týsdagur 22. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 22. november 2005
16
Í hesum framkomnu
tíðum ger tað ikki
mun, hvar handilin
er, sigur Arnbjørn
Fagraklett, sum er
farin undir nýtt
virksemi í Suðuroy
Handilsskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú eru teknikkurin so
frammarlaga, at tað ger ikki
mun, hvar tú ert staddur. Tí
kunnu vit akkurát tað sama
verða í Suðuroynni, sum
onkra aðrastaðni í landin
um.
Tað sigur Arnbjørn Fagra
klett, nýbyrjaður handils
maður.
Hann letur seg sostatt ikki
ávirka av neiligu páhaldun
um um at tað ber so illa til
at hava virki og fyritøkur í
Suðuroy, tí oyggin er so langt
frá meginøkinum, Smyril er
altíð lagdur av arbeiðssteðg
um og flutningurin er so
dýrur.
Hann sigur, at nú á døgum
eru samskiftismøguleikarnir
so góðir, at tað ger ikki mun,
hvar ein er staddur og stinga
onkrir trupulleikar seg upp,
er bara at taka teir við.
Og trupulleikar fekk hann
beinanvegin, tí longu tann
dagin, hann fekk tær fyrstu
vørurnar heim, varð Smyril
lagdur av arbeiðssteðgi, so
byrjanin var onki serligt.
Men tíbetur sigldi gamla
Johanna, so vøran kom fram
kortini.
So tá ið hann fekk eitt gott
hugskot helt hann, at hann
kundi akurát tað sama byrja í
Vági, hagar hann er fluttur.
Sostatt eru hann og sam
búgvin, Solveig Ryggsham
ar, farin undir handilin við tí
ambitiøsa navninum, ”Spar
pengar”.
Og tað er júst annað bein
ið, sum handilin byggir á,
nevniliga, at her er peningur
at spara. Arnbjørn tvíheldur
um, at tað, sum hann selir,
skal ikki kosta meiri enn
umleið helvtina av tí, vit eru
von við.
Tað kann hann gera, tí at
hann ætlar at halda útreiðsl
unum so langt niðri sum
gjørligt. Goymslan verður
heima í kjallaranum, men
tað hevur so eisini merkt
heimið vesturi við Vatnið í
Vági, har kjallarin er fullur
av pappeskjum.
Og sjálvari avgreiðsluni
ætla hann og Solveig at taka
sær av.
Tað ger eisini sítt til at
halda prísunum niðri, at
hann er komin uppí eitt
norðurlendskt samtak, sum
keypir vørur heim í stórum
mongdum, beinleiðis frá
framleiðarunum.
Arnbjørn
Fagraklett
sigur, at talan er um kines
iska framleiðslu, har fram
leiðslukostnaðurin er nógv
bíligari enn vit eru von við
og tað hjálpir avgjørt upp á
prísleguna.
Men hvørjir trupulleikar,
ið kunnu standast av at
byggja vinnu upp í Suðuroy,
fekk hann beinanvegin at
merkja, tí longu tann dag
in, hann fekk tær fyrstu
vørurnar heim, varð Smyril
lagdur av arbeiðssteðgi, so
byrjanin var onki serligt.
Men tíbetur sigldi gamla
Johanna, so vøran kom fram
kortini.
Alternativar vørur
Men tað skerst heldur ikki
burtur, at vøruúrvalið er
eitt sindur serligt, tí talan
má milt sagt sigast í stóran
mun at vera um alternativar
vørur.
Hann er byrjaður at
selja hitapumpur til virkis
bygningar og vanlig sethús.
Umframt at hita hølini upp
um veturin og kunnu tær
køla niður um summarið,
um tað gerst ov heitt.
Seinni koma eisini hita
pumpur, sum kann koplast
beinleiðis til miðstøðuhitan
og sum eisini syrgir fyri
heitum vatni.
Og hevur onkur droymt
um eitt prutl ella ein skutara,
sum ikki brúkar bensin, men
sum gongur við el-orku, fer
tað eisini at lata seg gera
seinni.
– Umframt at halda prísun
um niðri, er endamálið við
hesum eisini at spara olju
og sostatt eisini at dálka
minni. Eftir fólkatalinum
eru Føroyar heimsmeistarar í
luftdálking frá olju og tí eiga
øll tiltøk, sum kunnu spara
olju, at vera vælkomin.
Men seinni koma eisini
sjónvørp við flatskermi
og allari nýggjari tøkni,
umframt mp4 spælarar,
sum eru ein víðarimenning
av teimum betri kendu mp3
spælarunum.
Men skuldi brúk verið
fyri einum elektriskum
koyristóli, fer eisini tað at
bera til.
Hann sigur, at av tí at talan
er um ókendar framleiðslur,
tekur tað eitt sindur av tíð at
fáa fólk at góðtaka tey, tí tey
vilja heldur halda seg til tað,
sum tey kenna og tað skilir
hann væl.
– Men kinesarar duga
sanniliga eisini og dygdin
er fult á hædd við aðra
framleiðslu. So tað mann
fara at koma, heldur hann
og hann kann ikki klaga um
gongdina higartil.
– Arnbjørn Fagraklett er byrjaður í tí smáa heima hjá sær sjálvum í Vági. Her setir hann eina hitapumpu upp, sum hitar um veturin og kølir um summarið. Hann
hevur eisini nógvar aðrar, alternativar vørur á skránni
Handilsmaðurin í Suðuroy við
teimum bíligu alternativunum
Gentur
útbúgva
seg meira
Dreingirnir vilja
verða kokkar og
timburmenn.
Genturnar vilja
verða læknar og
advokatar.
útbúgving
www.business-line.fo
Tá tey ungu í donsku 8.
og 9. flokkunum skulu
peika á teirra dreym
aútbúgving, er stórur
munur á, hvat kynini
velja.
Genturnar ynskja í
nógv størri mun enn
dreingirnir at halda fram
í útbúgvingarskipanini
og stíla eftir longum
útbúgvingum. Tað vísir
ein kanning hjá Center
for Ungdomsforskning
ved Learning Lab Den
mark á Danmarks Pæda
gogiske Universitet.
Hjá dreingjunum er
støðan ein onnur. 15%
av teimum ynskja at
fara úr 9. flokki og finna
sær okkurt arbeiði. Fyri
genturnar er hetta talið
9%.
Útbúgvingarynskini
hjá teimum ungu í 9.
flokki broytast ofta,
áðrenn endaliga valið
fer fram. Nógvir næm
ingar hava onga hóming
av, hvat tey ætla sær
seinni.
Í miðnámsskúlunum
eru kvinnurnar í dag
í stórum meirluta, og
á lærdu háskúlunum
eru tað eisini flestar
kvinnur, ið taka útbúgv
ingar innan læknavís
indi, løgfrøði og sam
felagsfrøði.