Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni/ Faroe Petroleum fer nú eisini at royna eydnuna á tí sera olju- og gassríka norska landgrunninum. Fe­lagið er millum tey 24 oljufeløgini, sum hava søkt um leiti­loyvi í 19. loyvis­ um­farinum á norska land­grunn­inum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt oljufelag ætlar sær at taka lut í oljuleiting í norskum øki skrivar Portalurin Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Søkt er um eitt loyvi saman við øðrum oljufeløgum. Tal­an er um eina nýggja leitirundu í Norskahavinum og Barentshavinum, har tað finnast stór øki, sum ong­ antíð eru kannað fyrr. Tað krevur sera nógv av einum felag at fáa loyvi at søkja um leitiloyvi í norskum øki. Sambart yvirliti yvir um­søkjarar frá norska Olje- og Energidepartementet er føroyska oljufelagið á lista­ num yvir feløg, sum hava fingið loyvi at søkja. Nils Sørensen, stjóri í Før­ oya Kolvetni váttar, at felagið er góðkent av norskum olju­ myndugleikum sum kvali­ fiseraður umsøkjari. Hann sigur, at tey í felagnum hava eisini gjørt eitt sera stórt fyri­reikingararbeiði í sam­ bandi við 19. leitium­farið. Krøvini til nýggj feløg, sum vilja leita eftir olju og gassi á norska landgrunninum, eru sera strong. Eitt nú skal eitt felag hava skrivstovu í Noregi og hava í minsta lagi 8 fólk í arbeiði har í seinasta lagi eitt ár eftir, at felagið hevur fingið leitiloyvi. Uppá fyrispurning hví fe­lagið nú eisini vil víðka sítt virksemi til norskt øki sigur Niels Sørensen, at hetta er ein náttúrligur partur av menningini av felagnum, og tí at stórir partar av norska landgrunninum eru lítið kannaðir. Eisini verður millum serfrøðingar mett, at góðir møguleikar eru at gera nýggj fund í norskum øki, hóast oljuvinnan hevur verið virkin har í meira enn 30 ár. - Vit miðja ímóti at spjaða váðan til so nógv ymisk øki sum til ber, men har vit eru við eru vit eisini við fullari styrki sigur hann og sipar við hes­um til, at felagið hevur bygt upp eina ekspertisu á flestu økj­um innan olju­ leit­­ing, og tað er henda eks­pertis­an, sum nú kemur fe­­lag­­num til góðar, nú tað er góðtikið (prekvaliserað) at vera partur av leitingini á norskum øki eisini. Norska økið verður vanliga býtt upp í tríggjar partar: Norð­­sjógvurin, Norskahavið og Barentshavið. Nils Søren­ sen vil ikki í løtuni siga nakað um, hvar tey hava søkt um leitiloyvi. Umsóknirnar til 19. rundu skuldu vera latnar inn innan 15. november. Loyv­ini verða latin í fyrsta ársfjórðingi 2006. At so stórur áhugi er fyri leiting á djúpum vatni í Norska­havinum kann eisini óbeinleiðis fáa týdning fyri leitingina við Føroyar. Leitað verð­ur m.a. í økjum, sum minna ikki sørt um føroysku undirgrundina. Eisini verður tøknin ment til at leita á djúp­um vatni, nakað, sum eis­ini kann koma leiting við Føroyar væl við. Millum hini feløgini, sum hava søkt, eru Statoil, Shell, BG, Eni, Amerada Hess, Chev­ron, ConocoPhillips, Dong, Total, Lundin, Norsk Hydro, Talisman Energy, Idemitsu Petroleum, Mara­ thon Oil og Premier Oil. Norskir myndugleikar eru sera fegnir um stóru und­ir­tøkuna fyri 19. útbjóð­ ing. Meðan tað her eru 24 umsøkjarar, var talið í 18. út­bjóð­ing 18 og í 17. út­bjóð­ ing 13. So hóast nógv­ir brunn­ ar eru boraðir á norskum øki, so meta oljufeløgini fram­vegis, at tað finnast stór­ar olju- og gassgoymslur í undir­grundini. Og hesar kunnu so eftir øllum at døma eisini føroysk oljuáhugamál vera partur av. Sera virkið felag Nú føroyska oljufelagið Før­ oya Kolvetni eisini er far­­­ið at vísa norska land­grunn­­in­ um ans, er rætt at hyggja at, hvussu virk­ið fe­­lag­­ið annars er um okkara leið­ ir. Faroe Petroleum hev­­ur í dag tilsam­ans 14 leiti­­loyvi í føroyskum og bretsk­­um øki. Tey 10 eru í bretskum øki, harav fe­lag­ið er fyri­støðu­ felag í 6 loyvum. Av teimum 4 loyvunum á føroyska land­ grunninum er Føroya Kol­ vetni fyristøðufelag í tveim­ um loyvum. Føroya Kolvetni arbeiðir í løtuni við at tulka seismiska kanningartilfarið tað fekk til vega í Føroyum í summar. Her er serstakliga talan um loyvi 12, heilt suðuri móti markinum. Kanningar og tulk­ingararbeiði komandi ár­ið verður avgerandi fyri, um felagið metir vánir verða fyri at fara undir at bora í næstu framtíð. Føroya Kolvetni beina kós móti norskum oljukeldum Á kortinum síggja vit loyvini, sum Føroya Kolvetni er partur av. Kelda Faroe Petroleum. Nils Søresen sær stórar møguleikar á norska landgrunninum Nr. 224 - 22. november 2005 18