týsdagur 22. november 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 224 - 22. november 2005
Aftur sildarok í Kollafirði – n
Síðan Saksaberg land
aði fyrstu nøgdirnar
av sild á hesum
sinni í síðstu, hava
tey havt úr at gera á
Kollafjord Pelagic.
Arbeitt verður alt
samdøgnið, og sildin
verður skorin til
butterfly-fløk. Longu
í hesi vikuni vænta
tey á virkinum, at
hampiligar nøgdir
av sildafløkum verða
avskipað um danska
samstarvsfelagið í
Skagen til norður
evropeiska markn
aðin
Sildaarbeiði
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Kollafjord Pelagic hava
tey seinastu dagarnar havt úr
at gera við at skera sild, sum
skipini, Saksaberg og Jupiter,
hava fingið í føroyskum
sjógvi sunnanfyri.
Hildið verður, at sildin er ein
blandingur av norðhavssild
og norðsjóvarsild.
1100 tons
Saksaberg hevði eini 500
tons í síðstu viku og Jupiter
eini 600 tons í hesi vikuni, so
tilsamans hevur Kollafjord
Pelagic keypt 1100 tons av
sild.
Sildin verður skorin til
butterfly-fløk, og verður
í samstarvi við danska
felagið, Taabbel í Skagen,
send á norðurevropeiska
marknaðin, serliga til Týsk
lands.
Tvær støddir
Á Kollafjord Pelagic hava tey
seks baader- maskinur, sum
skera rávøruna, ið verður
pakkað í tvær støddir.
Sildin verður býtt upp í
tað, sum rópt verður, 10-16
og 12-18 stykkir til hvørt
kilo. Síðan verður hon fryst
í 20 kilo stórar blokkar og
útflutt.
Tá ið sildin verður butter
fly-skorin, hanga tvey og
tvey fløk saman í skæðuni
í rygginum, men sjálvur
ryggurin er skorin burtur.
Gongur væl
Á Kollafjord Pelagic siga
tey, at framleiðslan higartil
hevur gingið nógv betur enn
væntað, nú hetta er fyrstu
ferð, at virkið burtur av sker
sildina.
Arbeitt hevur verið í
vaktum, har 20 fólk hava
Stjórin og góðskuleiðarin
kanna sildafløkini,
sum komin eru úr
maskinunum
Mynd: Jens Kr. Vang
Nógv er at gera, og lagið er
gott á Kollafjord Pelagic
Mynd: Jens Kr. Vang