Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 224 - 22. november 2005 Hjá Føroya Tele hava tey seinastu mánaðirnar havt úr at gera við seta upp breiðband fyri bæði privatfólk og vinnulívskundar. Síðani Føroya Tele í september kom við nýggjum tilboðum, er nøgdin av breið­ bands­kundum vaksin við ikki minni enn 55 prosentum. Breiðbandsboom Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teldan og alnetið er í dag ein náttúrligur partur av einum og hvørjum húsarhaldi, eisini her í Føroyum. Tá ið Føroya Tele í september í ár lækkaði prísin á breiðbandi við 20 prosentum, høvdu tey eisini roknað við einum ávísum vøkstri, men at talan skuldi verða um eitt slíkt boom, var ikki heilt væntandi. Yvirhála Týskland, Bretland og Frakland Richard Mortensen, stjóri FT Samskifti, er errin av stóra vøkstrinum á breið­ bands­marknaðinum, og hann sigur, at vit nú í altjóða høpi eru farin úr 3. deild upp í oddin í næstfremstu deildini. - Um vit samanbera okkum við onnur vesturlendsk lond í sambandi við breið­bands­ útbreiðslu, so hava vit hetta seinasta árið yvirhálað so mæt lond sum Týskland, Bretland og Frakland. Vit liggja nú oman fyri mið­altalið hjá OECD í breiðbandsútbreiðslu, og eg vænti, at vit innan stutta tíð eru komin ájavnt við tey allarfremstu londini, sum eru til dømis Danmark, Ísland og Korea, sigur Richard Mortensen. Við árslok 2005 verður út­breiðslan av breiðbandi í Føroyum umleið 10 prosent, og leysliga mett svarar tað til, at fjórða hvørt húsarhald hevur breiðband, sigur Richard Mortensen. Stjórin í FT Samskifti greið­ir frá, at fremstu londini hava eina útbreiðslu, sum liggur um 23-24 prosent, og har eru Føroyar vónandi um eini tvey ár, heldur hann. Neyðugt við eyka orku At vøksturin innan breiðband hjá Føroya Tele gjørdist so ógvusligur, hevði eisini við sær, at fyritøkan fekk ávísar trupulleikar við at veita tæn­ astuna og fáa sett upp hjá fólki. - Tað hevur verið øgiligt trýst á, og vit hava verið noydd til at fáa eyka fólk inn at hjálpa til, men eg vænti, at einaferð í komandi mánað er tað alt komið upp á pláss, sigur Richard Mortensen, sum tó væntar, at vøksturin innan breiðband verður avtakandi næstu tíðina. Herfyri var Richard Mort­ en­sen á eini ráðstevnu í Liktenstein, og har helt hann ein fyrilestur um breið­ bandsmarknaðin í Føroyum og gongdina seinastu mán­ að­irnar. - Tá ið eg greiddi frá um stóra vøksturin hjá okkum, vóru tey ógvuliga bilsin, greiðir Richard Mortensen frá. Tørvur á einum KT-umhvørvi Hesa seinastu tíðina hevur nokk so fitt av kjaki verið um KT-vinnuna í Føroyum, men Richard Mortensen heldur, at hetta kjak er farið av sporinum. - Tað hevur verið ført fram, at vit eru ein forðing fyri menning av eini KT- vinnu í Føroyum. Eg haldi, at júst kappingin millum okkum og Kall er gott fyri menningina av vinnuni. Vit hava breiðband í Føroyum til ein hóskandi prís, og tað er tí eingin forðing. Um vit til dømis taka eina fyritøku við 100 starvsfólkum, so hev­ur hon leysliga mett breið­bandsútreiðslur árliga, ið svara til eina einkulta ársløn, so tað er ikki har, at KT-vinnan stendur og fellur, heldur Richard Mortensen. Hann heldur, at veruligi spurningurin er, hvussu vit fáa bygt upp eitt KT- um­hvørvi her í Føroyum. - Vit noyðast at gera karm­ arnar, soleiðis at tað verður lokkandi hjá teimum røttu fólkunum at seta pening í og starvast innan KT-vinnuna í Føroyum. Eisini noyðist hvørt einstakt KT-virki strat­egiskt at velja sær eitt vinnuøki innan KT, ið man fer at leggja seg eftir, sigur Richard Mortensen. Stjórin í FT Samskifti er sannførdur um, at tað ber til at fáa eina veruliga KT-vinnu í Føroyum, men hann heldur tað verða umráðandi, at tað almenna so eisini spælir við, til dømis við at tað almenna brúkar føroyskar KT-fyri­tøk­ ur til størri almennar upp­ gávur, sigur hann. Risavøkstur innan breiðbandskundar Richard Mortensen, stjóri í FT Samskifti, er errin av stóra vøkstrinum á breiðbandsøkinum seinastu mánaðirnar. Tá ið hann á ráðstevnu í Liktenstein herfyri greiddi frá stóra vøkstrinum, vóru luttakararnir ovfarnir av tíðindunum. Mynd: Jens Kr. Vang Auto Service Vit leita eftir einum skilafólki til at røkja og skipa roknskapar- viðurskifti okkara. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir avtalu. Bókhaldarin hevur beinleiðis tilvísing til stjóran og hevur ábyrgdina av at dagliga arbeiðið viðvíkjandi bókhaldi og roknskapi verður dagført. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna eisini um viðlíkahald og menning av mannagongdum í Auto Service Pf.. Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir, ert fyrikomandi og tekur arbeiðið í álvara. At vera roknskaparfólk hjá okkum er líka so mennandi og spennandi, sum tú gert tað til. Harvið meina vit, at tað hevur alstóran týdning, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og kanst hava tamarhald á fleiri uppgávum samstundis. Tú fært rættiligar fríar hendur at laga arbeiðsdagin og mest sannlíkt verður tú ein teirra, ið best veit, hvussu vit hava tað. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Árna Rasmussen á tlf. 345 400. Umsóknir, ið skulu verða okkum í hendi innan 1. desember, skulu sendast til: Auto Service telist millum størstu bilasølur í landinum og umboðar bilamerkini Peugeot, Nissan, Saab og Opel Auto Service P/F Árni Rasmussen undir Krákugjógv 100 Tórshavn undir Krákugjógv tel. 345400 Roknskaparfólk