Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

-Tað er eitt gott høvi at hitta starvsfelagar og at kunna mark­ nað­arføra føroyska landgrunnin sigur landsstýrismaðurin í oljumálum, sum er boðin at luttaka á stórari oljuráðstevnu í London í mars Ráðstevna Jan Müller jan@sosialurin.fo - Hvussu kann heimurin nøkta støðugt vaksandi eftir­ spurningin eftir olju og gass, og hvønn týdning kunnu lítið kannað og jomfrúulig øki fáa fyri henda eftirspurning í framtíðini? Hetta eru nakrir av spurn­ ingunum, sum verða við­ gjørd­ir á eini stórari oljuráð­ stevnu í London í døgunum frá 22. til 24. mars 2006. Ráðstevnan ber heitið: “Con­ quering New Frontier Oil & Gas Exploration”. Stigtakararnir til ráð­stevn­ una meta Føroyar og fram­ tíðar leiting við Føroyar verða so mikið áhugaverd í hes­um sambandi, at teir hava boðið Bjarna Djur­holm, lands­stýrismanni í olju­mál­ um at vera við og halda fyri­lestur um oljuleitingina á føroyska landgrunninum. -Hetta ljóðar sum ein sera áhugaverd og viðkomandi ráðstevna, so eg havi tikið av tilboðnum sigur Bjarni Djurholm. Hann metir sjálv­ ur, at tað kann hava stór­an týdning fyri áhugan at leita eftir olju og gassi á land­ grunninum, at umboð fyri føroyska oljuumhvørvið eru sjónlig og gera vart við seg á slíkum ráðstevnum, har bæði politikarar, ráðharrar og leiðandi oljufólk úr nógv­ um londum hittast. Millum luttakararnar á ráð­stevnuni eru eisini nýggi norski oljumálaráðharrin, Odd Roger Enoksen og fyrr­ verandi svenski for­sætis­ ráð­harrin Carl Bildt. So her verður høvi hjá Bjarna Djur­holm at hitta sín norska starvsfelaga fyri fyrstu ferð og harvið eisini kunna byggja brýr millum londini á oljuøkinum. Bjarni Djurholm sigur, at tað hevur stóran týdning fyri seg, nú hann bert hevur umsitið oljumál í minni enn tvey ár, at kunna tosa við eitt nú nýggja norska starvs­ felagan. -Noreg og Føroyar hava kanska meira enn onnur av okkara grannalondum fe­lags áhugamál í roynd­un­ um at leita eftir olju og gassi á landgrunnunum báð­um. Vit hava felags ment­an­ar­ ligar røtur, vit hava eisini traditión fyri at sam­starva á vinnuøkinum. Áhuga­ vert er her at merkja sær, at stóra norska olju­fe­lag­ið Statoil er eitt av undan­ gongu­feløgunum í leitanini á landgrunninum. Bjarni Djurholm heldur eisini ta sannroynd vera áhuga­verda, at Før­oyar og Noreg hava felags undir­ grundarmark. Tað er t.d. ikki óhugsandi, at øki, sum liggja við markið millum londini, ein dag í framtíðini kunnu vera partur av leitingini og samvinnuni. Sjálvur hevur landsstýrismaðurin eisini stór­ar vónir til boringina á landgrunninum komandi summ­ar, sum Statoil eftir øll­um at døma fer at standa á odda fyri. Í innbjóðingini til ráð­stevn­ una í London komandi ár verður víst á, at ein “era” - eitt tíðar­skeið - við risastórum oljufundum er av. Fyri at kunna møta tí skjóttvaksandi eftirspurninginum eftir kol­­ vetnum verður tað neyð­ugt at leita eftir smærri olju­ goymsl­um í fjarskotnum og ókendum økjum. Stað­fest verður eisini, at tað verð­ ur bæði torførari og kostn­ aðarmiklari at fáa fatur í hesum higartil fjaldu olju- og gassgoymslum. Men tíðin er komin til at seta fokus á hesi øki. Føroyska undirgrundin er partur av hesi avbjóðing. Oljuleiting á føroyska land­ grunninum er tí ein týðandi partur av ynskinum og tráð­anini eftir at gera fleiri nýggj oljufund. Tað setir so eisini stór krøv til tøkniligu menningina, tí oftani er talan um ókend havumhvørvi. Ein fyri Føroyar sera týdningarmikil avtala um oljubor­ ing á basaltinum miðskeiðis á land­grunninum í 2006 verður helst veruleiki í aðru viku. Tá er tann broyting eisini møgulig, at bæði føroysku oljufeløgini vera við Oljuboring Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað hevur tikið drúgva tíð at fáa gjørt eina av­talu um at fara undir eina kost­naðarmikla og váði­ liga oljuboring inni á land­­grunninum komandi ár. Nú bendir tó nógv á, at ein avtala er við at koma undir land millum tilsamans 8 oljufeløg um saman at bora fyrsta brunn á basaltinum nakrantíð, nevni­liga í loyvi 006, har Statoil er fyrsitøkufelag. Eisini kent sum Brugdu- prospektið. Tað er eingin løtt upp­ gáva, tá heili 8 ymisk olju­ feløg skulu semjast um at fara undir eina rættiliga óvan­liga uppgávu. Og hetta er ein óvanlig upp­ gáva. Talan er um at flyta og leggja saman til ein tveir brunnar hjá Statoil- og Amerada Hess-samtaki - sum upprunaliga skuldu borast í tveimum loyvum í landssynningshorninum av landgrunninum - inn á eitt heilt nýtt øki, nevniliga 9 ára loyvið hjá Statoil. Hetta liggur miðskeiðis mill­um Føroyar og markið móti Onglandi. Sum Sosialurin skilur, ynskir eitt av feløgunum, Petro Canada at sleppa burtur úr sínum bindingum á Føroyaøkinum. Hetta er uttan iva ein partur av fe­lagsins strategi, tí tað er heldur ikki aðrastaðni á Atlantsmótinum. Tað er í dag partur av Statoil­ samtaki. Keldur í oljuheiminum vilja vera við, at tað er sann­líkt, at eitt annað fe­­lag kemur inn og av­­ loys­ir kanadiska olju­fe­ lagið. Hetta er føroyska oljufelagið Føroya Kol­ vetni, sum er vorðið al­samt meira virkið á øll­um At­lants­mót­in­um. Framm­anund­an er hitt før­ oyska oljufelagið, At­lants Kolvetni partur av sam­ takinum, sum ætlandi fer at bora næsta ár. Stjórin í Føroya Kolvetni, Nils Sørensen vil hvørki vátta ella avsanna hesi tíð­indi. Stjórin í Statoil, sum stendur á odda fyri hesi komandi boringini, Rúni Hansen vil onga við­ merking gera til málið, meðan samráðingar fara fram. Tað einasta hann vil siga er, at ein loysn er at hóma. Tað merkir so aftur, at seks útlendsk oljufeløg og tvey føroysk uttan iva fara und­ir at bora á land­ grunninum um gott og væl eitt hálvt ár. Út­lendsku olju­feløgini eru: Statoil, Shell, Dong, Amerada Hess, BG og Anadarko. Bæði føroysku olju­ feløgini helst við í oljuboring í 2006 Oljuleiting við Føroyar á oljuráðstevnu í London Bjarni Djurholm til London Nr. 224 - 22. november 2005 19 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið