Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 22. november 2005 3 Samskip hækkar oljuav­ gjaldið Teir høgu – og støðugt høgu – oljuprísirnir fáa nú eisini avleiðingar fyri viðskiftafólkini hjá flutningsfelagnum Samskip. Felagið hevur fyri løtu síðani sent út eitt skriv til viðskiftafólk síni, har greitt verður frá, at felagið sær seg noytt til at hækka oljuavgjaldið. Oljuavgjaldið fer at hækka úr 12 upp í 16%. Henda hækkingin kemur í gildið 1. Desember. Sagt verður, at olju­av­ gjaldið verður roknað av sjófrakt og av koyring í Føroyum. Stjórin í Kall, Bjarni Askham Bjarnason, heldur tað verða neyðugt, at tað almenna gongur á odda, um vit skulu hava eina veruliga KT-vinnu í Føroyum KT-vinna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum nevnt aðrastaðnis í blaðn­­um hevur Føroya Tele havt eina risavøkstur innan breiðbandsútbreiðsluna sein­ astu mánaðirnar. Harðasti kappingarneytin hjá Føroya Tele er Kall, og hjá teimum er støðan júst tann sama. Størst vøkstur innan privatkundar Bjarni Askham Bjarnason, stjóri í Kall, sigur, at vøkst­ ur­in hjá teimum líkist tí hjá Føroya Tele í prosentum og kanska væl tað. - Vit hava havt ein øgiligan vøkstur á breiðbandsøkinum, og tað er serliga á tí privata marknaðinum, at vøksturin er stórur, sigur Bjarni Ask­ ham Bjarnason. Stjórin í Kall sigur, at tað serliga eru tey bíligaru breið­ bands­haldini, ið eru nógv umbiðin, men nakað verður eisini spurt eftir teimum størru. Onkur má ganga á odda Aðrastaðnis í blaðnum før­ir Richard Mort­en­sen, stjóri í FT Samskifti, fram, at tað er neyðugt við einum veruligum KT-umhvørvi í Før­oyum, um vit skulu fáa eina veru­liga KT-vinnu í gongd her á landi, og hesum er Bjarni Askham Bjarnason samdur í. - Útbjóðararnir eru ikki nøkur forðing fyri menn­ ingini av eini KT-vinnu, men onkur má ganga á odda og skapa karmarnar. Her haldi eg, at tað hevði verið púra náttúrligt, at tað var tað al­menna, sum gjørdi tað. Tá hugsi eg bæði um reint handilsliga, men eisini hvat viðvíkur útbúgving og øðrum, sum skal til, um vit skulu fáa eina veruliga KT- vinnu, sigur Bjarni Askham Bjarnason. Tað almenna má ganga á odda Stjórin í Kall, Bjarni Askham Bjarnason, heldur tað verða neyðugt, at tað almenna gongur á odda, tá ið tað ræður um at fáa eina veruliga KT- vinnu í gongd í Føroyum