Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 223 - 21. november 2005 Roy Keane, ið hevur verið ímyndin av Manchester United, er givin tí felagnum, har hann hevur verið við í so mongum sigrum. Men tíðin hjá Roy Keane í Manchester United fekk ikki ein virðiligan enda. Bikarið hjá Ferguson fleyt at enda yvir, og Keane fekk durafjórðingin eftir fleiri ósemjur teirra millum Enskur fótbóltur Stefan í Skorini Seinastu vikurnar hava ver­ ið rættiliga turbulentar í størsta felagnum í Onglandi, Manchester United. Endin á øllum rokinum gjørdist, at ein av teimum heilt stóru leikarunum gjøgnum tíð­ irnar, Roy Keane, noyddist at pakka saman og siga fel­ agnum farvæl. Á einum fundi fríggjadagin millum Sir Alex Ferguson, stjóran í United David Gill og Roy Keane sjálvan, fekk hann boð um, at hann ikki fór at fáa tilboð um nýggjan sáttmála, tá núverandi sátt­ máli rennur út komandi summ­ar. Keane visti, hvat klokkan hevði sligið, og tí komu part­ ar­nir ásamt um at steðga samstarvinum alt fyri eitt. Fleiri bløð skriva, at Keane í veruleikanum fekk durafjórðingin, tá Ferguson gjørdi greitt, at hann ikki longur vildi hava Keane í felagnum. Samrøðan, ið ongantíð varð send Roy Keane hevur ongantíð verið stríðsskýggjandi mað­ ur, og hann hevur mangan lagt seg uppá tvørs bæði í felagnum og á landsliðnum. Hansara stílur var tann sami á vøllinum sum uttanfyri - altíð harður og kontantur. Tá Manchester United fyri nøkrum vikum síðani tapti heili 4-1 fyri Middlesbrough, var trýst á bæði venjara og leikarum stórt. Roy Keane var skjótur at fara í fjølmiðlarnar við hvøssum atfinningum ímóti sínum liðfeløgum. Hann nevndi nøvn og segði, at fleiri teirra ikki høvdu uppiborið at spæla fyri United. Teimum vantaði tann rætta hugburðin at umboða eitt so stórt felag, var dómurin hjá Keane. Hetta segði Keane í eini samrøðu við MUTV, ið er sjónvarpsrásin hjá Man­ chester United. Leiðslan í fel­agnum gjørdi síðani av, at samrøðan ikki skuldi sendast orsakað av teimum heldur opinskáraðu metingunum hjá Keane. Men innihaldið í samrøðuni gjørdist skjótt almenn vitan. Ferguson metti, at Keane í hesum førinum var farin út um mark. Av tí at Keane altíð hevur havt sera høgan status í felagnum, hevur hann kunnað loyvt sær rætti­ liga nógv uttan at tað hevur fingið avleiðingar fyri hann persónliga, men í hesum førinum mistók hann seg. Umframt hesa verbalu skoluna omanyvir sínar lið­ felagar, hevur Keane eisini havt samanbrestir við bæði hjálparvenjaran Carlos Que­i­ ros og við Ferguson sjálvan. Ferguson royndi at sløkkja fleiri eldar um hetta mundið, tá hann royndi at fáa skútuna aftur á rættkjøl, og viðmerkingarnar hjá Keane bøttu als ikki um støðuna. Samrøðan varð tó víst í fullum líki fyri øllum leikarunum, men ikki fyri almenninginum. Fleiri vilja vera við, at Keane ikki kundi loyva sær at vera so atfinningarsamur, har hann kundi finnast so hvassliga at øðrum leikarum, við tað at hansara egnu avrik als ikki stóðu mát við tað, hann áður hevur víst. Avloysarin? Tann stóri spurningurin er nú, hvør skal átaka sær leiklutin hjá Roy Keane komandi árini. Beint nú hevur Alan Smith røkt uppgávuna sum defensivur miðvallari, hóast hann upprunaliga er áleypari. Tað munnu vera tey fægstu, ið meta, at hann kann lyfta arvin eftir Roy Keane. Ferguson hevur keypt fleiri miðvallarar seinastu ár­ini, men eingin teirra hevur megnað at bíta seg fastan á liðnum, og tí eru teir flestu sendir víðari til onnur feløg. Eingin ivi er um, at United hevur pening at keypa ein góðan miðvallara, men tað er ikki ein og hvør, ið kann fylla tómrúmið eftir Roy Keane. Roknað verður við, at Ferguson fær heimild at keypa ein nýggjan miðvallarleikara, tá transfer-vindeygað letur uppaftur í januar. Ímyndin av viðgongd Roy Keane gjørdist ímyndin av viðgongd, ið Manchester United hevur upplivað síðan fyrst í nítiárunum. Hann myndaði bulin av leikarum, ið høvdu dirvi og hegni at føra United uppaftur á tindarnar eftir nøkur áratíggjur í myrkrinum. Keane gjørdist skjótt eygu og oyru hjá Ferguson úti á vøllinum, og Roy Keane gjørdist liðformaður eftir fraklendingin, Eric Cantona. Keane var tann sokallaði bylgjubrótarin á miðvøllinum og gekk altíð á odda, tá tað harða arbeiðið skuldi gerast. Tí gjørdist hann eisini skjótt sera væl dámdur millum áskoðararnar hjá felagnum. Eftir Ryan Giggs er Keane tann virkni leikarin, ið hevur verið longst í felagnum. Tað man kennast sera løgið hjá bæði Keane og øllum, ið eru tætt kn‡tt at felagnum, at hann ikki longur verður at síggja í reyðu troyggjuni, og nú verður spennandi at síggja, hvat felag Keane fer at umboða framyvir. Hann hevur nevniliga boðað frá, at hann ikki fer at seta gaggurnar á hillina beinanvegin. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at hetta er endin á einum glansskeiði í søguni hjá Manchester United, nú Roy Keane og United eru farin hvør til sítt. Keane fekk durafjórðingin Eftir at tíðndafundur í Før­ oyum, prát við miðlar og ann­að av sama slag var lið­ugt, er tað nú álvari hjá Inga Højsted. Í dag skrivaðu hann og Birmingham undir sáttmálan, sum í fyrstu at­ løgu bindur føroyska mið­ vallaran at felagnum fram til 30. juni komandi. Og um alt gongst eftir vild, so verður talan eftir hetta um tr‡ ára sáttmála. Úrslitini í Premier League um vikuskiftið Leygardagin Wigan-Arsenal 2-3 Charlton-Manchester United 1-3 Chelsea-Newcastle 3-0 Liverpool-Portsmouth 3-0 Manchester City-Blackburn 0-0 Sunderland-Astovn Villa 1-3 West Bromwich Albion-Everton 4-0 Sunnudagin Tottenham-West Ham 1-1 Middlesbrough-Fulham 3-2 So varð undirskriftin í lagi Ingi og umboðsmaður hansara, Jákup í Stórustovu, fóru sunnudagin til Birmingham. Og í dag skuldi undirskriftin so setast á stiplaðu regluna www.sosialurin.fo Í 12 ár var hann sjálv ímyndin av striðs- og sigursviljanum hjá Manchester United. Og við hesi frágongdini tykist tað vera ein staðfesting, at eitt tíðarskeið í søguni hjá stóra felagnum nú er liðið Mynd: Reuters