Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 224 - 22. november 2005 Bæði børnini og børn­ ini hjá børnunum fingu eitt litfagurt “tónatyssi” av kendum gomlum og spennandi nýggjum barnasangum, tá Ann­ ika Hoydal bjóðaði á familjukonsert á Gamla Meiarínum leygardagin Konsert Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tey høvdu ikki latið sær siga tvær ferðir – børnini hjá børnunum, sum vórðu bjóðað til familjukonsert hjá Anniku Hoydal leygardagin. Forhøllin á gamla Meiarínum var stúgvandi full av omm­ um, mammum, pápum og øll­ um hinum børnunum, sum ótolin og spent bíðaðu eftir, at dyrnar fóru upp. Blanda tónatyssi Hinumegin hurðina mundu Annika og tónleikararnir hava bíðað líka spent, tí øll vóru ikki meir enn komin at sita, tá Annika stemmaði í - Rabababa rababababa .... Rottur gnaga, rottur spjaða .... Alt fyri eitt vóru øll við í kórinum. Eina løtu tóktist tað, sum at bæði Annika og tey stóru børnini púra høvdu gloymt, at tað eru 30 ár síðani, tey fyrstu ferð sungu handan sangin. Tað var, tá Annika gav sína fyrstu plátu til børnini út. Tey hava uttan iva eisini sungið gomlu sangirnar fyri sínum børnum, tí tey kendu teir líka væl sum foreldrini og rabbaðu hugaliga við Rottusanginum og øllum hinum. Í síðstu viku fingu so børn­ ini hjá børnunm teirra egnu fløgu frá Anniku. Og nú, øll vóru komin á familjukonsert, fingu tey eitt stórt, blandað “tónatyssi” av kendum goml­ um og spennandi nýggjum barnasangum. Og søgum. Tí Annika dug­ ir ikki bara væl at syngja. Hon veit eisini altíð onkra spennandi søgu at fortelja um sangirnar. Og meðan Annika og tónleikararnir togaðu eitt svart klæði av eini talvu við bókstavunum, fortaldi Annika søguna um læraran hjá sær, Tongla Tummas. Tá børnini í skúlaflokkinum hjá Anniku hildu, at okkurt var øgiliga ringt at læra, plagdi Tongla Tummas at læra tey at syngja tað í staðin fyri at lesa tað. So bleiv tað lætt­ari. Tað mundu børnini hjá børn­ unum vera samd í, tí skjótt dugdu øll at syngja “Bók­ stavasangin”, meðan Annika vísti á stavirnar við einum langum peikipinni. Løgnir heimar Barnasangirnir hjá Anniku eru ikki bara stuttligir at syngja. Teir eru eisini eitt sindur løgnir. Og tað er okkurt við teimum, sum ger, at man ongantíð gloymir, hvat teir eru um, sjálvt um man ikki rættiliga skilur tað. - Hvussu mundi hasin veðrurin síggja út, sum hevði so lang horn, at ein drongur fór upp í toppin á teimum í februar og ikki kom niður aftur fyrr enn á jólum? Tað mundu fleiri av okkum fram­ vegis gruna yvir, meðan vit sungu kvæðakenda sang­in “Eg fór mær til Gjáar”. Og ivaleyst munnu hesi yngstu børnini eisini fara at sita og gruna yvir, hvussu tað mundi følast hjá Grátt undir steini mammuni, pápanum og didduni, tá ein drongur setti seg á teirra steinhús í bønum at hvíla seg í sang­ inum um Grátt undir steini familjuna. Soleiðis eru sangirnir hjá Anniku heilir ævintýrheimir, har orðini allatíðina skapa nýggjar myndir í huganum. Har var sangurin um Mykju­ fluguna sum longdist út til Mykines, Skarvapisuna sum hugdi út á Skarvanes, Torvatrøllið, sum sá heilt norð til Trøllanes ... Ella fremm­andi snigilin, sum teir svørtu, føroysku sniglarnir kveistraðu burtur, tí hann var reyður, og sum tí mátti sita einsamallur og syngja sítt Sniglablues. Tillukku ... Beint áðrenn konsertin end­ aði, komu tónleikararnir Eyð­un, Jógvan og Kaj í tank­ar um, at teir høvdu keypt Anniku eina føðingar­ dagsgávu, tí hon jú hevði føðingardag hendan dagin. Og børnini vóru skjót at tríva í føðingardagssangin “Tillukku góða Annika”. Men tá Annika byrjaði at pakka fína pakkan upp, ork­ aðu tey ikki at sita still meir, men máttu sleppa at síggja, hvat var í. Í fína pakkanum fjaldi seg eitt vakurt føroyskt turri­klæð – og so slapp Ann­ ika ikki undan at syngja enn ein sang aftur fyri. Familjukonsert: Ra bababa ... Ra ba ba ba Børnini hildu ondini, meðan Annika fortaldi stuttligar, løgnar og spennandi søgur afturvið sangunum ... Á eini konsert fyri børnini hjá børnunum ger tað onki, um man ikki situr pinnastillur á stólinum allatíðina. Og Annika helt tað bara vera deiligt at sleppa at læna børnini eina løtu Tað er nógv lættari at læra bókstavirnar, tá man sleppur at syngja teir, helt Annika, sum hevur gjørt ein nýggjan bókstavasang ... Ein rúgva av børnum, mamum, pápum og ommum bíðaðu spent eftir at sleppa í føðingardags- og familjukonsert hjá Anniku Hoydal Annika og tónleikararnir Eyðun, Jógvan og Kaj góvu áhoyrararnum eitt litríkt “tónatyssi” av gomlum og nýggjum barnasangum