Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 21. november 2005 19 Nr. 223 • mánadagur • 21. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Vágamenn spenna seg út Tveir ungir hval­ bingar hava gjørt avtalu um at spæla við FSV04 næsta ár, og felagið roknar við, at avtala eisini fer at verða gjørd við aðrar ungar spælarar FSV04 Jóannes Hansen Í Sandavági arbeiða teir av lívsins kreftum við at fyrireika seg til næsta kappingarár. Sam­ bært heimasíðuni hjá fel­agnum, so verður mál­ ið at vinna næstbestu deild­ina og harvið at flyta upp í fremstu røð. Í ár endaði FSVágar04 á bronsuplássinum. Undan vikuskiftinum kom fram, at felagið hevur gjørt avtalu við teir flestu, sum í fjør vóru á liðnum, og at onkr­ir nýggir spælarar eru komnir afturat. Fel­ ag­ið metir tað vera av al­stórum týdningi, at teir, sum higartil hava borið besta fótbóltsliðið, eisini næsta ár vera botnur á liðnum. Í síðstu viku gjørdi FSV04 avtalu við Poul Poulsen og Hilmar Svein­ bjørnsson. Talan er um tveir ungar hvalbingar, sum higartil hava spælt við Royn. Nú skulu teir ferðast úr Havnini og vestur á Valloyruna at venja og spæla við FSV04. Í FSVágar04 verður sagt, at teir framvegis ar­beiða við at styrkja uppaftur meiri um liðið. Bill Jacobsen verður eis­ini næsta ár venjari í Sandavági, og fyri stutt­ um gjørdu teir avtalu við Rúna Elttør, sum áður hev­ur spælt í KÍ, B36 og ÍF. HB unglingaspælarin Ólavur í Ólavstovu spældi eftir summarfrítíðina í ár við FSV04. Hann hevur boðað frá, at tað er iva­ samt, um hann fer at halda fram í Sandavági, men nevndin í FSV04 sigur, at tað harvið ikki er sagt, at hann ikki fer at spæla, og at teir í felagnum vóna, at tað fer at bera honum til at halda fram. Franski bóltsnill­ing­ urin Michel Plat­ini, sum vitjaði í Føroyum um viku­skiftið, heldur tað verða umráðandi fyri menningina av fót­ bóltinum kring heimin, at smáar tjóðir sum til dømis Føroyar eru við í altjóða fótbólti og dystast við stórar tjóðir Platini-vitjan Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fleiri av teimum størru tjóð­ unum, ið taka lut í altjóða fót­bólti, finnast mangan at, at smærri tjóðir, so sum Føroyar, Andorra, San Mar­ ino og Liktenstein, taka lut í altjóða kappingum á jøvnum føti við stóru tjóðirnar. Summar av stóru tjóðunum hava ført fram, at tað hevði verið eitt hugskot at lata smærru tjóðirnar royna seg í einum slagi av einum undanumfari til eitt nú EM- og HM-undankappingar. Men hesum er Michel Platini ikki samdur í. Menningin alt at siga - Eg kenni væl hasi sjón­ ar­miðini, men eg eri ikki samdur í teimum. Tað vilja altíð verða sterk og veik lið í undankappingum, og tað verður ikki øðrvísi. Tað hev­ ur eisini ómetaliga stóran týdning fyri menningina av fótbóltinum, at stórar tjóðir vitja smærri tjóðir. Tá ið til dømis franska landsliðið kem­ur her til Føroya at spæla, er tað jú ein stórhending, ið ger so ómetaliga nógv gott fyri áhugan fyri fótbólti her á landi. Børnini sleppa at síggja nakrar av stóru hetj­ unum hjá sær, og slíkt hevur sera stóran týdning fyri menn­ingina av fótbóltinum. Um børnini ongantíð sluppa at uppliva sínar hetjur, hevði áhugin kanska verið køvdur, heldur Michel Platini. Fraklendingurin sigur seg tískil vóna, at skipanin, so­leiðis sum hon er í dag, heldur fram, tí eftir hans­ ara tykki er talan um eina góða skipan, sum er góð fyri menningina av fót­ bóltinum. Eisini vísir Michel Platini á, at fleiri lutfalsliga smærri tjóðir hava vunnið sær rætt til at taka lut í HM-enda­ spælinum í Týsklandi kom­ andi summar. Hann nevnir í hesum sambandi Togo, Angola umframt Trinidad og Tobago. Brasil stórfavorittur at vinna HM Tá ið tosið kom inn á HM- endaspælið í Týsklandi kom­andi summar, settu vit Michel Platini spurningin, um hvør ið hann metti fór at vinna heimsmeistaraheitið. - Í mínari verð er tað bert Brasil, ið kann vinna. Teir eru í serflokki eftir mínum tykki. Eg sá brasilska landsliðið spæla Confederations Cup í Týsklandi fyrr í ár, og tað var heilt fantastiskt, hóast teir ikki høvdu allar av sín­ um bestu spælarum við. Eg haldi, at tað er tað besta liðið, ið eg havi sæð í eini 20-30 ár. Tá ið tú sum venjari stendur og ivast í, um tú skalt hava Ronaldo ella Adriano í álopinum frá byrjan, tá hevur tú ein hóp, har eingin annar stendur mát, heldur Michel Platini. Franska landsliðið er sam­ bært Platini ikki eins sterkt og tað var í 1998 og 2000, tá ið liðið vann ávíkavist HM og EM, og tí trýr Platini ikki upp á franskt gull í Týsk­ landi. Michel Platini: - Smáar tjóðir hava týðandi leiklut í fótbóltinum Allir fótbóltsspælarar og fótbóltsfjepparar annars hava ein ella annan spælara, ið er teirra stóra fyrimynd. Soleiðis er eisini hjá Michel Platini, sum hevði hollendska Johan Cruyff sum sína stóru fyrimynd. Platini Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á tíðindafundinum í FSF- húsinum fríggjadagin var Michel Platini millum annað spurdur, hvør ið var besti spælarin, ið hann nakrantíð hevur spælt saman við ella ímóti: - Eg havi verið á vølli sam­an við nógvum framúr góðum spælarum, men eg haldi, at tann størsti av teimum øllum er Johan Cruyff. Tá ið hann spældi sín seinasta dyst, ein sonevndan „avskeðsdyst“ við útvaldum leikarum, var eg við, og tí slapp eg at spæla saman við honum í 45 minuttir. Tað var heilt ótrúligt, tí hann var øll míni ungdómsár mín stóra fyrimynd, segði Michel Plat­ ini. Annars hevur Platini spælt móti og saman við so frægum spælarum sum Diego Maradona, Paolo Rossi, Jean Tigana, Karl Heinz Rummenige og øðr­um, men Cruyff er tann, ið hann sjálvur heldur verða tann besta av teimum øllum. Michel Platini heldur tað verða bert eittans lið, ið kann vinna HM-heitið í fótbólti komandi summar, og tað er Brasil. Platini sá liðið spæla Confederations Cup fyrr í ár, og fraklendingurin heldur, at tað er besta liðið, ið hann hevur sæð seinastu 20-30 árini Mynd: Jens Kr. Vang Cruyff var fyrimyndin - Eg havi verið á vølli saman við nógvum fram­úr góðum spælarum, men eg haldi, at tann størsti av teimum øllum er Johan Cruyff, segði Michel Platini Mynd: Jens Kr. Vang