týsdagur 22. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Men bólkurin, sum
fyrireikar ætlanina
um undirsjóvartunlar
á Skálafjørðinum,
heldur ikki, at tað
ber til at halda fram,
fyrrenn politiski
myndugleikin hevur
givið sítt viðmæli
SKÁLAFJARÐAR
TUNLARNIR
Jóannes Hansen
Fimm og eitt hálvt ár. Tað er
tíðin, sum skal til, frá tí at
loyvið er givið at fara undir
ætlanina at gera tunnil tvørt
ur um Skálafjørðin og tunnil
til Suðurstreymoy, og inntil
tað fer at bera til at koyra í
tunnlunum.
- Sjálv byggitíðin verður
trý og eitt hálvt ár. Um tað
varð farið undir fyrstu fyri
reikingarnar í oktober í ár, so
siga metingarnar hjá okkum,
at tað hevði borið til at koyrt
á sumri í 2011. Nú eru vit
eitt sindur aftanfyri løgdu
tíðarætlanina. Nær tað fer
at verða koyrandi er ikki
greitt enn. Tað valdast um,
nær tað fer at bera til at fara
víðari við fyrireikingunum.
Felag skal stovnast, forpro
jekt skal gerast, samráð
ingar skulu vera við Vinnu
málaráðið, tingið skal
gera sítt, og ætlanin skal
detailprojekterast. Men vit
halda, at tað ber til at gera
alt fyrireikingararbeiðið í
tvey ár og so at arbeiða við
tunnlunum í trý og eitt hálvt
ár, sigur Niklas Foldbo,
verkfrøðingur og limur í
fyrireikingarbólkinum, og
sum í sínum starvi hjá Lands
verkfrøðinginum og hjá pf.
Vágatunnlinum hevur nógvar
royndir í tunnilsarbeiði.
- Á Skálafjørðinum eru
nógvar kanningar gjørdar. Í
miðfláunum er gott at gera
tunlar, men í einstøkum
støðum verður neyðugt
at leggja upp fyri rivum. Í
Tangafirði verður neyðugt at
gera fleiri kanningar, og har
er dýpið upp til 80 metrar.
Har verður komið í ovastu
fláirnar, og royndirnar vísa,
at tað kanska er torførari at
borða í teimum. Men talan
er ikki um trupulleikar, sum
tað ikki kann vinnast á, sigur
Martin Heinesen, limur í fyri
reikingarbólkinum.
- Vit eru klárir at fara víðari
við kanningararbeiðnum.
Kostnaðurin av fyrireiking
ararbeiðnum, sum skal til,
er mettur til seks milliónir
krónur. Tí er neyðugt, at
landsstýrið kemur við signal
um um, hvat teir vilja og
ætla, áðrenn vit kunnu fara
víðari, sigur Ingi Høgjaard.
- Talan er um rættuliga
sterkt fíggjarligt grundarlag.
Vit rokna við ávísum ferðslu
lopi. Sambært ferðslusimu
leringarnar, sum vit hava
gjørt í samráð við ferðslu
ráðgevarafelagið Rambøl
& Nyvig í Danmark, fer
hetta at bera við sær, at
bilatalið fyrsta árið verður
4850 um samdøgrið, og at
tað eftir tjúgu árum fer at
vera hækkað til 8341 bilar
hvørt samdøgur. Prísurin
fer fyri privatbilar at vera
tíggju krónur fyri at koyra
tvørtur um Skálafjørðin
og umleið fjøruti krónur
fyri størri bilar. Tað fer at
kosta fjøruti krónur fyri
privatbilar at koyra millum
Eysturoy og Suðurstreymoy
- tá fer tað einki at kosta at
koyra tvørtur um fjørðin -
og kostnaðurin fyri størri
akfør ætlast at liggja um 190
krónur. Um eginpeningurin
verður hundrað milliónir, um
lánsupphædd in verður 700
milliónir, um roknað verður
við 7 prosentum í rentu,
og avdráttartíðin verður 25
ár, so verður úrslitið út frá
okkara fyritreytum fyrsta
árið 13,2 prosent í egin
peningsavkasti, upplýsir
Tummas Eliasen, limur í
fyrireikingarbólkinum.
Hann vísir harvið á, at ætl
anin hongur saman, hóast
ferðslutíttleikin ikki fer
at økjast so nógv, sum tað
verður roknað við, og hann
vísir eisini á, at tað aðra staðni
í Europa er vanligt at rokna
við longri avdráttarskeiðum,
enn tað verður roknað við í
Føroyum.
- Vágatunnulin skal av
dragast í fimtan ár. Tað er
lutfalsliga ógvuliga stutt
áramál. Í Noregi verður kon
sessiónin ella loyvi vanliga
veitt 30 ár, og avdráttartíðin
er sett til 25 ár. Longri suðuri
í Europa er avdráttartíðin í
sovonrum førum ofta hálvt
hundrað ár, sigur Tummas
Eliasen.
Kári Sverrison heitti
á tey, sum arbeiða
við tunnilsætlanum,
eisini at hugsa um
barnagarðsbørnini
og um Toftavatn,
sum hann heldur
vera kanska størstu
náttúruperluna í
landinum
SKÁLAFJARÐAR
TUNLARNIR
Jóannes Hansen
Fundurin á Svangaskarði
mánakvøldið snúði seg
um tunlar og um nógvar
hundrað milliónir krónur.
Fyrireikingarbólkurin legði
eitt nú eftirgjørt filmsbrot
fram, sum vísti, hvussu
tunlarnir roknast við at
fara at síggja út, og hvussu
umhvørvið fer at síggja út,
har tunnilsinntøkini fara at
vera.
Í Breiðagili á Toftaland
inum verður tunnilsmunnin
ikki so langt frá Toftavatni,
og vegurin, sum ætlast at
fara eystur í rundkoyring,
ið verður á núverandi
Rituvíksvegnum, ætlast at
liggja tvørtur um Løkin,
sum rennur úr innara Tofta
vatninum og oman í Runa
víkina. Fram við Rituvíks
vegnum og nakað innanfyri
ætlaðu rundkoyringina
er stóri og rættuliga
nýggi barnagarðurin hjá
Runavíkar kommunu.
- Nú verður nógv tosað
um tunlar, vegir, bilar og
ferðslu. So vítt sum eg dugi
at síggja, so fer tunnilin her
at liggja rættuliga tætt at
Toftavatni, og vegurin og
harvið ferðslan fer at fara
framvið bæði Løkinum og
barnagarðinum á Mýrunum.
Harvið verður vandi á ferð
fyri Toftavatn, Løkin og
børnini í barnagarðinum.
Í staðin fyri at hava útsýni
yvir Toftavatn, sum er
størsta náttúruperla her á
leið og kanska vakrasta og
sermerktasta staðið í land
inum, so fara tey at síggja
yvir á vegir og tunlar og
bilar. Tað líkar mær ikki
væl at frætta.
Nakað soleiðis málbar
Kári Sverrison, listarmaður,
seg, tá ið hann sum tann
fyrsti bað um orðið, tá ið
tað var frítt á Svangaskarði
mánakvøldið.
- Vit halda okkum hava
hugsað um Toftavatn, Løk
in og barnagarðin. Í máls
viðgerðini er tað greitt,
at friðingarmyndugleikin
fer at skula siga sína mein
ing um hetta. Men vit
halda okkum hava lagt
uppfyri tí, sum spyrjarin
bar fram. Eitt nú ætlast
møguleiki at vera fyri at
ganga framvið Løkinum og
undir vegnum, sum verður
frá tunnilsmunnanum og
eystur á Rituvíksvegin,
svaraðu fyrireikararnir.
Fíggjarliga grundarlagið er sterkt
Hugsið um børnini og vatnið
15
Nr. 224 - 22. november 2005
landsstýrismaðurin at biðja
tingið um heimild til lands
stýrismannin at geva felagi
rættin at gera neyðugar kann
ingar av eitt nú botninum í
Tangafirði við tí fyri eyga
at finna fram til, hvussu tað
skal farast fram, tá ið tunnil
skal gerast.
Ein 50-krónuseðil fyri
at koyra av Toftum til
Havnar. Tað er úrslitið, sum
stitakararnir eru komnir til,
tá tosað verður um prís fyri
nýtslu av tunlunum
Mynd: Vilmund
Nøkur av teimum, sum eru í fyrireikingarbólkinum, f.v.: Niclas Foldbo, verkfrøðingur, sum
hevur staðið aftanfyri fleiri tunnilsbyggingar, Tummas Eliasen, stjóri á Føroya Lívstrygging og
fíggjarkønur og Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen