týsdagur 22. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Landsstýrismaðurin
í samferðslumálum
ætlar, at stigtakar
arnir til Skálafjarð
artunlarnar í næstu
viku skulu greiða
øllum landsstýrinum
frá ætlanini, og hann
vónar, at uppskot
um verklagslóg
kann leggjast fyri
tingið undan síðsta
framløgudegi fyrst í
mars 2006
SKÁLAFJARÐAR
TUNLARNIR
Jóannes Hansen
Um støðið verður tikið í
nyttu og kostnaðar kann
ing, so er eingin ivi. Hetta
er tann ætlanin, sum hev
ur loyst seg best av øllum
møguleikum fyri sam
ferðsluútbyggingum, sum
hava verið viðgjørdar av
umsitingarliga og politiska
myndugleikanum.
Hetta var niðurstøðan
hjá landsstýrismanninum í
samferðslumálum, Bjarna
Djurholm, tá ið hann
mánakvøldið á stórum
almennum fundi á Svanga
skarði, tók saman um, eftir
at stigtakararnir høvdu lagt
ætlanina fram.
Nú eru tað nakrar vikur
síðani, at stigtakararnir
fyrstu ferð greiddu lands
stýrismanninum frá ætlanina
at gera undirsjóvartunlar
tvørtur um Skálafjørðin
og av Skálafjørðinum og
suður í Suðurstreymoy. Í
dag, týsdagin, skuldi Bjarni
Djurholm fyri fyrstu ferð
leggja ætlanina fram á lands
stýrisfundi.
- Vit hava sjálvandi prátað
um ætlanina, sum jú hevur
verið alment kend í eina
tíð. Men landsstýrið hevur
ongantíð í felag viðgjørt
projektið. Ætlanin hevur
verið, at stigtakararnir í
morgin, mikudagin, skuldu
leggja fram fyri landsstýrið
á sama hátt, sum teir hava
gjørt á fundinum her á
Svangaskarði. Fundurin er
nú útsettur inntil í næstu
viku, men tá verður hann
vónandi hildin, sigur Bjarni
Djurholm.
Bólturin hjá
landsstýrinum
Í síni framløgu løgdu stig
takararnir upp til, at bólt
urin nú liggur hjá lands
stýrismanninum. Komm
unurnar og Kaupthing hava
givið til kennar, at tey eru
sinnað at vera við, men tað
ber ikki til at fara víðari við
fyrireikingunum, fyrrenn
landspolitiski myndugleikin
hevur givið sítt sjónarmið til
kennar.
- Talan er um stóra ætlan,
sum kostar nógvar pengar,
og tí mugu nógvar kanningar
gerast. Tað er sjálvsagt, at
hetta skal samskipast við
allar aðrar samferðsluætlanir
og íløgur. Harafturat er spurn
ingurin um tað almenna skal
gera arbeiðið, um teir, sum
higartil hava arbeitt við hes
um, skulu halda fram, ella
um loyvið skal bjóðast út
at gera fyrireikingarnar. Í
løtuni tykist tað óhugsandi,
at talan skal gerast um alment
partafelag. Landskassin
stendur fyri risa stórum
íløgum á samferðsluøkinum.
Tosað verður um tunnil undir
Skopunarfjørð, sum verður
mettur at kosta eina hálva
milliard. Í tí førinum verður
talan bara um almennar
pengar, tí tað eru ongar
vánir fyri, at privat skulu
seta pengar í fyri at fáa ta
íløguna forrentaða, staðfesti
landsstýrismaðurin, sum
tóktist hella mest til, at talan
verður um privat felag.
- Tað eru fyrimunir og
vansar við øllum møgu
leikunum, men vit í vinnu
málaráðnum ætla at halda
fram at samskifta við teir,
sum standa aftanfyri hesa
ætlanina, sum verður mett
høgt í umsitingini - bæði
tekniskt og fíggjarliga.
Hóast tað eftir øllum at
døma verður soleiðis, at tað
almenna ongar pengar fer
at játta til tunnilsætlanina
á Skálafjørðinum, so er ætl
anin, at málið skal leggjast
fyri Løgtingið at taka støðu
til.
- Talan er um størstu sam
ferðsluíløguna nakrantíð,
og tí hevði tað verið undar
ligt, um Løgtingið ikki við
gjørdi málið. Eg vóni, at fyri
reikingarnar fara at ganga so
mikið skjótt, at tað fer at bera
til at fara í Løgtingið við
uppskoti um verklagslóg,
áðrenn síðsta freist fyri at
leggja lógaruppskot fram
í hesum politiska árinum
verður farin. Tað er 3. mars.
Um alt gongur væl, so er tað
ikki veruleikafjart at rokna
við tí møguleikanum, heldur
landsstýrismaðurin, sum fer
at seta seg í sambandi við
fyrireikararnar aftur, tá ið
málið er viðgjørt í lands
stýrinum.
Í lógaruppskotinum fer
Kaupthing hevur
sett seks milliónir
í tunnilsætlanina,
og teir fara at bjóða
øllum føroyingum at
seta pengar í íløgu,
sum tað verður
roknað við fer at bera
seg
SKÁLAFJARÐAR
TUNLARNIR
Jóannes Hansen
Higartil hava Nes kommuna,
Sjóvar kommuna og Runa
víkar kommuna rindað
hundrað túsund krónur fyri
tað fyrireikingararbeiðið,
sum er gjørt í sambandi
við tunnilsætlanina á Skála
fjørðinum.
Nú er brúk fyri fleiri peng
um, og Kaupthing hevur
bjóðað seg fram.
- Vit skrivaðu til allar teir
føroysku fíggingarstovnarnar
og til Kaupthing og Íslands
bankan. Teir báðir síðst
nevndu svaraðu. Í báðum før
um var talan um áhugaverd
tilboð, og vit hava gjørt av
at samstarva við Kaupthing,
upplýsti Ingi Højgaard, ein
av stigtakarunum, á fundin
um á Svangaskarði mána
kvøldið.
- Kaupthing hevur sett
seks milliónir av til ætlanina.
Felag verður ikki stovnað,
fyrrenn tað verður greitt,
um ætlanin verður til nakað
sambært uppleggið, sum nú
er á borðinum. Kaupthing
ætlar sær bara ein lim í
nevndini. Fýra skulu tær
tríggjar kommunurnar eiga
- ein úr Sjóvar og ein úr
Nes kommunu - og tveir úr
Runavíkar kommunu. Fyri
reikararnir skulu so eiga ein
lim.
Kristian Petersen frá Kaup
thing segði á fundinum á
Svangaskarði, at teir meta ætl
anina at vera rættuliga spenn
andi og at vera fíggjarliga
heilt realistiska.
- Um ella tá ið ætlanin
verður veruleiki, so fara vit
at bjóða øllum føroyingum at
seta pengar í felagið, ið verður
stovnað. Útrokningarnar
siga, at tað eigur at fara
at loysa seg at seta pengar
í felagið. Tað, sum ikki
verður eginpeningur, verður
neyðugt at fáa til vega við
lánsfígging, og tá fara vit í
Kaupthing at bjóða okkum
fram sum lánsveitara, segði
Kristian Petersen.
Hvør skal gera arbeiðið
er ikki greitt. Um tað verður
hetta her nevnda felagið,
sum fær konsessiónina, so
fara teir at bjóða arbeiðið
út, ella fara teir møguliga í
samráðingar við felag ella
feløg, sum hava royndir í
tunnilsarbeiðum av hesum
slagnum.
Símun Johannesen, limur í
fyrireikingarbólkinum, undir
strikaði, at grundarlagið,
sum teir hava arbeitt eftir, er,
at talan skal vera um ætlan,
ið skal bera seg fíggjarliga.
- Tá ið vit hava fundast
við kommunurnar, so hev
ur aftur og aftur verið
frammi, at sambandið
tvørtur um fjørðin er ikki
minni
týdningarmikið,
enn sambandið suðureftir
er tað. Men samstundis er
veruleikin soleiðis, at tað
ikki ber til at gera arbeiðið,
um tað ikki ber seg út frá
handilsligum treytum. Verk
ætlanin kappast við farleið
ina, sum er umvegis Norð
skálatunnilin og Sundalagið.
Um prísurin tann vegin fer at
verða lægri, enn hann verður
í undirsjóvartunnlinum, so
fer fíggjarliga grundarlagið
undir ætlanini at detta burt
ur. Hesin veruleikin er drív
megin undir ætlanini, stað
festir Símun Johannesen.
Hesi trý árini, sum fyri
reikingarbólkurin hevur
arbeitt, hava teir eitt nú verið
í sambandi við og havt vitjan
frá pf. Spølur, sum rekur
undirsjóvartunnilin undir
Hvalfirði í Íslandi, og teir
hava eisini havt samband
við norskan ráðgeva, sum
hevur við Norðoyatunnilin
at gera.
Allir føroyingar
skulu eiga tunlarnar
Nr. 224 - 22. november 2005
14
Tunlarnir verða nú við
gjørdir í landsstýrinum
- Tað eru fyrimunir og vansar
við øllum møguleikunum,
men vit í vinnumálaráðnum
ætla at halda fram at
samskifta við teir, sum standa
aftanfyri hesa ætlanina,
staðfestir Bjarni Djurholm
Mynd: Vilmund
Kristian Petersen, leiðari á
útláninum hjá Kaupthing,
segði, at teir meta ætlanina
sum bæði spennandi og
realistiska
Mynd: Vilmund