Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 224 - 22. november 2005 Nú er aftur talan um at niðurleggja Filmseftirlitið. Hetta hevur verið á skránni til fleiri fíggjarlógir, men vit hava enn eitt Filmseftirlit. Endamálið við Filmseftirlitinum var í síni tíð gott. Tað er uppá sítt pláss, at børn og ung verða vegleidd og vard móti til dømis óneyðugum filmsharðskapi. Eisini er tað gott, at foreldur og avvarandi kunnu fáa eina vegleiðing í, hvat kann vísast fyri børnum, og hvat ikki kann vísast. Tá tað kemur til argumentatión fyri at niðurleggja Filmseftirlitið, so haltar eitt sindur. Onkur hevur ført fram, at tað floymir so nógv inn yvir okkum gjøgnum internetið, at filmseftirlitið ikki gevur meining longur. Røddir hava í hesum sambandi verið frammi um at hava eitt víðkað eftirlit og vegleiðing við tí, ið kemur úr hvørjum heraðshorni yvir internetið. At hava sensur á internetinum ber, sum kinesarar langt síðani hava funnið út av, ikki til. Vegleiðing? Kanska, men tað er órealistiskt í hesum døgum at fyristilla sær, at Før­ oya Løgting hevur ráð til at seta tann pening og tað fólk av, sum eitt slíkt viðkað films-, telduspæl- og interneteftirlit hevði kostað.. Sjálvt um argumentið, ið hevur verið frammi, um niður­ legging av Filmseftirlitinum, ikki er heilt vatntætt, so er rætt at niðurleggja hetta eftirlit. Hetta merkir ikki at føroysk børn og foreldur verða slept upp á fjall. Øll okkara grannalond hava eitt filmseftirlit. Oftani verða almennar føroyskar tænastur og eftirlit útbygd, við argumentatiónini, at slíkt hava øll lond. Spuringurin er, um vit ikki skulu síggja beint øvugt uppá tað. Tað er eingin grund til at nýta pening uppá at gera tað sama sum øll onnur gera. Filmar, ið verða sýndir í føroyskum biografum og, ið kunnu leigast á video og DVD eru akkurát teir somu, ið verða vístir um allan vesturheimin og nakað væl afturat. Tað er eingin verðsins grund til at vit skulu áseta okk­ara egna aldursmark fyri filmar, tá vit kunnu hyggja at tí norska, danska, bretska, svenska o.s.fr í eina óendaligheit. Um man ynskir eina almenna kunning, hesum viðvíkjandi, so kann ein skrivari í Mentamálaráðnum gera eitt einfalt rokniark við aldurs­ markunum í okkara grannalondum fyri teir aktuellu biografilmarnar, so kunnu foreldur hyggja at tí, og avgera, hvat teirra børn skulu hyggja eftir. Heldur man, at til dømis danskarir eru ov frísinnaðir, so kan viðkomandi foreldur hyggja at, hvat tann norski ella bretskir sensururin sigur. Eitt føroyskt klistrimerki á einum filmi uttaná tað danska ella enska er spill av pengum og orku. Lat okkum fokusera tað almenna uppá tað, ið eingin annar ger fyri okkum, og lat okkum læra av, og brúka tað, sum grannalond gera, uttan at gera arbeiðið um­aftur. At øll onnur hava eitt filmseftirlit er besta argumentið fyri at niðurleggja okkara filmseftirlit. DAGSINS MEINING Sosialurin Árliga kjakið um Filmseftirlitið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Heri Mohr Í nakrar mánaðar hava vit regluliga verið kunnað um kanningararbeiðið, sum fer fram á løgtingi og fólkatingi viðvíkjandi spurninginum um, hvør mundi hava hjálpt Margrethu Drottning við at skriva taluna, hon helt, tá ið hon við fylgi vitjaði okkum fyri 4 mð. síðani. Kanningararbeiðið verð­ur gjørt av løgtings- og fólka­ tingslimum og dugna­ligum fólki við frøði í kynstrinum at skriva og lesa. Tað sigst, at serfrøðingar innan grafo­ logi (hondskriftafrøði) og dechifrering (loyni­skrifta­ frøði) eru settir at granska handrit í arkivunum á tí konga­liga skjalasavninum í Keypmannahavn, alt orsakað av spurninginum um, hvør man hava hjálpt drottningini við at skriva hennara annars so góðu talu. Søgurnar um detektivarnar Sher­lek Holmes og Dr. Wat­ son, sum kunnu gera daprar løtur spennandi og stuttligar, renna okkum í hug. Meðan vit í (ó)tolni bíða eftir, hvussu leikur fer í hes­ um dramatikki, kunnu vit stytta um tíðina við at kanna, hvussu dramaturgin á sama palli hevði tað fyri 115 árum síðani. ”Heller ikke under sidste Valg­bevægelse har Hr. Folke­ tingsmand Thomas, født Harald­sen, døbt Thomasen og kaldet Thomsen, kunnet lade mig sidde i Fred, men ligesom under Valgkampen i 1890 har han - foruden en del Uartigheder imod mig, som samtidig fremkomme i forskjellige kjøbenhavnske Dagblade, og stamme fra ham - ladet sin Væbner, Journa­list Opffer - den samme, som den Gang gjorde sig bedkendt heroppe ved sine aldeles ubeføjede Angreb paa mig i Kjøge avis, hvorved han indlagde sig alt andet end Berømmelse - under mærket Ofr. antaste mig i det kjøbenhavnske Dag­ blad ”Avisen” for 4. Maj. Ved 1ste Behandling af Forslag til Lov om Heste­ avlens Fremme, har han saaledes under sit indledende Foredrag uden Afveksling brugt Ordene ”der oppe” 8 - otte Gange i et så kort Stykke, at det gengives i ”Dimmalætting” for 28. Februar d.A. i 26 Linjer 3 Sp. 32. til 58. Linje f.o. I den 49. Linje gjør han vel et mislykket Tilløb til at ombytte det med ”paa Færøerne”, men strander under Forsøget, idet han til Overflødighed umiddelbart foran bringer sit evindelige ”der oppe”, hvorved der altaa kommer til at staa ”der oppe paa Færøerne”. Med en smule Omtanke maatte selv Hr. Thomsen kunne ind­ se, at Sproget havde mindst 8 forskellige Udtryk at skifte med. Hr. Th. gaar i sit ind­le­ dende Foredrag ud paa, at der er en Mængde Heste paa Færøerne, der mangler Avlsevne, han fortæller, at der i ”Østerø Distrikt paa et enkelt Tidspunkt i de senere Aar har eksisteret 88 Stykker Heste, uden at der deriblandt var et eneste avledygtigt Til­ lægsdyr”. Da derefter Folketings­ mand Trier beder ham om at oplyse, ”hvorfor brogede Heste anses for uskikkede til Avl paa Færøerne”, svarer Hr. Th.: ”Hvad Udtrykket broget angaar, saa tror jeg, det beror paa en Erfaring, man har gjort der oppe”. Nej, brogede Heste er lige saa gode Tillægsdyr som sorte og brune, men paa Grund af deres Farve betales de med en lavere Pris, naar Englændere kjøbe dem. Endelig har han staaet og fablet om , at Hestene gaar omkring her med skjæve Hoveder. - Hr. Trier har imidlertid bragt ham paa ret Kjøl, og, formodentlig i sin Egenskab af Pædagog, belært ham om, at det ikke er Hovederne, men Hovene, der ere skjæve…. Men Rigs­dagen burde helst ikke benyttes som Pogeskole. Í 1893 kom ”2det Hæfte”. Prísurin var tá hækkaður til 35 oyru, kanska tí at síðu­ talið í mun til ”1ste Hæfte” var økt úr 22 síðum til 39 síður. J. H. Schrøter endar sína drúgvu skriving soleiðis: ”Min ærede Modstander an­griber paa flere Punkter min Virksomhed, men det bliver nærmest min egen private Sag, om jeg bærer mig rigtig eller galt ad. Deri­mod er det ikke hans eget private Anliggende, hvor­ledes han som vor Re­præsen­tant bærer sig ad, og at han har prostitueret sig i Rigsdagen er lige saa nedsættende for Færøerne som for ham”. Niðurstøða. Í 19. øld verður hestahald í Føroyum við ongum greðingi lagt fyri Fólkatingið, og í 21. øld verður spurningur, um Margretha Drottning skriv­aði sína talu hildin í Før­oyum á sumri 2005 við áhildnum penni, lagdur fyri Fólkatingið. Og sum rosinan í pylsu­ endanum hevur Føroya fólk í hesum døgum, fyri opn­um skermi í kjaki á løg­tinginum um humana órætt­in, sam­ kyndum eru fyri í Føroy­ um, fingið at vita, hvørjir løgtingsmenn halda seg vera frelstar, og hvørjir ikki eru frelstir, um bøtt verður upp á órættin. Sardoniski láturin í verju­ røðu Janusar í rættar­mál­ inum millum Richard Long og Petur Mohr Dam fyri nógvum árum síðani rennur okkum í hug. Látur er gott fyri ta me­n­ talu heils­una. Føroyskur politikkur fyrr og nú Rætting Leygardagin høvdu vit eitt ummæli av Modernaðum dansi á Margarinfabrikkin í Havn. Tíverri vantaði ann­ ar høvundin til ummælið. Tað eru Tina Johansen og Súsanna Tórgarð, sum hava ummælt tiltakið. Umberið mistakið! blaðstj. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.