Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 22. november 2005 11 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sjúrður Jóhann-Hend­ rik­son Poul­sen, ætt­aður úr Skopun, búsitandi í Reykja­vík í Íslandi, andaðist sunnudagin 20. november, 59 ára gamal. Jarðar­­ferðin verður úr Grava­vogs­kirkju í Reykja­vík mána­dagin klokkan 13. Kistan við Jóhannes Mart­in Johanne­sen, van­liga nevdur Hanne, úr Fugla­firði, fer úr Lands­ sjúkra­hús­kapellinum týs­ dagin klokkan 17. Jarðar­ ferðin verður úr Fugla­ fjarðar kirkju mikudagin klokkan 13. Kistan við Eliesar Søren­ sen, vanl­iga nevndur Eliesar í Fugloy, fer úr kapellinum Klaks­ víkar Sjúkra­húsi heim í Betesda í kvøld klokkan 18. Jarðar­ferðin verður úr Betesda mikudagin klokkan 13:30. Vit kunnu leggja afturat, at tað er á 100 ára degi Eliesars. Tey, ið vilja minnast Eliesar, kunnu lata eina peninga­gávu til Akurin. Konto í peninga­ stovnunum. Andlát og jarðarferðir Leygardagin 19. november vóru tað 50 ár síðani, at Hanna og Osmund Olsen við Gøtu­gjógv góvu hvør øðr­um sítt ja. Dagin hildu tey sam­ an við familjuni. Hanna, sum er fødd 14. januar 1936, er ættað úr ov­ara Króki á Toftum. For­ eldr­ini vóru Dorthea og Jógv­ an Højgaard. Hanna og tey vóru seks systkin - Henning, sum undir krígnum fórst við Verdandi, Hilda doyði sum átjan ára gomul av tuberkl­ um, Kristin sum var ógiftur og búði heima og doyði í áttati árunum, Dania Alberg býr í Havnini, Eskild býr á Toftum og so Hanna. Osmund, sum er føddur 1. august 1927, er ættaður úr Fuglafirði. Foreldrini vóru Malena og Óla Jákup Olsen, sum eisini varð nevndur Gøtu Óla Jákup. Osmund og tey vóru níggju systkin - Olivar í Fuglafirði, Astrid Vørðhamar í Fuglafirði, Olli í Grønlandi, Arnhold á Skála, Borghild Eliasen í Fuglafirði, Osmund, Palli í Fuglafirði, Halgerð Rask Andersen í Danmark og Jóna Thomsen í Danmark. Olivar og Olli eru farnir fold­ um frá. Tá ið Hanna og Osmund giftust í 1955, búsettust tey í barndómsheiminum hjá hon­um í Fuglafirði. Í 1965 fluttu tey út til Gøtugjógv at búgva. Tá tók Osmund við festinum, sum liggur til Gjáar­haga, og sum elsti beiggi hansara, Olivar Vaktar­ hús, hevði sitið við. Gjáarhagi ber 40 áseyðir, og tað ber boð um, at tað hev­ ur verið neyðugt við øðrum arbeiði. Osmundur royndi sjó­lívið sum yngri, men hann gjørdist heimamaður. Hann var bilførari. Hann koyrdi rutu úr Fuglafirði og út á Toftir, og hann koyrdi gøtubørn í skúla í Fugla­ firði, og skúlabørnini í fram­ haldsdeildini í Fugla­firði til Runavíkar, har tey í fleiri ár høvdu handligar lærugreinar. Samstundis arbeiddi Osmund á Tøtingarvirkinum. Hanna var heima hjá børn­ un­um, með­an tað vuksu upp. Seinni ar­beiddi hon á Tøt­ ingarvirkinum, og so hevur hon arbeitt á fiskavirkjum í mong ár, og tað ger hon framvegis. Hanna og Osmund eiga trý børn - Maria Lindberg í Klaksvík, Henning við Gøtugjógv og Oddma á Toft­ um. Barnabørnini eru ellivu og í næsta ættarliðnum eru seks komin. Ein av føstu bygdar­mynd­ unum við Gøtugjógv er, at Hanna og Osmund eru á veg til og frá salinum Fila­ delfia. Har hava tey verið ógvuliga trúgv. Hanna spældi orgul í mong ár, og Os­mund hevur stuðlað væl í felagssanginum. Hanna og Osmund Olsen gullbrúdleyp Dagurin í morgin 23. november. Klæmintsmessa. Vit vita, at hesin Cle­mens (deyður umleið ár 107) livdi í Róm, tá ápostulin Pætur var á døgum, og gjørdist triði maður í stóli hansara. Eftir øllum at døma hevur hann skrivað tað brævið, ið verður rópt fyrra Klæmintsbræv, sum er frá árinum 96. Um Klæmint sjálvan eru nógvar halgisøgur, og sagt verður frá, at hann endaði dagar sínar við at verða blakaður í havið við einum akkeri um hálsin. Hann hevur síðani tá verið virdur sum ein av verndamonnunum hjá teim sjófarandi. Latínska navnið Clemens merkir hin mildi. Leygardagin 19. november fylti Tróndur Húsgarð í Havn 75 ár. Tróndur er ein býarmynd í Havn, har hann til fyri fimm árum síðan arbeiddi sum arbeiðsformaður hjá Tórshavnar kommunu. Hann kendi kloakkskipanina í bý­num so væl, at hann var til stóra hjálp hjá teimum sum løgdu allar kloakkir og aðrar veitingar hjá kommununi inn á teldu. Tróndur er úr Syðrugøtu. Hann er triðyngstur av teim­­um átta børnunum hjá navnframa bóndanum, Líggj­ asi Húsgarð, og Sofíu Mariu, sum var frá Gøtu­gjógv. Sum ungur var Tróndur á landbúnaðarskúla í Noreg og arbeiddi har eina tíð. Hann giftist í Noreg í 1958 við Onnu úr Fuglafirði. Hon er dóttir Hendrik á Buð (Olsen), sum var frá Gøtugjógv og Katrinu (Trinu), sum var úr Elduvík. Anna og Tróndur fluttu aft­ur til Føroya seinast í fimmti­árunum og bygdu í Brøttubrekku, har tey fluttu inn í 1963. Tróndur arbeiddi hjá Jarðarráðnum, har hann m. a. velti upp úr nýggjum og gjørdi uppdyrkingarvegir. Tá Tórshavnar kommuna í 1974 fór at gera vegin úr Kaldbak til Hvítanes, fekk Tróndur starv hjá komm­ ununi sum ar­beiðs­for­mað­ ur. Tá arbeiðið við Kald­ baksvegnum varð liðugt, fór Tróndur at fáast við smærri arbeiði hjá kommununi í Havn, serliga kloakkarbeiði og smærri vegaarbeiði. Hann arbeiddi hjá kommununi til hann var 70 ára gamal. Av frítíðarítrivum hjá Tróndi eru at nevna, at hann er virkin í dansifelag Kaggans. Eisini hevur hann seksmannafar og er ofta í fjørðinum. Eisini hevur hann putlast nógv í urtagarðinum rundan um húsini. Anna og Tróndur eiga fýra børn: Eyðun, sum er prentari og stjóri á Prentmiðstøðini, Tórfinn, ið er sjálvstøðugur snikkari, Hendrik, ið er maskinverkfrøðingur hjá Alpha Diesel í Frederikshavn, og Karin Margretha, sum er havfrøðingur og starvast á Fiskirannsóknarstovuni. Tróndur eigur 9 abba­ børn. Eliesar Sørensen, vanliga nevndur Eliesar í Fugloy andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi 20. november. Børan fer úr kapellinum heim í Betesta týskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Betesta kl. 13.30 23. november, sum er 100 ára føðingardagur Eliesars. Fyri tey avvarðandi Líggjas Til ber at minnast Eliesar við at lata eina peningagávu til Akurin, sum hevur konto í peningastovunum. Peningurin fer óskerdur til trúboðaravirksemi samkomunnar úti í heimi Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Sigrid Semona Gaard Oyndafirði doyði og varð jarðað. Hjartans tøkk til Eysturoyar Røktarheim fyri tíðina, hon var har. Tøkk fyri blómur og gávur, og tøkk øll tit, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Elin, Jens Petur, Sigga og Margretha Tróndur Húsgarð 75 ár