týsdagur 22. november 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 22. november 2005
9
Ískoyti til kjakið um
broyting í anti-dis
kriminatiónspara
graffini
Heini í Skorini
lesandi
“Demokrati er respekt for
den andens anderledeshed”.
Soleiðis sigur danski demo
kratiteoretikarin Hal Koch í
bókini “Hvad er demokrati”
frá 1945.
Men hendan meginreglan
tykist ikki vera galdandi í
lóggevandi forsamlingini
í Føroyum. Uppskotið hjá
tinglimunum Annitu á Fríð
riksmørk og Finni Helms
dal um, at tey samkyndu
eisini skulu vera umfataði
av anti-diskriminatiónspara
graffini í revsilógini, var til
fyrstu viðgerð í tinginum
fríggjadagin, og tað tyktist
vera greitt, at meirilutin av
okkara fólkavaldu ikki ynsk
ir minnilutaverju fyri tey
samkyndu.
Høvuðsgrundgevingin
er, at ein slík broyting er ein
hóttan móti trúarfrælsinum
og skrivi- og talufrælsinum,
sum jú er lívsnervin í ein
um og hvørjum fólkaræði.
Víst verður á, at broyting
aruppskotið hjá Finni og
Annitu í veruleikanum
kriminaliserar tað, Bíblian
sigur um samkynd, og at økt
rættindi til samkynd sam
stundis skerjir rættindini hjá
teimum, sum taka frástøðu
frá samkyndum livihátti.
Trúarfrælsið skal
varðveitast
Men hesin argumentatións
hátturin er antin ein mis
skiljing ella ein tilvitað
politisk strategi. Endamálið
við uppskotinum er ikki,
at føroyingar ikki skulu
hava loyvið til at hava sín
ar egnu sannføringar. Har
stendur einki um, at trúgv
andi føroyingar ikki skulu
sleppa alment at taka frá
støðu frá samkyndum livi
hátti. Har stendur einki um,
at bíbilsku boðskapirnir
skulu kriminaliserast. Og
har stendur einki um, at trúar
frælsið skal skerjast.
Harvið er ikki sagt, at teir
vandar, sum kristni vong
urin hevur kastað ljós á,
skulu ignorerast. Víst kann
ov nógv regulering skapa
eina “korrektheit”, sum
kann drepa almenna kjak
ið og eliminera meiningar
og konfliktir, sum veruliga
eksistera, har ein dýna
verður løgd oman á faktiska
veruleikan. Tí hava skept
isku røddirnar mótvegis
hesum uppskoti rætt í, at ov
nógv regulering kann hótta
skrivi-, talu-, og trúarfrælsið.
Og sjálvandi skulu vit ansa
okkum, at ein slík lógarbroyt
ing ikki elvir til eina totalitera
sekularisering, sum talan av
og á tykist vera um í okkara
grannalondum.
Konstuktivt klandur
Men hetta er ikki ein haldgóð
grundgeving fyri at forkasta
uppskotið, tí ætlanin er nevni
liga á ongan hátt at útihýsa
sjónarmið, sum løgtingslimir
í tinginum fríggjadagin vildu
vera við.
Tvørturímóti er endamálið
heilt einfalt at útbyggja eina
paragraff við tí fyri eyga at
fyribyrgja diskriminatión, for
fylging og happing av minni
lutum. Talan er við øðrum
orðum um at fyribyrgja
ósakliga chikanu og tryggja
eitt ávíst støði, tá meiningar
bresta saman á vígvøllinum.
Tað snýr seg um at seta krøv
til tey, sum bera fram síni
sjónarmið. Tað snýr seg
um at skapa nakrar karmar,
sum tryggja eitt konstruktivt
kjak. Tað, og einki annað,
eigur at vera endamálið við
uppskotinum.
Vit skulu sjálvsagt sleppa
at klandrast og bresta saman
á almenna vígvøllinum,
so galið vit vilja, men tað
snýr seg um at klandrast
á einum konstruktivum
støði. Tað snýr seg um at
hava nakrar etiskar spæli
reglur í øllum klandrinum
millum ymsu konkurrerandi
samfelagsbólkarnar, so tað
stríðið, sum samkynd, marx
istar, kristin, atheistar, human
istar og fundamentalistar
skulu sleppa at føra, sam
stundis skal vera “fair”.
Endamálið við uppskotinum
eigur við øðrum orðum ikki
at vera, at Harra Lognberg
skal ganga heima í Skopun
við eini meining, sum hann
ikki sleppur at bera fram,
men at umheimurin skal
krevja eitt ávíst støði fyri sak
ligheit, tá hann úttalar seg.
Opnar konfrontatiónir og
ósemjur eru fortreytir fyri
einum aktivum fólkaræði,
men vit eiga at berjast
sum mótstøðufólk og ikki
sum fíggindar. Og vit eiga
til eina og hvørja tíð at viður
kenna rættin hjá okkara mót
støðufólki til eisini at hava
eina meining og stríðast
fyri henni. Hetta er sjálvur
kjarnin í einum og hvørjum
robustum demokratii.
Kúgingarfrælsið
Frælsið til at bera fram sína
hugsan er nevniliga ikki
tað sama sum frælsið til at
niðurgera øðrvísi hugsandi.
Trupulleikin hjá fleiri ting
monnum fríggjdagin var, at
teir ikki megnaðu at skilja
ímillum hesar báðar formar
fyri frælsi.
Og her er ein himmalvíður
munur. Vit, sum fylgja við
almenna kjakinum, eru dag
og dagliga vitni til, at skrivi-
og talufrælsið í veruleikanum
er vorðið eitt hent amboð
hjá mongum føroyingi til at
kúga, vanvirða og niðurgera
øðrvísi hugsandi menniskju.
Undir heitinum “skrivi- og
talufrælsi” verða minnilutar
og einstaklingar dag og dag
liga vanvirdir og drignir gjøg
num díkið, og tað tykist sum
fleiri viðmerkjarar í føroysku
bløðunum ikki hava skilt, at
eisini skrivi- og talufrælsið
hevur síni mørk.Vit eru
ferð eftir ferð vitni til, at
hetta mark verður brotið, tá
skrivi- og talufrælsið verður
misnýtt og gjørt til eitt
effektivt terrorinstrument
mótvegis øðrvísi hugsandi.
Tá er fruktagóði dialogurin
horvin, og í staðin økist
óttin, fordómarnir, hatrið,
intoleransan og disrespekt
in. Eitt tragiskt scenarium,
sum meirilutin í tinginum
eftir øllum at døma vil varð
veita.
Kunnu vit sum demokrat
iskir borgarar vænta, at minni
lutar uppliva skrivi- og talu
frælsið sum eina dygd, um
sama skrivi- og talufrælsið
konstant verður nýtt sum
vápn at niðurgera onnur?
Er demokratiið ikki vorðið
ódemokratiskt, tá skrivi- og
talufrælsið er vorðið eitt
hent amboð at vanvirða lívs
virðir hjá øðrum? Tá vit í
fólkaræðisins navni traðka á
øðrvísi hugsandi? Tá okkara
sokallaða fólkaræði ikki er
annað enn okkara heilagi
rættur til at diskriminera og
leypa á øðrvísi hugsandi?
Rætturin til at demonisera
ein heilan fólkabólk verður í
dag vardur av landsins fólka
valdu við grundgevingini
um, at skrivi-, talu- og
trúarfrælsið er í vanda. Ein
perverterað útgáva av frælsi,
mugu vit bert konstatera.
Og avleiðingarnar eru, at
polariserandi kjakið, sum
vit t.d. vóru vitni til eft
ir ANSO-ráðstevnuna í
Norðurlandahúsinum, onk
untíð líkist einum asym
metriskum álopi á útvaldar
minnilutabólkar. Alterna
tivið er ein fruktagóður dia
logur millum ósamdar sam
felagsbólkar, men hendan
visiónin tykist tíverri ikki
at vinna frama í hesum um
fari.
Víst
standast
ávísir
trupulleikar av at avmarka
skrivi- og talufrælsið við
lógum og paragraffum, og
í einum ideellum samfelagi
hevði hetta heldur ikki verið
neyðugt. Men slíkir ventilar
eru (tíverri) neyðugir og gagn
ast øllum. Eisini teimum,
sum í dag berjast ímóti
hesum broytingaruppskoti,
tá tey einferð standa fyri
skotum. Hetta er nevniliga
ikki ein spurningur um
samkyndleika sum so, men
um grundleggjandi mekan
ismurnar handan demokrat
isku prosessina.
Fjølbroytt í felag
Vissuliga er eitt vælvirkandi
fólkaræði annað enn fleir
talstyranni við nøkrum
neyðars ekskluderaðum
minnilutum. Sum borgarar
í einum pluralistiskum sam
felagi mugu vit læra kynstr
ið at sameksistera við menn
iskju, sum ikki hugsa og liva
sum vit. Og tí mugu vit hava
nakrar etiskar spælireglur,
nøkur mørk á vígvøllinum,
har meiningar møtast og
áhugamál kappast. Grund
súlan í modernaða demo
kratinum má tí vera, at vit eru
fræls til at vera fjølbroytt, og
at vit eru fjølbroytt í felag.
Ótálmað frælsi gongur
altíð út yvir onkran. Eisini
tá tað kemur til skrivi- og
talufrælsið. Tí kann skrivi- og
talufrælsið skjótt koppa yvir
í frælsið til at diskriminera
onnur. Og uttan nakra regu
lering hava vit í staðin fing
ið frítt kúgingarfrælsi í Før
oyum. Tí hava vit harðliga
brúk fyri at útbyggja anti-
diskriminatiónsparagraffina
í føroysku lóggávuni. Og tí
fari eg at ynskja Annitu,
Finni og teirra stuðlum góða
eydnu, nú onnur og triðja við
gerð av uppskotinum standa
fyri durum.
Gáttir, smalar
hurðar, trappir og
ójavnt lendi gera
atkomumøguleikarnar
truplar fyri fleiri av
okkara samfelags
borgarum
Samfelag fyri øll
tíðindaskriv frá Ráðnum fyri
brekað
Ráðið fyri brekað hevur í
hesum døgum tikið stig til
eina fundarrøð við komm
unufeløgini og avvarðandi
landsstýrismenn við tí enda
máli at fáa almennar mynd
ugleikar at ganga á odda fyri
at tryggja atkomuviðurskifti
fyri allar borgarar í Føroy
um.
Ráðið fyri brekað arbeiðir
við málinum at broyta hug
burðin hjá almennu myndug
leikunum. Í flestu førum er
trupulleikin manglandi til
rættarlegging. Um hugsað
verður um atkomuviðurskift
ini, tá ein verkætlan byrjar,
kostar hetta ikki stórvegis
meira. Tað er tí eingin
umbering fyri, at fyrilit fyri
atkomuviðurskifti ikki verða
tikin, tá ið verkætlanir verða
framdar.
Ráðið ynskir at vísa á,
at tá ið tosað verður um
fólk við avmarkaðum før
leika, so er ikki talan um
ein ávísan avmarkaðan sam
felagsbólk. Veruleikin er
tann, at vit øll kunnu verða
fyri hendingum, ið gera at
vit í einum tíðarskeiði ella
restina av lívinum hava
skerdan førleika. Trupul at
komuviðurskifti skerja eisini
møguleikarnar tá eitt nú hjá
foreldrum við barnavogni og
hjá fólki, ið eru illa gongd.
Demokratiráðstevna
í Keypmannahavn
Norðurlendska handikapp
politiska ráðið NHR, hevur
skipað fyri eini kanning
undir heitinum: “Demokrati
for alla”. Kanningin snýr
seg um atkomuviðurskiftini
í parlamentunum í Norður
londum. Føroyar eru við í
hesi kanning, og verða úrslit
ini løgd fram á ráðstevnu
á Christiansborg tann 2.
december 2005.
Íblástur uttanífrá
Fyri at kunna seg um,
hvussu arbeitt verður í okk
ara grannalondum á hesum
økinum, fer Ráðið at hava
ein innanhýsis temadag
miðskeiðis í desembur
við Mogens Wiederfelt,
sum er aðalskrivari hjá “
center for ligebehandling af
handicappede” í Danmark.
Henda miðstøð er knýtt at
danska Ráðnum fyri brek
að.
Í Ráðnum fyri brekað sita
Sólja í Ólavsstovu, formaður,
Jan Simonsen, umboð fyri
Almanna- og heilsumála
ráðið, Barbara á Tjaldrafløtti,
umboð fyri Løgmansskriv
stovuna, Marjun S. Olsen,
umboð fyri Føroya Komm
unufelag, Steinbjørn Jakob
sen, umboð fyri Kommunu
samskipan Føroya, Uni Ras
mussen, umboð fyri MBF og
Leila Solmunde formaður í
MBF.
Nærri upplýsingar fáast
hjá formanninum Sólju í
Ólavstovu, á telefon 21 88
86.
Áhugaverdur spurn
ingur frá Páll á
Reynatúgvu
Absalon Absalonsen
Sosialurin hevði nú um
dagarnar spurt løgtings
limir, hvør teirra støða var
til málið um happing av
samkyndum, áðrenn málið
kom fyri á tingi , har tað
fekk drúgva viðgerð.
Undirritaði legði til
merkis, at Páll á Reyna
túgvu svaraði, at hann
hevði vilja vita, hvat Jesus
hevði sagt um viðkomandi
mál.
Hetta er sera áhugaverdur
og viðkomandi spurningur.
Tað er gleðiligt, at ein løg
tingslimur hugsar soleið
is.
Neyvan nakar kann
siga við vissu, hvat Jesus
hevði sagt um málið, men
vit kunnu loyva okkum
at samanbera, tað hann
segði og gjørdi í líknandi
førum.
Ein dagin kom ein spi
talskur til Jesus. Tað var
ikki tespiligur lutur ella
lagna at vera spitalskur í
Ísrael á Jesusar døgum.
Hann skuldi halda seg
uttan fyri tilhaldið, og tá
fólk nærkaðust honum,
skuldi hann sjálvur rópa:
“óreinur, óreinur.” Hetta
mundi kennast manga ferð
ir verri og svárari enn at
vera happaður av øðrum.
Men hesin spitalski,
sum vit lesa um í Matteus
8, átti ein dýrgrip, hann
átti trúnna á Jesus. Hann
fór til hansara, fall niður
fyri honum og segði:
“Harri, vilt tú, so kanst tú
reinsa meg.”
Jesus nam við hann og
segði: “Eg vil, ver reinur.”
Í somu stund varð hann
reinsaður frá spitalskuni.
Lat hetta vera eina heils
an og ein áheitan til teirra,
sum av eini hvørju orsøk
kenna seg happað ella for
fjónað.
Gerið sum hesin spi
talski. Hann boygdi seg
fyri Jesusi, trúði á hann
og segði: “Harri vilt tú, so
kanst tú reinsa meg.”
Hetta verður ikki skrivað
fyri at seta tey samkyndu
í sama bás sum tey spi
tølsku, men fyri at vísa á
at sama hvør trupulleikin
er, ið vit menniskju hvør
sær hava at dragast við, og
um so øll menniskju happa
okkum og stoyta okkum
frá sær, so er Harrin Jesus
til reiðar at hjálpa. Hann er
tann sami enn, hann koyrir
ongan frá sær.
Rætturin til at kúga øðrvísi hugsandi
Samfelag fyri øll
Um happing