Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 224 - 22. november 2005 Sunnudagin 20. november andaðist Eliesar Sørensen í Klaksvík. Hann verður jarðaður frá Betesda í morgin - mikudagin 23. november - ella á sjálvum 100 ára føðingardegi sín­ um. Eliesar hevur inntil fyri fáum vikum síðani verið lutfalsliga væl fyri. Lesararnir komast kanska við, at Sosialurin vitjaði hann upp undir Norðoyastevnu í ár. Hann búði einsa­ mall­ur í heiminum á Stong­unum. Heima­hjálp vitjaði, men Eliesar gekk sjálvur til handils, og hann plagdi hvørja viku at vitja beiggjarnar, Mou­ rits og Pætur Franklin, sum búgva á Vistarheiminum við Garðarvegin. Eliesar fylgdi væl við í fiskiskapi og øðrum samfelagsviðurskiftum, og inntil hann nú breyt seg sundur, var hann so at siga á hvørjum møti í Betesda. Hann var áhugaður í at frætta, hvussu tað visti við hjá før­ oysku trúboðarunum kring knøttin, og hóast eyguni av álvara bilaðu síðstu árini, so lá tað raðið fyri hjá Eliesari at.endurgeva brot úr Skrift­un­ um, sum hann var innarlaga í, og at endur­geva úr sálmum og sangum. Eliesar var fugloyingur og ættaður av Kirkju. Foreldrini vóru Sørin Pram Zachariasen úr húsinum har Norð á Kirkju og Sunneva, sum var fødd Eliasen og ættað úr Kelduhúsinum í Hattarvík. Tey giftust í 1893 og átta børn komu undan, sum høvdu Sørensen til eftirnavn: Zacharias, Sigga, Signa, Eliesar, Líggjas, Mou­ rits, Pætur Franklin og Betta. Zacha­ rias búði í Havnini, Sigga, Signa og Mourits á Kirkju og Eliesar, Líggj­as, Betta og Pætur Franklin í Klaksvík. Eftir á lívi eru Mourits og Pætur Franklin, sum eru ávikavíst 97 og 95 ára gamlir. Lauga og tann fyrri Mourits vóru børn, tá ið tey doyðu. Tað ber næstan ikki til at ímynda sær, hvussu stórar rembingarnar og broytingarnar hava verið ta øldina, sum tað untist Eliesari í Fugloy at liva. Um somu tíð, sum hann varð føddur, var fyrsta floksbýtið á tingi, Føroya Banki varð settur á stovn, Ólavur á Heygum í Vestmanna fekk fyrsta telefonsambandið at rigga millum Vestmanna og Havn­ ina, eftir fólkaatkvøðu varð fría rús­drekkasølan avtikin, og soleiðis kundi tað verið hildið á. Eliesar var níggju ára gamalur, tá ið fyrra kríggið brast á, og fyrri heimsbardagin end­ aði nakrar dagar eftir, at Eliesar hevði havt trettan ára føðingardag. Eliesar var 33 ára gamalur, tá ið seinna kríggið brast á, og hann var 38 ára gamalur, tá ið 2. heimsbardagi var av! Tá hevði í 40 ára tíðini, sum Eliesar hevði livað, verið baksað við at fáa elektrisitetið at rigga, og SEV var stovnað í 1946. Nú man størsti parturin av klaks­ vík­ingum bara minnast Eliesar sum heima­mann. Frá síðst í fimti áru­num var hann á av­greiðsl­uni hjá Skipa­ felagnum í Klaksvík og á heilsøluni hjá J. F. Kjølbro. Hesi hildu til undir somu lon á Stongunum. Kjølbro var umboð hjá Skipafelagnum í Klaks­ vík. Eliesar var á lagrinum, og á veg til og frá arbeiði í gulum overalsjakka og lættur upp á sporið var hann í langt áramál partur av býarmyndini. Hann giftist í 1932 við Jóhonnu fødd Justesen og ættað av Viðareiði. Hon andaðist 88 ára gomul í 1997. Tey fingu ein son. Líggjas í Bø býr í Klaksvík. Hann var giftur Oddvør fødd Poulsen og ættað úr Mikladali. Tey fingu trý børn - Rógvi, Beinta og Unn - og Eliesar átti eisini fleiri langabbabørn. Eftir at Líggjas hevði sitið einkjumaður í fleiri ár, giftist hann fyri stuttum uppaftur við Han­ sinu Jacobsen í Klaksvík. Eliesar var inntil tað síðsta klárur, og hann visti nógv at siga frá um umstøður og viðurskifti, sum tey, ið nú eru í bestu árum og mynda føroyska samfelagið, so at siga bara vita um, tí tey hava lisið um tað. Sum flestu aðrir dreingir fór Eli­ esar til skips, tá ið hann var 14 ára gamalur. Hetta mundi vera í 1920, og hann sigldi við deyðsiglarum nógvu tey fyrstu árini. Saman við fleiri fugl­ oyingum var hann við Ternuni, sum Sámal í Hvannasundi átti. Har var Eliesar í sjey ár - frá 1920 og til og við 1926 - og um vetrarnar róði hann út við opnum báti og upplivdi tíðina, tá ið tað varð farið undir túrin og endað við sálmasongi. Í 1928 tók Eliesar skiparaprógv á navigatiónsskúlanum í Havnini, og 22. februar í 1930 var hann liðugur at taka longdina á sama skúla. Í 1927 fór Eliesar í reiðaríið hjá Jens Clæmint Isaksen og Joen Jacob Jacobsen. Hetta var eitt av stóru fe­løgunum í Klaksvík fyri áttati árum síð­ani, men tey eru fá í Klaksvík, sum minnast aftur á virkið hjá teimum báðum ella virkini, sum teir síðani høvdu hvør fyri seg. Eliesar sigldi við Fugloynni, Coronet og Carlton, og seinni í tríati árunum fór hann við Brittons Pride, sum Kjølbro átti, og sum sigldi við ferðafólki og farmi millum oyggjarnar. Nógvu av sínum seinastu árum á sjónum var Eliesar við trolara. Hann sigldi eitt nú bæði við Mortani í Hvannasundi og Kaj hjá Mortani í Hvannasundi, og tá ið hann í 1957 segði sjólívinum farvæl, hevði hann í tvey ár roynt garnafiskiskap eftir sild við Streymoynni, sum beiggi hansara Líggjas var bestimaður og skipari á. Tá ið Eliesar hesar seinastu mán­­­­að­­ir­­nar hevur ver­ið mint­ur á, at nú stund­­aði tað av álvara til 100 ára føð­ingar­dagin, so plagdi hann at svara, at hann vón­aði, at hann tá fór at verða fluttur heim í dýrd­ina. Í morgin, miku­dagin 23. no­vember, verða tað hundr­að ár síð­ani, at Eliesar varð fødd­ur, og henda dagin verður likamið jarðað í kirkjugarðinum úti í Bug. Kletta fasta álitið hjá Eliesari var, at tá ið hann var burtur úr likaminum, so fór hann at vera heima hjá Harranum. J NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Eliesar Sørensen farin Vikuskiftið 3. og 4. des. byrjar jóla­ sølan av álvara í Piddasahandli og Ribarhúsi Síðan Fuglafjarðar Heima­ virkisfelag varð stovnað í 1997 hevur á hvørjum ári verið skipað fyri jólasølu í hugnaligu hølunum niðri í Støð, og undirtøkan hevur verið stak góð. Tey fyrstu árini var jólasølan bara hild­ um um eitt vikuskifti, men nú, tá ið Piddasahandil er opin hvønn gerandisdag, árið runt, siga vit, at jólasølan byrjar fyrsta vikuskifti í de­sember - møguleiki er jú at koma inn á gólvið heilt fram til lítla jólaaftan og til ber at finna júst ta jólagávuna, tú leitar eftir. Piddasahandil er longu nú á tremur við góðum jóla­ gávu­hugskotum. Her finnur tú heimavirkaðar prýðis- og brúkslutir av alskyns sløgum - alt frá fjálgum pløggum til fløgur og súltutoy. Í ár ætla vit tó at hava eitt serligt jólasølutiltak í Ribar­ húsi - har áhugað kunnu melda seg til - hetta fer at verða eitt slag av einum “jóla­sølu-marknaði”, har fólk sjálvi kunnu selja sínar heima­virkaðu lutir. Tiltakið kann tó bert verða hildið um undirtøkan fyri hesum verður góð. Ynskir tú at fáa meiri at vita um hetta - ella hevur tú hug at melda teg til, so ring á tlf. 44 44 40 (Odvør) ella 26 11 15 (Marjun) Í sambandi við hetta ser­­liga Jólasøluvikuskifti verður opið soleiðis: Leygardagin 3. des frá kl. 10 til 17 og sunnudagin 4. des. frá kl.14 til 18 Báðar dagarnar verður jóla­kafé í húsunum, har møgu­leiki verður at keypa kaffi, te og heimabakað. Eis­ini eisini verða jólaligir tónar at hoyra. Verið hjartaliga vælkomin í hugnaliga og gamla “jóla­ húsið” í Piddasahandli - mitt í býnum í Fuglafirði. Jólalig tíðindi úr Fuglafirði! Formaðurin í Reyða Krossi Føroya, Suni Vinther hevur fingið ”Dansk Røde Kors’ Fortjensttegn af 1. Grad” fyri at hava útint eitt serstakt ar­beiði fyri felagsskapin. Hetta er størsti heiður sum kann verða veittur einum virk­num limi í Reyða Krossi. Fyrrverandi løgreglu­mað­ urin hevur sitið í nevndini í Reyða Krossi síðani 1982. Her er hann kendur sum ein ógvuliga engasjeraður formaður, sum m.a. hev­ur ment virksemið hjá fe­lags­ skapinum innan fyrstuhjálp og endurnýtslu. Hann hevur eisini við virk­semi sínum verið sera dugnaligur at aktivera bæði sjálvboðin og tað før­ oyska fólkið, sigur Reyði Krossur. Hetta seinasta kom ikki minst til sjóndar við innsavningina til offrini eftir tsunami’ina, har føroyingar góvu nógv meiri fyri hvønn íbúgva enn danir. Sjálvur er Suni Vinther sera fegin um henda heiðurin og tekur ímóti honum við takksemi. Tað at hava gjørt nakað - og at onnur halda at ein hevur gjørt nakað - er týdn­ ingarmikið, sigur Suni Vinth­er í eini viðmerking til sýnda heiðurin. Og sum skilst hevur hann ongar ætlanir um at steðga við arbeiði sínum fyri Reyða Kross. - Men eg leiti eftir einum sum kann loysa meg av sum formann. Men eg steðgi aldrin í Reyða Krossi. Tað er ein lívsstílur, sigur hann. Heiður til Suna Vinther