Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 223 - 21. november 2005 Sophus takkaði fyri seg Ósamsvar millum ambitiónir og úrslit vóru orsøkin, staðfesti royndi venjarin, sum nú fyri fyrstu ferð í 12 ár stendur uttan venjarastarv Uppsøgn Jákup Mørk Tá kvinnuliðið hjá VÍF spældi móti Kyndli sunnudagin, var tað ikki við Sophus Dal Christiansen við stýrisvølin. Fríggjadagin boðaði Sophus Dal Christiansen nevnliga leiðsluni í fel­ agnum frá, at hann segði seg úr starvinum. Sjálvur vil Sophus ikki gera tær heilt stóru viðmerkingarnar til mál­ ið, annað enn tað, at úr­slitini ikki hava verið eftir vild. - Sum venjari mást tú altíð eftirmeta, hvørt potentialið og úrslit standa mát. Vit høvdu undan kappingarárinum ein greiðan málsetning um, at vit vildu við í topp- fýra, og tað málið tykjast vit ikki at røkka í løtuni. - Samstundis er tað ein veruleiki, at eingin - hvørki spælari ella venjari - er oman fyri heildini, og tí haldi eg, at tað kanska er betri fyri liðið, um ein nýggjur venjari við nýggjum íblástri kann traðka til nú. Hetta er fyrsta ferðin í 12 ár, at Sophus stendur uttan venjarastarv, men hetta tykist tó ikki ørkymla hann stórvegis. - Nú ætli eg mær bara at slappa eitt sindur av. Tú veit sjálvandi ikki, hvat kann stinga seg upp, men tað er ikki soleiðis, at eg havi nakað í bakhondini. So fyribils taki eg tað bara heilt róligt fyri eina ferðs skyld, sigur hann. Enn er ikki greitt, hvør fer at taka yvir í VÍF, men sunnudagin var tað so fyrrverandi venjarin, Daniel Rápa, sum stóð við stýrisvølin. Kanska fekk VÍF nakað av luft, nú tær vunu á Kyndli. Men málið um eitt pláss í FM-endaspælinum, tykist kortini verða sera trupult at røkka Sunset-kappingin Jákup Mørk Kanska var tað sonevnda venjara-effektin, sum gjørdi um seg. Í øllum førum slapp VÍF fyri fyrstu ferð í heyst at kenna veruligt viðrák, tá tær vunnu á einum av ovaru liðunum. Sjálvsálitið hjá Kyndils- kvinnum hevur annars verið í toppi seinastu tíðina. Ikki minst eftir at óvæntaða sigurin á Stjørnuni mest sum vissaði liðnum luttøku í FM- endaspælinum. Her varð annars roknað við, at útidysturin í Vestmanna skuldi verða tann avgerandi, og at hann ikki bleiv tað, munnu tær grønu bara fegnast um. Tí sunnudagin eydnaðist nevnliga VÍF at fáa eitt av teimum úrslitum, sum málið alla tíðina hevur verið. Fyrra umfarið gekk sera javnt á, men í løtuni eftir steðgin, megnaði VÍF veruliga at skræða seg leysar. Ikki minst takkað verið einari blanding av góðum málmansspæli og vánaligum Kyndils- skotum. Munurin kom hesa løtuna upp á fimm mál, og tað megnaðu tær gulu at halda fast um restina av dystinum. Hóast sigurin, so verur tó framvegis sera trupult hjá VÍF at sleppa við í ovara bólkin, tá kappingin verður býtt í tvey. Skulu tær tað, so er kravið ein sigur, tá liðið vitjar í Vági, og tað líkist eini sera truplari uppgávu. Ikki minst, tá Ioana Rápa um somu tíð fer til Rumenia at ferðast. VÍF-Kyndil 25-21 (11-11): Kyndil misti stevið Verjurnar hjá Neist­anum og KÍF prógvaðu so dyggiliga, hví liðini eru niðast á mansdeildini Atlantic Airways- kappingin Jákup Mørk Sæð burtur frá eini ørgrynnu av málum, so er søgan um botndystin millum Neistan og KÍF rættiliga stutt. Eftir ein rótutan fyrra hálvleik, har spælið ofta varð trunkað saman, og har Neistin eisini fekk eitt reytt kort, tá Freddy Poulsen hálvgum skræddi ein flúgvandi Rógva Weihe niður. Kanska fekk hetta eisini verjurnar at ansa sær nakað meira, og í øllum førum, so var sera sjáldan, at nakar spælari varð steðgaður yvir høvur í seinna hálvleiki. Tað gav eitt hav av opnum møguleikum, og báðir partar settu somikið nógva ferð á málskjótingina, at tveir dómaraseðlar máttu takast í nýtslu, fyr at skráseta øll málini. Av teimum 79 málunum, sum vórðu skotin, fekk KÍF tey 43, og soleiðis fingu teir tvey stig fyri ómakin. Men tað er framvegis einki, sum bendir á, at nakað av hesum báðum liðunum skal fara at gera um seg longur uppi á stigatalvuni hetta kappingarárið. Neistin-KÍF 36-43 (15-21): Málveitsla í botndystinum Neistin-KÍF 36-43 (15-21) Málskjúttar Neistin: Blagoje Buha 9(2), Áki Mørk 8, Dann Thor­ leifsson 6, Tróndur Kragesteen 4, Bogi Berg 3, Birgir Poulsen 3, Jón Ludvík 2, Freddy Poulsen 1 KÍF: Damir Oros 13(3), Gert Hansen 10, Petur Martin Poulsen 6, Arnbjørn Hansen 5, Rógvi Weihe 2, Allan Mørkøre 2, Sune Davidsen 2, Teitur Joensen 2(1), Mirko Milinkovic 1 Brotskøst: Neistin 2, KÍF 7 Útvísingar: Neistin 4, KÍF 1 Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreasen F. Hansen FAKTA UM DYSTIN 1. deild verður eisini 27 umfør 2. deild skiftur næsta ár navn til 1. deild, og eins og í Formula-deildini verður talan her um 27 umfør Fótbóltur Jákup Mørk Tað tóktist breið semja vera um, tá feløgini leyg­ ar­dagin eftirmettu farna kappingarárið. Við hesum kemur kom­ andi kappingarár eisini at verða meira krevjandi hjá teimum, sum kappast um at sleppa á ovastu rók. Og fyri at dystartalið ikki skal gerast alt ov stórt, fellur kappingin um FSF- steypið burtur. Hetta var steypakapping, har lið úr Formula-deildini ikki tóku lut. Eisini var semja um, at longdin á kapp­ing­ar­ ár­inum verður óbroytt, soleiðis at tað framvegis eru nøkur umfør eftir, tá landsliðið spælir seinastu dystirnar á árinum. Tað plagar at vera fyrst í oktober mánaði. VÍF-Kyndil 25-21 (11-11) Málskjúttar VÍF: Iona Rápa 9(3), Sóleyg Mikkelsen 5, Frí›a Marjunardóttir 4(1), Jacklin Durhuus 2, Linda Johannesen 2 Kyndil: Jórun Ludvík 6(4), Súsanna Petersen 4, Lina Andriulyte 4, Randi S. Wardum 3, Linda Weihe 2, Anja Heinadóttir 1, Ey›rit Andreasen 1(1) Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 5 Útvísingar: VÍF 8, Kyndil 3 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen FAKTA UM DYSTIN