týsdagur 22. november 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 224 - 22. november 2005
Summarið royndist illa
hjá sjófuglinum, og eitt
úrslit av hesum er, at
miðalvektin á pisunum
var væl lægri, enn hon
vanliga er
Havhestaungar
Bergur Olsen,
Náttúrugripasavnið
Summarið royndist sera illa
hjá sjófuglinum. So gott sum
ongar ritupisur og ternupisur
komu undan, og lítið kom
undan av lundapisum. Hav
hesturin, ið higartil hevur
klárað seg væl, hevði eisini
trupuleikar. Í Høvdanum
í Skúvoy vóru 15% færri
ungar. Í Nólsoy vóru eisini
færri ungar, og teir, sum
vóru tiknir í berginum, vóru
sera vánaligir. Teir flestu
havhestaungarnir, verða
tó tiknir á sjónum, og teir
eru so feitir, at teir ikki fáa
flogið, og kunnu tí takast frá
báti við glúpi. Roknast kann
tí ikki við, at stórur munur
er á vektini tey ymsu árini
á hesum havhestaungunum,
sum ikki fáa flogið. Kortini
vóru havhestaungarnir í ár
7% lættari enn fyri 16 árum
síðani.
Seinir á sjógv
Av tí at færri havhestaungar
eru komnir undan, var tí
eisini hugsandi, at havhesta
veiðan fór at vera verri í ár
enn vanligt, men tað var ikki
tann heilt stóri munurin. Hav
hestaungarnir komu eitt
sindur seinri á sjógvin enn
vanligt, og teir vóru kanska
eitt sindur ótættari á sjónum,
men teir flestu bátarnir fingu
helst nóg mikið. Ongi hagtøl
eru fyri havhestaveiðu, so tað
eru bert leysligar metingar.
Lættari
Nógvir av havhestaungunum,
ið komu undan í ár, vóru
helst lættari enn vanligt,
ja, so lættir, at teir kundu
flúgva beinan vegin teir fóru
úr reiðrinum. Teir lættastu
havhestaungarnir komu tí
ikki við ímillum teir, sum
vórðu tiknir á sjónum og
ikki fingu flogið fyri fita. Í
1988 og 1989 vigaði eg hav
hestaungar, sum vit tóku
ímillum Barðið og Mýling,
og tað samað varð eisini
gjørt í ár. Miðalvektin á
bøgunum í ár var 750g og
á steggjunum 897g. Sam
anborið við 1988 og 1989
vóru havhestaungarnir 7%
lættari í ár.
Steggjarnir nógv
størri enn bøgurnar
Steggjarnir eru nógv størri
enn bøgurnar, og tí er neyð
ugt at samanbera kynini
ímóti hvørjum øðrum fyri
at fáa álítandi úrslit. Tær
minstu bøgurnar eru minni
enn helvtin av einum stórum
steggja (sí mynd). Kynið
sæst bert við at hyggja eftir,
um fuglurin hevur eistur, ella
um hann hevur eggjaleiðara.
Hetta er torført at síggja á
ungum fugli, har eistrini bert
eru o.u. 2 mm lang. Um ikki
verður hugt eftir kyninum, er
munurin ímillum 1988/89 og
2005 bert 4 %, men tað er tí,
at vit fingu fleiri steggjar í ár
enn í 1988 og 89 (ávikavist
46% og 59%).
Nógvar óvissur
Tað er torført at samanbera
vektina á havhestaungum,
sum eru tiknir á sjónum, tí
tað eru so nógvar skiftandi
umstøður, ið kunnu hava
ávirkan á vektina á fuglun
um, sum ein fær fatur á.
Vindurin hevur helst mest
at siga, tí um nógvur vindur
er og óslætt, sleppa ungarnir
lættari á flog undan bátinum,
og tí kann hugsast, at bara
teir tyngstu verða tiknir, tá ið
vindur er. Ferðin á bátinum
hevur eisini týdning, so at
teir skjóttgangandi bátarnir
fáa fatur á onkrum løttum
ungum, sum høvdu sloppið
undan, um báturin gekk
seinri. Havhestaungarnir
vórðu tiknir ímillum Barðið
og Mýling øll árini, men
vindurin var meira í ár, so
tí hevði munurin helst verið
størri enn tey 7 %-ini, um
tað var minni vindur.
Havhestaungarnir vóru lættari í ár
Ljósu stabbarnir sýna títtleikan av bøgum við ávísu vektini. Myrku stabbarnir sýna tilsvarandi
títtleikan av steðgjum
Lítla føðin hjá sjófuglinum hevði við sær, at havhestaungarnir
vóru væl lættari í ár, enn teir vanliga eru
Ferðslutrygd setur
børnini í miðdepilin
mikudagin 23.
november. Vit
hava bjóðað øllum
teimum, ið dagliga
hava við trygdina hjá
børnum í bilum at
gera, til kunning um
hetta evnið
Tíðindaskriv
Endamálið er at arbeiða ímóti
einum felags støði og vit
anargrundarlagi, soleiðis at
øll fakfólk geva samsvarandi
upplýsingar til brúkaran.
Hetta økir trúvirðið og menn
ir hugburðin fyri trygd sum
heild.
Enn er ikki komið á mál,
tí alt ov nógv fólk gloyma
at binda síni børn, serliga á
teimum stuttu koyritúrunum.
Tað kann ikki sigast nóg oft
ani, hvussu stóran týdning
trygdarbeltið hevur, um ein
skal sleppa so snikkaleysur
sum gjørlig frá eini ferðslu
vanlukku. Av tí at børn er
so bleyt, kunnu tey koma
serliga illani fyri, um tey
ikki sita íbundin.
Ferðslutrygd:
Børnini í miðdepilin mikudagin