Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tróndur Patursson hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri Vejle kommunu Nr. 224 - 22. november 2005 17 Tað er nógv arbeiði av einum listarverki, sum tilsamans er út við 300 fermetrar stórt. Tað noyðist Tróndur Patursson og teir handverkarar, sum hava hjálpt honum at brenna og seta upp, at sanna, nú hann í Danmark hevur avrikað sítt lívsverk Bygging og list Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tróndur Patursson hevur nevni­liga seinastu tvey ár­ ini arbeitt við at gera eitt risa listarverk, sum í dag prýð­­ir elevator-og trappu­ torn­ið í einum nýggjum par­ keringshúsi, sum kommunan í Vejle hevur latið byggja. Í grein í donskum blaði stend­ur, at talan er um eitt listarverk, sum kostar 40 mil­­jónir krónur, men hetta er eitt skot langt við síðuna av. Tað er bygningurin, sum er í fimm hæddum, ið til­ sam­ ans kostar út við hesar 40 miljónir krónurnar. “Vejle kommune har be­ stilt kunstværk til 40 milli­ oner... “ stendur í danska blað­­num. Ein miljón - Nei, hetta er vrøvl, sigur Tróndur Patursson. Hann metir, at tann part­ ur­in, sum hann og hansara teknikarar hava gjørt saman við øllum útreiðslum til leigu av verkstaði og einari høll, tilsamans fer at liggja um eina miljón krónur. - Hetta er eitt velduga stórt arbeiði, og eg haldi, at hetta er alt ov bíligt. Hetta hevur givið mær eina ársløn hesi bæði árini, men hetta er ikki nakað, eg eri vorðin ríkur av. Tróndur vísir á, at tað er ein stór ábyrgd at átaka sær eitt so stórt arbeiði. - Sjálvandi er tað arbeiði, sum gerast skal, í sær sjálvum ógvu­liga stórt, men tað strævn­­asta er tann ábyrgd, sum liggur í hesum. Hann sigur, at líkamikið, hvussu væl eitt slíkt arbeiði verður fyrireikað, so veitst tú ikki, fyrr enn verkið stendur liðugt, hvussu tað tekur seg út, bæði i nnan-og uttanífrá. - Men eg eri væl nøgdur, nú hetta er liðugt. Eg eri betri nøgdur, enn eg væntaði, at eg fór at vera, tá ið eg fyri tveimum árum síðan fór und­ ir at leggja hetta arbeiði til rættis. Um kvøldarnar lýsir tornið sum ein viti, leggur hann aftrat. Lívsverk Í samrøðuni við danska blað­ ið, sigur Tróndur, at hóast hann hevur gjørt nógv stór­ arbeiði i nnan listina, má hetta kortini sigast at vera hans­ara lívsverk. Listarverkið í málaðum glasi er eitt av heimsins størstu av sínum slagi. - Hetta er helst mítt lívs­ verk, sigur listamaðurin við danska blaðið - og nikkar, og líkasum vil staðfesta hetta yvirfyri sær sjálvum, skrivar blaðið. Í greinini verður sagt, at hetta hevur verið ein risa­av­ bjóðing fyri Trónd. - Ikki bert av støddini, sum ger tað trupult at hava yvirlit yvir listarverkið, har hann stundum noyðist upp í ein seks metra høgan stiða at síggja tað, hann hevur gjørt – og fyri at síggja, hvagar pensilin nú skal flytast, skriv­ ar blaðið. Fólk, sum brúka trappuna í torninum, fara at síggja út ígjøgnum glasið og út ígjøg­num múrarnar í bygn­ ing­inum. Um kvøld­arnar er ljós í torninum, soleiðis at fólk kunnu síggja, hvar tey ganga. Tað merkir, at ljós soleiðis eisini sæst út ígjøgnum glasið. Lagt verður aftrat, at listar­ verkið er ein súla, og tað merkir, at tú sært ikki alt í senn, men í stórum “bitum” – alt eftir, hvar tú stendur. Tað ósjónliga Tróndur Patursson hevur gjørt fleiri modellir – og at enda hevur hann teknað listarverkið upp á gólvinum í stóru høllini, sum varð leig­ að til endamálið. - Eg royni at gera tað ósjón­ liga sjónligt og náa inn í tað, sum ikki sæst. Tí máli eg ikki náttúralistiskt, sigur Tróndur við danska blaðið. Donskum bløðum so líkt, verður lagt aftrat, at tá ið Trónd­ur málar ella ar­beið­i r við glarlist í sínum heim­ liga umhvørvi, letur hann hurð­ina upp og lurtar eftir havinum. - Havið er hansara radio, hansara tónleikur, skrivar blað­ið. Tróndur sigur, at stórt ar­beiði var lagt í at fáa par­ ker­ingshúsið og harvið lista­ verkið liðugt undan valinum í Danmark. Hann veit at siga, at pláss er fyri umleið 270 bilum í húsinum, sum annars er bygt soleiðis, at byggjast kann om­an á tær fimm hæddirnar, sum nú eru. - Tað er lætt hjá bilførarum at koma inn í húsið, og tað er lætt at sleppa útaftur. Tú koyrir upp-og niðureftir ein­ um “snigli”. Ikki keðiligt Tróndur sigur, at onkur hev­­ur havt á munni, um tað ikki er keðiligt at skula prýða eitt par­keringshús við so nógvari list, tí oftast er tal­­an um mentanarhús av ym­­iskum slagi, sum gjørt verð­ur burtur úr. - Men tað haldi eg ikki, tvørtur ímóti. Eg haldi, at hetta hevur verið ein ógvuliga áhuga­verd uppgáva. Nógv av parkeringshúsunum, vit síggja, eru so óendaliga keði­ lig. Í Fraklandi eru tey kend fyri at gera meira burtur úr parkeringshúsunum við eitt nú glasi og ljósi, og eg haldi, at hetta er positivt. Hann sigur, at hann held­ ur er errin av júst at hava verið við til at gera eitt par­keringshús meira menn­ iskjansligt. Tróndur sigur, at neyð­ugt var við stórum og tíð­ar­krevj­ andi fyrireik­i ngararbeiði til hetta stóra listarverk, og eitt nú mundi tað taka tað mesta av einum ári at gera skitsurnar. Men frá tí, at hann fór í gongd við at mála, tók tað átta mánaðir at fremja arbeiðið í verki. Lítið heima - Eg havi verið lítið heima í Føroyum, síðan eg fór undir hetta arbeiði, sigur hann. Tornið, sum hann hevur prýtt í Vejle, er 16 metrar høgt og átta metrar í tvørmát. Tróndur sigur, at tað eru nógv verk úr glas-mosaik, sum eru nógv størri enn list­ ar­verkið í Vejle, men hann hevur ongantíð hoyrt um eitt samanhangandi listarverk úr glasi, sum er so stórt sum hetta. - Hetta er eitt saman­ hang­­andi listarverk, sum er má­lað á gólvinum og síðan sett saman, sigur Tróndur Pat­­ursson í samrøðu við Sosialin. - Eg royni at gera tað ósjónliga sjónligt og náa inn í tað, sum ikki sæst. Tí máli eg ikki náttúralistiskt, sigur Tróndur Patursson, listamaður