Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 22. november 2005 21 ú verður sildin skorin til flak verið á hvørji vaktini, síðan Saksaberg og seinni Jupiter landaðu. Vaktirnar eru frá klokkan 8 á morgni til klokkan 20 á kvøldi og aftur frá klokkan 20 til klokkan 8. Arbeitt hevur eisini verið í vikuskiftinum á sama hátt sum hinar dagarnar. Umráðandi er at fáa sildina undan, meðan hon er fesk. Sum er, hevur pelagiska virkið í Kollafirði nóg mikið av fiski fram til hósdagin. Upplæring Ein maskinmaður hjá virk­in­ um hevur verið til upplæring í Danmark í tríggjar vikur, har hann hevur sett seg inn í, hvussu baader- maskinurnar verða justeraðar. Á virkinum vænta tey, at hampiligar nøgdir verða avskipaðar longu í hesi vikuni. Hetta er soleiðis ein spenn­ andi tíð hjá teimum, sum standa aftanfyri Kollafjord Pelagic – og ikki minni hjá teimum, sum nú starvast í dagligu framleiðsluni á virk­ inum. Stjóri á Kollafjord Pelagic er vestmenningurin, Dánjal Jákup Andreasen. Jupiter landar sild í Kollafirði, sum verður skorin til butterfly- fløk og seld á norðurevropeiska marknaðinum serliga til Týsklands Mynd: Jens Kr. Vang Arbeiðið hevur gingið væl, síðan tey burtur av fóru at skera sild í Kollafirði fyri nøkrum døgum síðan Mynd: Jens Kr. Vang