eitt orð í mikrofonuna.
Tað simpulten kom eldur í.
Men alt ov nógvur roykur
bleiv sendur út á pallin av
“roykmaskinunum”. Tað
vóru tíðir har man ikki sá
ein meter. Keðiligt nokk
hugnaði eg mær so ótrúliga
nógv, tá SIC framførdu, at
eingin vánaligur kritikkur
var at finna. Sorry.
Týr
Sum seinasti bólkur á pallin
um byrjaðu og endaðu teir
við einum lagi har eg ikki
fekk sett tónleikin á tað
støði, at man kundi nikka
við høvdinum. Tað var ikki
tað rætta lagið at taka við
til GBOB. Eg eri ikki heilt
sikkur í, hví hetta lagið bleiv
spælt. Men so leingi onkur
var glaður, so var eg glaður.
Nakað av fjøldini dámdi
tað sera væl, og tað var bara
feitast. Eg meini, at Týr
burdi komu við nýggjum til
fari og kanska uppdaterað
ljóðið eitt sindur.
Vinarin var Marius
Ìmeðan man bíðaði eftir
at fáa kungjørt vinnaran
gekk man eitt sindur runt
umkring og tosaði við fólk
um, hvat var in og hvat var
ýt. Favorittarnir vóru heilt
uttan iva teir tríggir: Lama
Sea, SIC og so Marius, sum
so endaði við at fara við sigr
inum.
Allir bólkarnir vóru kall
aðir upp á pallin og ein av
dómarunum, sum var frá
Danmark kom á pallin og
kunngjørdi, at Marius var
vinarin av Global Battle Of
The bands 2005 í Føroyum.
Marius er nú officielt í stóru
endafinaluni, sum verður
hildin í London í desember.
Vit á Sosialinum ynskja
Marius hjartaliga tillukku
og góða eydnu víðari.
Tónleikurin hjá Anytime svingaði sera væl