týsdagur 22. november 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 22. november 2005
Fyrsta lagið hjá The
Message er lagt á
heimasíðuna hjá
bólkinum, og endiliga
sleppa føroyingar at
hoyra henda so sera
hemmiliga bólk
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Nýggi
super
bólkurin
við øllum teimum nógvu
penu tónleikarunum “The
Message” gevur sum áður
sagt útgávuna »1000 sms« út
hósdagin 24. november. Men
longu nú er heitislagið tøkt á
heimasíðuni: HYPERLINK
w w w . 1 0 0 0 s m s . f o
www.1000sms.fo. Tónleikur
in er glaður poppur sungin á
føroyskum, við fittum teksti,
tað riggar ordiliga væl og er
eitt nýbrot í føroyskum tón
leiki.
Bólkurin skrivar í tíðinda
skrivi: “Vit halda tað vera í
lagi at lata lagið leka út, tí vit
vænta, at tú verður í góðum
lag av tí!
Okkara fatan er, at tú ikki
byrjar eina búrmáltíð við
høvuðsrætti ella desert, og
tí hava vit valt at borðreiða
við heitislagnum, ið er ein
lættur undanrættur, sum
mest av øllum er merktur av
tónleikaligum meginstreymi.
Lagið snýr seg um nakað so
gerandisligt og samstundis
so sterkt sum kærleika; ella
»Long Distance Relations«
sum vit hava valt at rópa søg
una í sanginum.
Okkum fýra dámar so nógv
ymiskt; til dømis Coldplay,
Manic Street Preachers og
Maroon 5. Men eitt hava
vit, sum eru í aldrinum 17
til 25, í felag: At einki er
betri enn at vera forelskaður!
Tá ið tað snýr seg um hetta,
ræðast vit hvørki fangandi
mainstream-popprokk ella
tugdar hugmyndir, latnar í
lagfagran, lættan og fang
andi tónabúna, ið er ljóð
blandaður lýtaleyst og lekk
urt. Tí í hesum sambandi eru
vit sum øll hini!
Sjálvir halda vit lagið
vera einfalt og ærligt. Her
er eingin attituda, latin í
ovurdimensjóneraða orku.
Og her er heldur ikki fet
ichisma, skrøggutur sjón
leikur ella smøl fjeppara
flokking. Men kanska er tað
júst teksturin, sum goymir
einfalda gloypibitan. Ja,
kanska eru boðini frá okkum
fýra til øll onnur, at vit altíð
kunnu senda sms og harvið
ongantíð vera einsamøll og
hjálparleys. Vónandi hava vit
við støði í hesum boðskapi
gjørt eina landaplágu!
Søgan um sangin »1000
sms« er annars serlig.
Høvuðspersónurin, Janus
Rasmussen, var sjúkur, og
hinir sótu og jammaðu.
Teir tríggir spældu síðan
lagið fyri Janusi ígjøgnum
telefonina. Stutt eftir sendi
hann teimum tekstin í einum
sms-boðum, og á hendan
hátt var hugskotið kveikt.
Sum okkara sera krímsjúki
Janus tók til í telefonini:
- Hvat er beira datúrligt
edd ad sedda bidst túsudd
sms til hada, tú elskar”
GBOB verður aftur
í Føroyum næsta ár,
tað væntar væl nøgdi
fyriskiparin Jón Tyril,
sum gleðist um høga
støðið í føroyskum
tónleiki.
GBOB
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jón Tyril úr G!Music,
ið skipaði fyri føroysku
útgávuni av GBOB, var
ræðuliga væl nøgdur við
tiltakið, tá vit prátaðu við
hann sunnudagin. Hann
segði, at áskoðaratalið var
nøktandi, hóast tað ikki var
útselt nakað av kvøldunum.
Fólk vóru glað, og hølini
kendust ongantíð tóm.
Hóast talan var um kapp
ing, so segði hann, at hann
merkti einki til nakran
illvilja, ella neiligan kapping
arhuga. Heldur ikki millum
tónleikararnar. Har var ein
feel good kensla, eitt sindur
sum á G! sigur Jón. Hetta
er við til at menna føroyskan
tónleik, og hann heldur, at
tú føldi á tónleikarunum,
at teimum dámdi væl at lut
taka.
Hann heldur, at tiltakið
var so væl eydnað, at hetta
væntandi verður gjørt aftur
næsta ár.
Øgiliga fjøllbroytt
Hann frøddist almikið um
fjølbroytni og helt, at tað
var frálíkt, at t.d ein bólkur
sum Moja valdi at luttaka, tí
hetta gav kappingini nakað
heilt annað. Eitt ordiliga
positivt ískoyti, við ordiliga
etableraðum tónleikarum,
“...og sangarindurnar tær
hava sungið, síðan eg var
smádrongur, sigur Jón”.
Tær fara á sama pall sum
ungir punkbólkar, sum
bara koyra beint fram og
umhugsunarsamur popp
rokkur, sum tann hjá Mari
usi, tað gerst ikki nógv meira
fjøllbroytt enn hetta.
Eisini útlendsku dómar
arnir vóru væl nøgdir og
hildu, at alir tólv finalu
bólkarnir vóru ordiliga
góðir. Bæði útlendsku og
føroysku dómararnir hava
skriva viðmerkingar um
hvønn bólk í sær, og hesar
verða nú savnaðar og sendar
til bólkarnar.
Framtíðin sær bjørt út
Nógvir nýggir bólkar luttóku
í ár, og Jón heldur, at her er
talan um nógv stór talentir,
Hetta søgdu dómararnir
eisini. Jón heldur serliga,
at bólkurin Skunk var eitt
stórt og jaligt yvirraskilsi,
eitt slag av útrykksfullum
og sterkum punkbólki, sum
kann fáa eina stóra framtíð.
Hópin av nýggjum
føroyskum tónleiki
er á listanum, og
aftur í ár kunnu
nógv vænta, at hørðu
pakkarnir undir
jólatrænum eru før
oyskar fløgur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Uppundir jól kemur altíð
nógvur føroyskur tón
leikur út, og hetta setur
dám á sølulistanum hjá
Føroya størsta fløguhandli
3’aranum. Aftur hesa vik
una er tað savnsfløgan
Popplist 4, ið liggur ovast
á listanum. Popplist 4 hev
ur ligið á ovastu rók, líka
síðan hon kom út. Við
landaplágum sum Forever
and Beyond hjá Makrel, 1
veittiii hjá Orkestriiinum
her vestriii og Muscleman
blað hjá 200, eru sølutølini
støðugt vaksandi.
Sum árini ganga hjá
Hjalta Skaalum var á øðr
um plássi í síðstu viku,
men er hesa vikuna dottin
niður á sjeynda pláss, og
Poppkorn, sum lá á triðja
plássi við Sjeikinum, eru
dotnar niður á áttanda
pláss. Báðar hesar fløgur
komu út og inn á listan í
síðstu viku.
Tríggjar nýggjar før
oyskar fløgur koma inn á
listan. Nýggja fløgan hjá
Anniku Hoydal Til børnini
hjá børnunum er ikki heilt
óvæntað á øðrum plássi,
meðan sølan av Einki utt
an Jesus við Heina Lützen
hevur tikið dyk á seg og
fløgan liggur á fjórða plássi.
Perlurnar hjá Dynamitt eru
komnar inn á fimta pláss.
Útlendsku fløgurnar, ið
eru á listanum, eru nýggja
fløgan hjá Madonnu, og
tær tríggjar Now savns
fløgurnar Now That’s What
I Call Music 14, Now Big
Hits 2005 og Now Christ
mas 2005.
GBOB - menningin sigraði
Ikki minst fegnaðust
fyrireikararnir um stóra
fjølbroytni, sum GBOB-
kappingin vísti
1000 sms á netinum
Sera nógv er á skránni hjá
Lenu í løtuni, í síðstu viku
var Lenu tónleikagestur
á P4, ið er næst størsta
danska útvarpsstøðin. P4
vendir sær til ein vaksnan
lurtaraskara. Lena spældi
live í eini sending.
Hesa vikuna ferðast
hon kring Danmark og
vitjar aðrar av teimum
størru útvarpsstøðunum.
Umframt, at hon er á kon
sertferð við amerikansku
songkvinnuni Beth Hart,
tær spæla fyri útseldum
hølum kring alt Danmark.
nud
Lena hevur
úr at gera
Nógv nýtt føroyskt