mánadagur 21. november 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 21. november 2005
23
Við nullloysnini
í toppdystinum
í Vestmanna,
og stórsigri til
klaksvíkingar á koll
firðingum, eru nú
trý topplið í fremstu
deildini
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Oddadysturin í Vestmanna
endaði 2-2. Eitt skiftið varð
líkt til, at vestmenningar
fóru at enda omaná, men
veteranurin og føroyameist
arin frá 1983, Andrias Ziska,
vann eitt gott talv á 4. borði
ímóti Sjúrði Thorsteinssyni,
og tryggjaði havnarmonnum
ein kærkomnan javnleik.
Javnt á ovaru
borðunum
Tað sást á byrjanarspælinum
hjá Olaf Berg (avbýtisvari
anturin í fronskum), at hann
var nøgdur við javnleik við
hvíta fólkinum ímóti John
Rødgaard. Okkara einasti
altjóða meistari kýtti seg
hann var mentur fyri at
fáa okkurt lívligt burturúr
jøvnu støðuni, men Olaf
fekk rímiliga trygt hálað
javnleikin heim við aftur til
Havnar.
Carl Eli N. Samuelsen
og Helgi D. Ziska leiktu eitt
áhugavert talv á 2. borði. Helgi
telvdi sum vant kongaindiskt,
men kom tíðliga at standa eitt
sindur kroystur. Helgi bjóðaði
javnt í einari støðu, har hann
tó helt seg hava lítlan fyrimun.
Carl Eli hugsaði í 25 minuttir
um hann skuldi taka av til
boðnum ella ikki. Hann helt
seg nevnliga eisini hava lítlan
fyrimun. Eftir at hava sæð
støðurnar hjá liðfeløgunum á
hinum borðunum, tók Carl Eli
av remistilboðnum. Nógv lív
var í støðuni, men í liðkapping
er ein eisini noyddur at hugsa
um heildarmyndina. Skal ein
satsa í liðkapping, tá støður
nar hjá liðfeløgunum síggja
lovandi út? Ein spurningur
ringur at svara, serliga tá ein
sjálvur situr í búnum talvi.
Samson Højgaard vann
sítt fyrsta talv í ár, tá hann
sannførandi basti Jóhan Gaard.
Martin Poulsen og Bogi Ziska
vantaðu á havnarliðnum, tí
mannaðu Jóhan og Andrias
aftaru borðini hjá havnar
monnum. Samson gjørdi
sær dælt av heldur veika byrj
anarspælinum hjá Jóhan, og
hóast støðan eitt skiftið var
fløkt, eydnaðist tað Samson á
skilagóðan hátt at avvikla til
eitt vunnið endatalv.
Vestmenningar
vóru
sindur skuffaðir beint eftir
dystin. Teir mettu seg hava
havt støður til 3-1. Um havn
armenn eru samdir í hesum,
sigur søgan einki um.
Klaksvíkingar
vunnu stórsigur
Dysturin í Hvalvík var
merkiligur. Seint inni í
miðspælunum á teim f‡ra
borðunum, var tað als ikki
líkt til, at klaksvíkingar fóru
at vinna 3,5 - 0,5.
Haldur Suni Johansen og
Ólavur Simonsen høvdu inn
an triðja umfar einki stig
fingið. Tí kunnu teir kanska
báðir fegnast um javnleikin
teir leiktu á fyrsta borði. Av
gomlum vana gav Ólavur
eina finnu beinanvegin fyri
fríari spæl og leingi tr‡sti
hann Haldur Suna. Men hes
in vardi við góðari telving
manniliga borg, og helst
hevði Haldur Suni vinnandi
fyrimun í endatalvinum, tá
javnleikurin varð samdur.
Mát í tveir leikir, men tapti
tveir leikir seinni. Soleiðis
kann tað ganga viðhvørt. Mart
in Brekká hevði møguleikan at
seta Finnbjørn Vang skák og
mát, men leikti at kalla beint
aftaná ein tapandi leik, ið
misti frúnna. Eisini hevði Kári
Petersen hjá hvalvíkingum
vinnandi fyrimun móti
Rana Baldursson. Men Rani
fekk lumpað Kára við eini
finnu, sum rann heilt fram
á málstrikuna og avgjørdi
talvið.
Tá Tummas Martin Sól
sker eisini vann á Gunnari
Joensen á triðja borði, end
aði dysturin við stórsigri
til klaksvíkingar. Heldur
óvæntað hava klaksvíkingar
nú blandað seg í oddastríðið,
eftir at oddadysturin í Vest
manna fløskaði seg so væl
fyri teir.
Kollfirðingar á beint
Heldur óvæntað vunnu koll
firðingar 3-1 á Klaksvík
2. Ein javnari dystur var í
væntu, men kollfirðingar
ynsktu ivaleyst at sleppa úr
botninum, og tað hjálpti.
Hans Kristian Simonsen
og Hans Petur Joensen vunnu
á ávíkavist Rana Nolsøe og
Rógva Dragaberg.
Steintór Rasmussen held
ur fram við at skava stig
inn til lið sítt. Sunnudagin
leikti hann javnt ímóti ein
um øðrum fyrrverandi
føroyameistara, Torbjørn
Thomsen. Petur Hans Poul
sen og Karl Louis Johansen
leiktu somuleiðis javnt á
triðja borði.
Stuttligt at veteranarnir,
Rani, Steintór og Petur Hans
Poulsen, eru saman um tað
eina liðið hjá klaksvíkingum
í 1. deild. Teir fara í ár helst
at stríðast fyri at sleppa und
an niðurflyting og tá koma
royndir helst til sín rætt.
Fjórða umfar verður 03.
desembur. Tá hittast Klaks
vík 1 og Vestmanna.
Nógvir um boðið
í 2. deild
Í roynd og veru eru øll
seks liðini í 2. deild við í
kappingini um fyrsta pláss.
Tað verða kortini helst hesi
fýra lið, sum fara at táttast
harðast: HT 2, ST, TT og
VT2. Havnarmenn eru
fremstir, men rættiliga tætt er
millum liðini. Elevator-liðini
úr Sandavági og av Toftum
eru beint í hølunum.
HT 4 flýgur avstað
Í 3. deild hava teir úr HT 4
sannførandi tikið leiðsluna
eftir fyrstu trýumførini við
nærum fullum stigatali.
Sandavágsmenn og vest
menningar eru næsti í
røðini. Sum tað skilst av
Oyrarbakka, ætla teir eisini
at gera ein vørr í ár í 3. deild.
Í løtuni er Rókur nr. 4 við 8
stigum. HT 4 hevur 11.
Unglingadeildin er ikki
rættiliga komin í fasta legu.
Nøkur lið hava tikið seg úr
deildini og Rókur fær eitt lið
aftrat tí eina teir framanundan
hava í deildini. Vit venda tí
aftur til tey yngstu seinni í
kappingini.
Skakligaen
Illa gongst hjá útisetunum í
Keypmannahavn. Trý umfør
eru telvd og Talvfelagið Før
oyar er næstaftast á 9. plássi
við 7 stigum. Tvey lið flyta
niður í 1. deild. Sunnudagin
taptu okkara menn 2,5 - 5,5
móti Nordkalotten. Fremstir
eru Skolerne og DM vinn
ararnir seinastu fimm árini,
Helsinge.
Klaksvíkingar blanda seg
Veteranarnir í Klaksvík 2 vóru
yvirhálaðir, tá teir taptu greitt
fyri kollfirðingum. Eitt nú
var Rani Nolsøe hart kroystur
á fyrsta borðið, har hann
telvdi móti Hans Kristiani
Simonsen
3. umfar
Hvalvík-Klaksvík 1
0,5-3,5
Haldur Suni Johansen-Ólavur Simonsen
0,5-0,5
Martin Brekká-Finnbjørn Vang
0-1
Gunnar Joensen-Tummas Martin Sólsker
0-1
Kári Petersen-Rani Baldursson
0-1
Vestmanna-Havnin
John Rødgaard-Olaf Berg
0,5-0,5
Carl Eli N. Samuelsen-Helgi D. Ziska
0,5-0,5
Samson Højgaard-Jóhan Gaard
1-0
Sjúrður Thorsteinsson-Andrias Ziska
0-1
Klaksvík 2-Kollafjørður
1-3
Rani Nolsøe-Hans Kristian Simonsen
0-1
Steintór Rasmussen-Torbjørn Thomsen
0,5-0,5
Petur Hans Poulsen-Karl Louis Johansen
0,5-0,5
Rógvi Dragaberg-Hans Petur Joensen
0-1
Støðan
1 Havnin
7,5
2 Vestmanna
7,5
3 Klaksvík 1
7,0
4 Kollafjørður
5,5
5 Klaksvík 2
5,0
6 Hvalvík
3,5
2. deild
3. umfar
ST-VT2
1-3
HT2-GT
3-1
TT-HT3
1,5-2,5
Støðan
1 HT2
7,5
2 ST
7,0
3 TT
6,5
4 VT2
6,0
5 HT3
5,0
6 GT
4,0
3. deild
3. umfar
Rókur2-HT5
0,5-3,5
Rókur 1-HT4
2,2
KTF3-VT3
0,5-3,5
ST-GT
4-0
HT4-ST3
3,5-0,5
Støðan
1 HT4
11,0
2 ST2
9,5
3 VT3
9,0
4 Rókur 1
8,0
5 HT5
6,0
6 KTF4
4,5
7 Rókur 2
4,0
8 KTF3
4,0
9 ST3
3,5
10 GT2
0,5
Støður, liðkappingin
1. deild