týsdagur 22. november 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 224 - 22. november 2005
Her liggur nýggjasta farið í
føroyska fiskiflotanum við
botninum uppeftir.
Hendingin fór fram stutt
áðrenn middag 21. november
1975, tá nýggi ísfiskatrolarin
Froyður skuldi fara frá
bryggju í Runavík og yvir
um havnina at taka ís frá
flakavirkinum Lynfrost til
nýggjan túr. Skipið legði
seg, av óskiljandi orsøkum,
á liðina, og eftir stuttari
løtu fór tað runt og fleyt við
botninum uppeftir.
Tað eydnaðist tíbetur øllum,
sum umborð vóru, at sleppa
av skipinum í evstu løtu.
Tann seinasti mátti loypa á
sjógv.
12. desember var Froyður
togaður á rættkjøl av
flótikrana, sum var komin úr
Týsklandi.
Leggið til merkis hvussu fá
hús eru á myndini í mun til
í dag.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór
Vága Floghavn hev
ur fingið nýggja
heimasíðu við
nógvum nýggjum
møguleikum, har tú
fart munandi meira at
vita um floghavnina
og tað sum har til
hoyrir
Heimasíða
Barbara Tausen
Vága Floghavn hevur fingið
nýggja heimasíðu, ið er
rættuliga nógv víðkað í mun
til ta gomlu. Heimasíðan hev
ur nógvar hentar upplýsingar
til ferðafólk, og eisini onnur
kunna fáa gleði av henni.
Nógvir heintr upplýsingar
finnast, so sum nær og hvar
flogførini koma og fara,
vevmyndatól er av forpláss
inum, so tað eisini sæst um
flogførini eru komin ella
farin. Veðurupplýsingar eru
eisini at finna. Hagtøl vísa
eisini hvaðani ferðafólkini
koma og hvar tey fara, seink
ingar, farmamongdir v.m.
Leikjur eru til aðrar heima
síður, har ein kann finna
fram prísir o.l.
Nógv hagtøl eru á síðuni
um m.a. talið av ferðafólkum,
fráferðum/komum hvønn
mánað. Hópin av myndum
av flogførum, tyrlum, og
hendingum eru at finna á
heimasíðuni.
Hetta kann vera sera hent
hjá ferðafólki, ið ferðast
ofta, og eisini til tey ið ikki
vita hvussu tey skula koma
til og frá floghavnini.
Heimasíðan ber heitið
www.floghavn.fo
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Vága Floghavn nýggja
heimasíðu
Nú er lív komið aftur í skóta
arbeiðið í Sørvági.
Tað eru Thordis Lorentzen
og Erik Hansen, sum eru
eldsálirnar aftanfyri til
takið.
Thordis hevur seinastu
árini verið virkin skótaleiðari
í Danmark.
Fyrsta dagin vóru eini 50
børn og ung samlað í Róð
rarneystinum, so sigast má
at áhugin er sera stórur.
Sørvágs kommuna hevur
eisini sýnt hesum arbeiðinum
áhuga, og hevur m.a. játtað
pening til hetta endamálið.
Sb.
Skótaarbeiði í Sørvági
endurstovnað
Eldsálir í Sørvági hava nú tikið stig til at endurstovna skótarnar í bygdini
Mynd: Jákup Suni Lauritsen
Fyri 30 árum síðan:
Froyður koppaði í 1975