Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 223 - 21. november 2005 Seinastu tíðina hava tey í Sjónvarpinum havt úr at gera við seinastu upptøkurnar til ársins jólakalend­ ara. Í ár eitur kalend­ arin Jólagøtan Jólakalendari Terji Nielsen terji@¨sosialurin.fo Jólini nærkast í hvørjum, og tey smáu eru longu farin at gleða seg til jólakalendarar, gávur og annað gott, sum hoyrir jólunum til. Ein aft­ ur­vendandi táttur, sum við spenningi verður bíðað eft­ir, er jólakalendarin í sjón­varpinum. Í ár nevnist ka­lendarin Jólagøtan, og aft­ ur í ár er Lív Kjeld Reinert. Verður sent hvønn dag Herluf Sørensen er fram­ leiðslustjóri hjá jóla­kalend­ aranum, og hann sigur, at tað hevur gingið serstakliga væl við upptøkunum. - Vit mistu eina viku orsaka av verkfallinum á almenna arbeiðsmarknaðinum, men hana hava vit nú heintað inn aftur, soleiðis at vit halda tíðarætlanina, sum sigur, at upptøkurnar verða lidnar 28. novembur, sigur hann. Í 2003 fór sjónvarpið undir at senda jólakalendaran hvønn dag í jólamánaðinum, og soleiðis verður aftur í ár, sigur Herluf Sørensen: - Út frá fíggjarætlanini hjá okkum átti tað ikki at borið til at gera ein part til hvønn dag, men vit hava nøkur ótrúliga dugnalig fólk, sum gera, at tað ber til nú triðja árið á rað at hava jólakalendaran dagliga, sigur framleiðslustjórin. Herluf Sørensen greiðir frá, at longu áðrenn summ­ arfrítíðina var farið undir at fyrireika jólakalendarin, tá ið handritið bleiv gjørt, og fleiri av teimum, ið spæla við, vóru funnin. - Aftaná summarfrítíðina fóru vit í gongd við at gera ymiskt við pall, og í septembur mánað fóru upp­ tøkurnar í gongd. Vil ikki avdúka ov nógv Sum áðurnevnt er upp­tøk­ urnar til jólakalend­arin um at verða lidnar. Ein stórur part­ ur av upptøkunum er farin fram úti í gomlu Havnini úti á Reyni, og nógvir havn­ ar­borgarar hava seinastu tíð­ini lagt leiðina framvið úti í tí partinum av gomlu Havnini, har upptøkurnar verða gjørdar. Nógv er gjørt burtur úr at gera býlingin jólaligan, og tað er einki at taka seg aftur í, at børnini fáa jólaljós í eyguni, tá ið tey síggja hugnaliga umhvørvi. Eitt annað, ið nógv børn vilja hava at vita, er hvat jóla­kalendarin í ár fer at snúgva seg um, men Herluf Sørensen hevur ikki til at avdúka ov nógv. - Eg haldi, at vit ikki siga ov nógv, so at børnini kunnu gleða seg í frið og náðum, sigur hann. Eins og í fjør er tað Lív Reinert Kjeld, sum er vertur í jólakalendaranum. Í síðstu viku fingu vit á Sosialinum vitjan av trimum fittum skúlabørnum úr Fugla­firði. Tey vóru á veg til jólagøtuna hjá SVF úti á Reyni, gamla býarpartinum í Havn Jólagøtan Barbara Tausen Lena R. Guttesen Tíðliga í síðstu viku fekk Sosialurin vitjan av trim­ um ógvuliga spentum skúla­børnum. Hesi fittu børn­ini ganga í 3. flokki í Fuglafjarðar Skúla. Tey, sum talan er um, eru: Jenny Toftegaard, Tóri T. Traðará og Rannvá Petersen. Tey skuldu vera við til upptøkurnra av jólakalendaranum hjá sjónvarpinum; tey vera at síggja 9. desember. Sum vit skiltu, vóru tey so spent, at onkur av teimun vaknaði longu klokkan 05.00 á morgni. Tey gleddu seg at koma til Havnar og vera við til hesa spennandi jólaupptøkurnar. Nú nærkast jólakalendarin Nógv er gjørt burtur úr úti á Reyni, har upptøkurnar til jólakalendarin eru í gongd. Ljós hanga í vindeygunum og kring húsini. Fremst í myndini sæst Lív Reinert Kjeld, sum aftur í ár er vertur í sjónvarpskalendaranum. Mynd: Jens Kr. Vang Fekk ikki sovið fyri spenningi Skúlabørn úr 3. b í Fuglafjarða skúla; tv. Jenny Toftegaard, Tóri T. Traðará og Rannvá Petersen Mynd: Magnus Gunnarsson Nýggj skaldsøga Mørk er skaldsøga um gentuna Lív, sum er úr eini lítlari, føroyskari bygd. Tað er Vida Højgaard, sum hevur skrivað søguna um evnaríku, men viðkvomu gentuna, sum á ungum aldri lærir tilveruna at kenna frá eini døkkari síðu. Hon er merkt, og í bókini verður spurningur settur við, í hvussu stóran mun vit sjálvi eru før fyri at mynda lív okkara. Er alt lagna ella tilvild, og er sostatt alt stríð okkara at stýra eftir eini skilagóðari kós til fánýtis? Bókin er ein hjartanemandi, lívs­játtandi frásøgn um van­lig menniskju og leitan teirra eftir eydnu og til­verugrundarlagi, um viðrák og mótrák og um at fóta sær í ein­ um heimi, sum alsamt broyt­ist. ave Vida Højgaard, Mørk. Mentunargrunnur Studentafelagsins,2005