Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 • týsdagur • 22. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Ógvuliga stór­ur áhugi var fyri fund­in­ um um tunlar undir Skála­fjørð­in­um og til Suður­streym, sum polit­isku fe­løg­ini í Eystur­oy mána­ kvøldið skip­aðu fyri á Svanga­skarð i SKÁLA­FJARÐAR­ TUNLARNIR Jóannes Hansen Knappliga tvey hundrað fólk møttu upp til kunnandi fund­in um ætlanina at gera tunnil tvørtur um Skála­ fjørðin og at gera tunn­­il av Skálafjørðinum og til Havn­ ar. Fund­ur­in var í ítrótt­ar­hús­ inum á Svangaskarði mána­ kvøld­ið. Fundurin var í tveir tím­ ar. Eftir fundin høvdu fund­ arluttakararnir alla orsøk at hava størri tilvitan um, at tað er rættuliga sannlíkt, at tað innan kanska eini 5-6 ár verður fast samband tvørtur um Skálafjørðin, og at tað verður fast samband av Skála­fjørðinum og suður í Suður­streymoy. Tunnils linjan tvørtur um fjørðin verður tríggjar kilo­­metrar, og tað eru trígg­ir møgu­leikar fyri tunn­ilslinjum mill­um Skála­ fjørðin og til Suð­urstreymoy. Ein er av Tofta­landinum og til Havnar. Tann teinurin er átta kilometrar. Ein er av Strandalandinum og til Havn­ar. Tann teinurin er sjey kilometrar. Síðani er talan um linju av Streymoyar land­ inum - ímillum á Hjalla og Sund - og so við rund­koyring undir botninum so­leiðis, at tað kann bera til at fáa samband bæði við Stranda­ land­ið og Tofta­landið. Á væl vitjaða fundinum tóktist greitt, at tað ikki verður rokn­að so nógv við tí síðst nevnda møguleikanum. Prísurin fyri samlaðu ætl­ an­ina, um tað verður farið av Strandalandinum og til Suð­ urstreymoy, verður roknaður at verða 715 milliónir krón­ ur. Prísurin fyri samlaðu ætlanina, um tað verður farið av Toftalandinum og suður, verður roknaður at verða 791 milliónir krónur, og prísurin fyri triðja møguleikan verður mettur at fara at verða 805 milliónir krónur. Um sambandið av Tofta­ landinum og suðureftir verð­ur veruleiki, so verður tunn­ilin dýrari, enn hann verður av Strandalandinum og suðureftir, tí hann verður longri. Men tá verður eisini møguleiki fyri minni halli - heldur 60 enn 70 promill - í longra tunnlinum, og tá verður møguleiki fyri trimum spor­um heldur enn fyri tveim­um sporum, upplýsti Mart­in Heinesen, sum er ein av teimum, ið hevur arbeitt við tunnilsætlanini. Í fyrireikingarbólkinum, sum seinastu trý árini hevur arbeitt við tunnilsætlanini, og sum legði fram mánakvøldið á Svangaskarði, eru umframt Martin Heinesen, Niklas Fold­bo, Símun Johannesen, Tummas Eliasen og Ingi Høj­ gaard. Tey, sum vóru komin á fundin fyri at forvitnast eft­ ir, hvørja tunnilsleiðing fyri­ reikingarbólkurin metir at vera tað skilabestu, fóru til hús aftur uttan at hava fingið ítøkiligt svar. - Tann spurningurin verð­ ur ikki viðgjørdur og út­grein­ aður, fyrrenn tað er komið longri í ætlanini. Í fyrstu at­løgu snýr tað seg um at fáa heimildir at arbeiða víðari við ætlanini, var útmeldingin hjá fyrireikingarbólkinum. Fáa annan tunnil fyri sparingina Hóast fyrireikingarbólkurin í síni framløgu var ógvuliga varðin í útsøgnini um, hvørja linjuføring teir hildu vera tað skilabestu, so var landsstýrismaðurin eitt sind­ ur meiri opinskáraður: - Tað bíðar nógv og rúgv­ is­mikið kann­ing­ar­ar­beiði, men vit hava vent has­um spurninginum í Vinnu­mála­ ráð­num. Vegur, sum kanska fer at kosta einar hundr­að milliónir, verður gjørd­ur á vestara armi á Skála­fjørð­ inum. Um tað slepst undan sovornari íløgu eystaru meg­ in, tí henda íløgan longu er gjørd vestaru megin, so hevði borið til at fingið tunn­­il úr Gøtudali og undir Vala­knúkum fyri spardu upp­hædd­ina, og so hevði tað næst­­an verið líka mikið, um tað síðani varð snarað út­eftir ella inn­eftir og so út­eftir vest­ara arminum. Men nú skal hetta sum sagt kannast nærri, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum. Kjakið um linjuføringina fekk ikki loyvi at koma fyri seg á fundinum. Nógvir av landspolitikarunum í Eyst­ur­ oy­ar valdømi vóru á Svanga­ skarði, men teir fingu ikki høvi í hesum høpinum at við­gera spurningin um linju­ føringina. Millum fund­ar­ luttakararnar annars komu uppskot um linjuføring fram. Men hetta er spurningur, sum seinni í gongdini skal viðgerast og støða skal tak­ ast til. Avgerð in um linjuføring bíðar Martin Heinesen, jarðfrøðingur, er ein av limunum í fyri­ reikingarbólkinum til tunnil­ sætlanina Mynd: Vilmund