Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 22. november 2005 7 Ávarar ímóti lívfrøðiligum yvirgangi Stjórin í altjóða løgreglusamstarvinum Interpol, Ronald Noble, væntar, at yvirgangsfelagsskapir sum al-Qaeda fara at brúka lívfrøðilig vápn í sínum atsóknum. Á einari ráðstevnu í Cape Town í Suðurafrika mána­ dagin segði Ronald Noble, at tað kann væl hugsast, at yvirgangsmenn fara at lata seg smitta við einum ella øðrum drepandi virusi, og at teir síðani fara at ferðast ímillum fólk sum livandi smittubumbur, sum hann tók til. Sum dømi nevndi lívshættisligar sjúkur sum ebola, miltbrand og koppar. Harafturat kann tað henda, at yvirgangsmenn fara at breiða drepandi sjúkur við postinum, eins og gjørt varð í USA í 2001, tá fleiri týðandi amerikanarar fingu miltbrandbakteriur sendandi í postinum. Ronald Noble vísti á, at al-Qaeda hevur langt síðani sagt seg vera til reiðar at drepa fleiri milliónir fólk við lívfrøðiligum og evnafrøðiligum vápnum, og hann minti ráðstevnuluttakararnar á, at al-Qaeda hevur tol til at fyrireika og fremja atsóknir, sum tey flestu halda vera óhugsandi. Við hesum sipaði hann ivaleyst til atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon fyri góðum fýra árum síðani. Funnu rúsevni í flogfari Myndugleikarnir í Venesuela komu nú um dagarnar fram á heili 2,8 tons av rúsevninum kokain umborð á einum privatflogfari. Tað var venesuelski forsetin, Hugo Chavez, sum kunn­aði fjølmiðlarnar um tilburðin. Hann greiddi frá, at rúsevnissmuglararnir høvdu gjørt eina lítla flogbreyt inni í skóginum, men at teir høvdu fjalt hana væl. Kortini eydnaðist tað einum herliði at finna breytina, og har komu her­menninir fram á flogfarið við tí nógva rúsevninum. Sambært Chavez var flogfarið skrásett í USA, og síðani hava myndugleikarnir í Venesuela tikið ellivu fólk, sum nú verða skuldsett fyri rúsevnissmugling. Tað er alment kent, at rúsevnishandilsmenn í Kolombia smugla nógv rúsevni inn í Venesuela og haðani til USA og Evropa. Venesuelsku myndugleikarnir halda, at á hvørjum ári koma umleið 160 tons av rúsevnum koma inn um markið, áðrenn tey verða send á amerikanska og evropeiska marknaðin. Kvinnur ikki so ósekar Triði hvør breti heldur, at kvinnur, sum ganga í eggjandi klæðum ella eru fullar, mugu átaka sær ein part av skyld­ ini, verða tær neyðtiknar. Tað vísir ein kanning, sum Amnesty International í Bretlandi hevur gjørt. Felagsskapurin er skelkaður av útslitinum, og for­ maðurin, Kate Allen, sigur við BBC, at stjórnin noyðist at skipa fyri einum átaki, sum skal broyta hesa uppfatanina. Teir bretsku dómararnir eru eisini skelkaðir av úrslitinum. For­maðurin í dómarafelagnum í Onglandi og Wales, Ken McDonald, vísir á, at í flestu førum eru tað nevningar, sum døma í neyðtøkumálum, og vit sleppa ikki undan, at hendan uppfatanin eisini er galdandi teirra millum, sigur hann. Í dag enda bara seks prosent av teimum fráboðaðu neyðtøkunum í Bretlandi við dómi. Kanningin hjá Amnesty International vísti eisini, at flestu bretar hava onga hóming av, hvussu nógvar kvinnur verða neyðtiknar. Tað almenna talið í fjør var 12.867, og tað var fýra prosent fleiri enn árið fyri, sigur BBC. Ætlaði at roykja í flogfarinum Tann 24 ára gamla franska kvinnan Helene Sellies við­ gekk í rættinum í avstralska býnum Brisbane, at hon hevði roynt at gloppa dyrnar á einum ferðamannaflogfari, tí hon ætlaði at festa sær í. Helene Sillies var við einum flogfari úr Hongkong til Avstralia seinasta leygardag. Brádliga sá ein flogterna, at hon fór fram til hurðina á flogfarinum við einum tendrara og einari sigarett í hondini, og at hon royndi at lata hurðina upp. Tað eydnaðist kortini flogternuni at fáa hana at seta seg aftur. Í rættinum í Brisbane greiddi franska kvinnan frá, at hon torir ikki at flúgva, og at hon tí hevði tikið sovi­tabl­ ettir, og at hon eisini hevði drukkið, áðrenn hon fór í flogfarið. Sjálv segði hon seg ikki minnast, at hon hevði roynt at gloppa dyrnar á flogfarinum. UTTAN ÚR HEIMI Brøðurnir Ahmed og Mohamed úr Egyptalandi vóru siamesiskir tvíburðar, tí høvd teirra vóru samanvaksin, tá teir vórðu føddir. Í oktober í 2003 vórðu teir lagdir undir skurð á einum sjúkrahúsi í Dallas í USA. Skurðviðgerðin vardi 34 tímar og eydnaðist so væl, at fyrradagin komu teir báðir aftur til Kairo. Men nú sótu teir í hvør sínum stóli. Nú sita teir í hvør sínum stóli Granskarar umhugsa at spræna sjógv inn undir Venezia í einari roynd at bjarga tí søkkandi býnum Italia Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tey seinastu 300 árini er tann søguligi italski býurin Venezia sokkin longri og longri niður, og nógv uppskot hava verið um, hvussu býurin skal bjargast. Nú eru nakrir verkfrøðingar og jarðfrøðingar komnir við einum uppskoti afturat. Teir skjóta upp at grava tólv hol niður í jørðina í einum ringi runt um býin og at spræna sjógv niður ígjøgnum holini. Sambært úrtokningunum, sum teir serkønu hava gjørt, fer sjógvurin at lyfta býin einar 30 centimetrar. Verður verkætlanin veru­ leiki, fer hon at kosta einar 750 milliónir krónur, og tað fer at taka eini tíggju ár at lyfta Venezia teir 30 centimetrarnar, skrivar AP. Ætla at bjarga Venezia Í gjár vóru 42 ár, síðani amerikanski forsetin John F. Kennedy varð myrd­ ur, og morðið er fram­ vegis ein gáta Morð Árni Joensen: fartekst@mail.dk John F. Kennedy var yvir­ høvur væl umtóktur, áðrenn hann bleiv skotin í Dallas tann 22. november í 1963, men síðani morðið hevur hann havt støðu sum ein hetja í søguni. Enn tann dag í dag verður morðið roknað sum ein gáta. Hvør myrdi forsetan? Var tað mafian, útlagnir kubanar í USA, Fidel Castro, FBI, CIA ella kanska russararnir? Enn hevur eingin kunnað prógvað annað, enn at tað var Lee Harwey Oswald, sum var drápsmaðurin, og at hann var einsamallur um morðið. Hóast skjøl í hundrað­ tús­undatali eru løgd fram, og hóast eitt ótal av granskarum hava lagt høvdið í blot hevur eingin kunnað prógvað, at talan var um eina samansvørjing, sum tey flestu tó kenna seg sannførd um. -So vítt eg veit eru eingi framstig hend í kanningunum øll hesi árini. Morðið er ein hugvekjandi gáta, og okkum tørvar at finna svarið, sigur Nicola Longford við AP. Hon er stjóri á savninum Dealey Plaza, sum stendur á staðnum, har Kennedy varð myrdur. Kennedy- morðið framvegis ein gáta