mánadagur 21. november 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 223 - 21. november 2005
Søljan-Kyndil 16-
23 (7-10):
Avgreiðsla
hjá Kyndli
Kyndil vann uttan stór
vegis trupulleikar, tá tær
leygardagin vóru á vitjan
hjá Søljuni.
Fyri steðgin var munur
in millum liðini ikki tann
heilt stóri, og kanska hevði
Kyndil eisini hug at taka
sær av løttum. Seinastu
tíggju minuttirnar fyri
steðgin megnaðu tær tó at
leggja motstøðuna aftur
um seg, og so hildu tær
fast restina av dystinum.
Fakta um dystin
Søljan-Kyndil 16-23 (7-
10)
Málskjúttar
Søljan: Heidi Maria Aks
elsen 5, Sólja Jóanesdóttir
4(1), Arnleyg Haraldsen
2(1), Louisa Niclassen
2, Fía Selma Nielsen 1,
Hertha Simonsen 1, Irdi
Mikkelsen 1
Kyndil: Linda Andriulyte
6, Jórun Ludvík 4, Sús
anna Petersen 4, Anja
Heinadóttir 3, Eyðritt
Andreasen 3, Linda Weihe
2, Hildur Høghamar
Brotskøst: Søljan 3,
Kyndil 1
Útvísingar: Kyndil 2
Dómarar:
Sámal
Paulason & Kristian
Johansen.
---
Stjørnan-Tjaldur
35-25:
Tryggur
Stjørnu-
sigur
Eftir greiða sigurin á VB
leygardagin, kundu tær hjá
Stjørnuni taka sær meira
av løttum sunnudagin.
Tá kom Tjaldur á vitjan,
men talan varð ongan tíð
um spenning av nøkrum
serligum slag.
Tjaldur slapp kortini
at spæla við í dystinum,
men sæð burtur frá fyrstu
fáu minuttunum, so setti
Stjørnan seg trygt á dyst
in.
Tíverri hava vit ikki
hagtølini yvir dystin,tá
dómaraseðilin ikki er
tøkur.
-jm
VÍF hevði fult tamar
hald, og teir vóru
níggju mál framman
fyri Kyndil. Men tað
var um reppið, at teir
tveittu alt hetta fyri
borð í 10 minuttir
Atlantic Airways-
kappingin
Jákup Mørk
Vestmenningar høvdu ongan
sum helst hug at lata Kyndil
stinga avstað undan hinum
liðunum. Somikið stóð
greitt longu eftir fyrstu fáu
minuttunum í Vestmanna
sunnudagin.
Snøgt sagt, so bendi byrj
anin á, at VÍF rætt og slætt
skuldi hølva teir grønu
ígjøgnum, og munurin
millum liðini bæði toygnaði
alt meira á máltalvuni.
Tað var tó kanska meira
vánaligt Kyndils-spæl, sum
hevði hesa støðuna við sær.
Hvørki av liðunum tóktist
hava nakað serliga gott tak
á verjupartinum, og fleiri
ferðir sluppu menn alt ov lætt
at spáka gjøgnum verjurnar.
Men í mun til teir grønu, so
megnaði VÍF at skora upp
á sínar møguleikar. Hjá
Kyndli varð talan í allar
flestu førum um vánalig
skot, og so tóktist Dejan í
VÍF-málinum eisini at hava
ein góðan dag, har hann fyri
tað nógva las mótstøðuna
rætt av.
Uttan mál og mið
Og so tóktist tað fyri tað
allarmesta, sum hevði VÍF
fult tamarhald á. Teir fingu
spakuliga verjuspælið at
koyra betri, og tó at Kyndils-
menn stríddust, so tóktist
stríðið í nógvum førum at
vera einsæris og uttan mál
og mið.
Ikki minst kom hetta til
sjóndar, tá seinni hálvleikur
byrjaði. Skuldi Kyndil aftur
í dystin, so kravdi tað helst
eina góða byrjan upp á
seinna hálvleik. Men her
vóru vestmenningarnir so
púrasta ósamdir. Við fullari
ferð koyrdu teir á, og tá teir
grønu skiftust um at fremja
mistøk, vórðu hesi revsaði
uttan nakra sum helst náði.
At kanna sær skinnið
Gongdin bendi alt meira
á stórsigur og sanna eyð
mýking, men brádliga kom
vend í. Kanska hildu teir hjá
VÍF, at sigurin var komin í
hús, og tí tóku teir sær meira
av løttum.
Men Kyndil hevði ikki
givið skarvin yvir. Við støð
uni 25-16 fingu teir knappliga
eini tvey mál á rað, meðan
vestmenningarnir vóru í
undirtalsstøðu. Og so fingu
teir tevið av stigum. Við
einum máli fyri og øðrum eftir
varð munurin skorin niður.
Stríðsviljin og sigurstrúgvin
tóktist bara økjast, so hvørt
sum teir nærkaðust VÍF, hvørs
spælarar tóktust alt meira
ráðaleysir. Ein støða, sum
ikki er heilt óvanlig, tá lið fyrst
hevur sett ferðina niður.
Heilt spennandi gjørdist
tað, tá Kyndil hevði vunnið
seg á 25-23. Dómararnir
høvdu júst bríkslað fyri brots
kastið, og so kundi munurin
gerast bara eitt mál. Kanska
var tað eitt mistak, at lata
somikið ungan spælara
royna seg, men Hjalti Jac
obsen hevði verið tryggur
undan hesari royndini. Eli
Müller megnaði tó at lesa
hann rætt av, og tá Kyndil í
eftirfylgjandi VÍF-álopinum
fekk tvær útvísingar, fall
avgerðin. VÍF sópaði ivan
burtur við nøkrum skjótum
kontra-álopum, og so kundu
teir grønu bara iðra seg.
Meistararnir eru við
Enn er tað tó Kyndil, sum
liggur á odda í kappingini,
men munurin er nú minkaður
í tvey stig. Samstundis
mundi tað vera ein lætti hjá
hinum liðunum at staðfesta,
at teir grønu kanska ikki eru
so heilt einaráðandi kortini.
Og hjá VÍF var talan um
tiltrongdan sigur. Avrikini
higartil hava sveiggjað
nakað í dygd. Men við
hesum sigrinum staðfestu
meistararnir, at teir aftur
í ár vilja verða heilt har
frammi.
VÍF-Kyndil 31-26 (16-11):
Mundu tveitt alt fyri borð
Eftir ein lakan fyrra
hálvleik setti H71
ferð á eftir steðgin.
Og enn eru teir við í
bólkinum, sum eltir
oddaliðið
Atlantic Airways-
kappingin
Jákup Mørk
Strandingar iðraðu seg eftir
dystin móti H71 sunnudagin.
Fyri steðgin hevði heimaliðið
nevnliga eitt sera gott tak á
gestunum, sum ikki tóktust
hava styrkina at reisa seg
eftir vónbrotið móti Kyndli
seinasta vikuskiftið.
Hvørt tað var bragdliga
byrjanin hjá VÍF í Vestmanna,
sum var atvoldin, er ilt at
siga. Men í øllum førum
kom annað skil á spælið
hjá H71 eftir steðgin. Stóra
verjan fekst brádliga at
rigga, soleiðis at skotsterku
strandingarnir mest sum
ikki sluppu framat. Og so
broyttist støðan á máltalvuni
heilt skjótt.
Eitt korter inn í seinna
hálvleik var støðan 20-23,
og so høvdu hoyvíkingarnir
av álvara fingið luft. Teir
loyvdu á ongan hátt StÍF aftur
í dystin, sum altso endaði
við tryggum útisigri.
At VÍF so eisini helt fast
í dystinum móti Kyndli,
mundi bara hóva H71
heilt væl. Munurin upp til
oddasessin er nú aftur tvey
stig, og tað er jú nakað, sum
skjótt kann broytast.
Hjá StÍF varð talan hin
vegin um vónbrot, sum av
álvara kastaði skugga á
góðu avrikini hjá liðnum
í seinastuni. Enn er liðið
tó hampuliga væl fyri í
kappingini, og enn eiga teir
heimadyst á móti Kyndli. Ein
dystur, sum væl kann vísa
seg at vera avgerandi fyri,
hvørja støðu strandingarnir
skulu hava restina av kapp
ingarárinum.
StÍF-H71 26-31 (15-13):
Hoyvíkingar reistust
StÍF-H71 26-31 (15-13)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Bárður Danielsen 5, Bend
Djurhuus 4, Borgar Danielsen 3, Artur Johansen 3(1),
Alexandur Johansen 2(1), Leivur Justinussen 1(1),
Jørmund Joensen 1
H71: Piti Negru 8, Tróndur Vatnhamar 7(2), Jakob
Jónsson 5(1), Niels Viggo Niclassen 4, Heini Bendtsen
3, Johnny Durhuus 3, Sigtór Andreasen 1
Brotskøst: StÍF 6, H71 3
Útvísingar: StÍF 5, H71 5
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen
FAKTA UM DYSTIN
Halgir
ivast
Halgir Dahl Olesen
hevur nógvu tey seinnu
árini
verið
ein
av
týdningarmestu brikk
unum á H71-liðnum.
Støðugt hevur talan
tó verið um trupulleikar
við knænum, sum til tíðir
hava elvt til heilt stóra
pínu. Og nú tykist tað
vera spurningur, hvørt
hetta fer at steðga honum
heilt.
Sunnudagin var hann
ikki partur av liðnum hjá
StÍF. Skaðin, sum hann
øll árini hevur havt í
knænum, ber nú steðg við
sær, og komandi vikurnar
fara at vísa, hvørt hann
verður førur fyri at spæla
aftur ella ikki.
Men kenna vit Halgir
rætt, so skal í øllum før
um standa heilt illa til,
um hann velur at sleppa
hondbóltinum. Ikki minst
nú hondbóltsárið hjá H71
tykist gerast tað mest
spennandi í fleiri ár.
-mørk
Jákup Suni Andreasen og
liðfelagarnir í VÍF tóktust
ógvuliga tendraðir, tá teir sum
fyrsta liðið í ár basti Kyndli
Mend: Jens Kristian Vang
VÍF-Kyndi l31-26 (16-11)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 10(1), Sámal Joensen 6, Harald
Bjørgvin 5, Jákup Suni Andreasen 4(2), Regin Joensen
4, John Zachariassen 1, Áki G. Olsen 1
Kyndil: Marius Joensen 6, Ken Zachariassen 5(1), Hans
Áki Dal Christiansen 3(2), Høgni Klein 3(3), Ragnar
Stakksund 2, Hans Arni Thomsen 1, Rókur Akralíð 1,
Janus Einar Sørensen 1, Hanus Johansen 1
Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 9
Útvísingar: VÍF 9, Kyndil 6
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen. Høvdu
ilt við at halda nakra greiða linju.
FAKTA UM DYSTIN