Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 21. november 2005 21 Auto Service Vit leita eftir einum skilafólki til at røkja og skipa roknskapar- viðurskifti okkara. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir avtalu. Bókhaldarin hevur beinleiðis tilvísing til stjóran og hevur ábyrgdina av at dagliga arbeiðið viðvíkjandi bókhaldi og roknskapi verður dagført. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna eisini um viðlíkahald og menning av mannagongdum í Auto Service Pf.. Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir, ert fyrikomandi og tekur arbeiðið í álvara. At vera roknskaparfólk hjá okkum er líka so mennandi og spennandi, sum tú gert tað til. Harvið meina vit, at tað hevur alstóran týdning, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og kanst hava tamarhald á fleiri uppgávum samstundis. Tú fært rættiligar fríar hendur at laga arbeiðsdagin og mest sannlíkt verður tú ein teirra, ið best veit, hvussu vit hava tað. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Árna Rasmussen á tlf. 345 400. Umsóknir, ið skulu verða okkum í hendi innan 1. desember, skulu sendast til: Auto Service telist millum størstu bilasølur í landinum og umboðar bilamerkini Peugeot, Nissan, Saab og Opel Auto Service P/F Árni Rasmussen undir Krákugjógv 100 Tórshavn undir Krákugjógv tel. 345400 Roknskaparfólk Í gjár gjørdist tað greitt, at Símun Eliasen komandi kappingarár verður leikandi hjálpar­venjari hjá barndómsfelagnum ÍF Fótbóltur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Um vikuskiftið fekk ÍF ein týðandi part av sínum leik­ ara­hópi til komandi kapp­ing­ arár upp á pláss, og fleiri av lyklaleikarunum skrivaðu und­ir nýggjan sáttmála. Ein teirra, Símun Eliasen, skrivaði samstundis undir sum leikandi hjálparvenjari. Ein góð stamma Teir spælararnir, sum um viku­skiftið skrivaðu undir við ÍF, eru brøðurnir Símun og Hanus Eliasen, miðvallarin Høgni Zachariassen og verju­ leikarin Bartal Eliasen. Sum skilst hevur áhugi verið fyri hesum spælarum úr øðrum feløgum, men teir valdu so allir fýra at halda fram í barndómsfelagnum. Sum nakað nýtt hevur ÍF komandi kappingarár tveir hjálparvenjarar. Um­­framt Símun Eliasen er Jón Simonsen settur sum hjálparvenjari, men enn er ikki endaliga avgreitt, hvussu arbeiðsbýti verður teirra millum saman við venjaranum Petur Simonsen. Ungarskur áleypari skal royndarvenjari Nú tað er greitt, at Sylla kom­andi kappingarár ikki verður í Fuglafirði, og at tað er sannlíkt, at Gunnar Nielsen heldur ikki verður við ÍF, leita fuglfirðingar sær eftir álopsstyrki. Hesin styrkur kemur møgu­liga úr Ungarn, tí fyrst í komandi ári kemur ein ungarskur áleypari at royndarvenja við fugl­ firðingum. Talan er um ein 23 ára gamlan leikara, ið millum annað hevur spælt á ungarska U-21 landsliðnum, og sum hevur spælt í bestu ungarsku deildini. Símun verður hjálparvenjari Sum skilst hava fleiri feløg víst Símun Eliasen áhuga, men fuglfirðingurin valdi at halda fram í barndómsfelagnum, har hann nú skal royna seg sum leikandi hjálparvenjari. Mynd: www.if.fo Jovevic til ÍF Fuglfirðingar hava mist nakað av fólkinum, sum teir høvdu farna kapp­ingarár, og tí er tilgongdin av jugoslaviska mið­ vallaranum, Alexander Jovevic úr TB, kærkomin Leikaraskifti Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sunnudagin skrivaðu ÍF og Alexander Jovevic undir eitt-ára sáttmála, soleiðis at jugoslavin komandi kapp­ ingarár skal styrkja um liðið hjá fuglfirðingum. Fjórða liðið í fýra ár Komandi kappingarár verður tað fjórða kapp­ing­ arárið hjá Jovevic í Før­ oyum, og ÍF verður sam­ stundis tað fjórða liðið hjá honum hesi fýra árini. Tá ið Alexander Jovevic á fyrsta sinni royndi seg her á landi, var tað á Skála, og síðani hevur leiðin gingið til NSÍ í Runavík og TB á Tvøroyri, og næsti steðgur hjá honum á ferðini verður altso ÍF í Fuglafirði. Fuglfirðingar hava mist nakað av fólki undan kom­ andi kappingarárí. Rúni Elttør fer at spæla við FS Vágum, og vandamikli áleyp­arin Sylla hevur gjørt sáttmála við føroya­meistararnar úr B36. Tað er tí ikki óhugsandi, at Alex­ander Jovevic ikki verður einasti nýggi spælarin hjá ÍF. Sunnudagin gjørdist tað greitt, at Alexander Jovevic komandi kappingarár verður at síggja í reyða búnanum hjá ÍF. Mynd: www.if.fo