týsdagur 22. november 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ongatíð gull at vera útróðrarmaður
Nr. 224 - 22. november 2005
22
- Fiskurin er har, men
talið á útróðrarbátum
er heldur stórt. Tí
verður ikki so nógv
í part, sigur Kamar
Klein, útróðrarmaður
í Klaksvík. Hann fór
til útróðrar í gjár og
ætlaði at verða aftur
seint í gjárkvøldið
Útróður
Orð/myndir: Snorri Brend
Klaksvík: Tað er av allar
fagrasta veðri í Klaksvík.
Sum ein góðan summardag,
seinnapartin í gjár.
Eg havi sæð fleiri útróð
rarbátar fara út eftir víkini
henda seinasta tíman. Veðrið
er til slíkt í dag og tað er
streymurin eisini.
Man tað fara at bera til
at fáa orðið á onkran teirra,
beint áðrenn lagt verður frá
landi?!
Eg síggi, at ein bátur liggur
norðarlaga á Kósabrúnni og
tekur inn ís. Komin norður
hagar hevur hann longu loyst
frá landi. So var hann eisini
farin.
Men á Stangabrúnni
standa tveir útróðrarmenn
og tosa saman. Motorarnir
báðir eru í gongd, so líkt er
til at teir eru eisini á veg til
útróðrar. Eru ikki farnir enn,
men tað kann verða hvørja
løtu.
Báðir eru riggaðir til,
stamparnir eru komnir upp
á pláss og teir skulu líka
útveksla nøkur orð. Tá tey
eru søgd, verður lagt frá
landi.
Klokkan er 14:55 og tað
hóskar sera væl til sjóvar
fallið.
Bert seks stampar
Annar av hesum monnum
er tann 68 ára gamli – og
framvegis virkni – útróðrar
maðurin, Kamar Klein.
Í dag hevur hann, eins og
so mangir aðrir, riggað til
at fara til útróðrar. Hetta er
sama mannagongd, sum so
mangan áður.
Hesa ferð er tó ein lítil
broyting: Hann hevur bert
seks stampar við sær í dag.
Vanliga plagar hann at hava
12 stampar, men í dag bara
helvtina.
- Forholdini eru ikki so
góð í dag. Veðurmaðurin
er ikki góður í dag, tí hann
hevur sagt upp í 18 metrar
um sekundið, sigur Kamar.
Hann ætlar tí at fara avstað
nú sum skjótast, og náa at
vera aftur at landi um mid
náttarleitið.
Ongatíð gull
Báturin hjá Kamari eitur
Rólvur. Hetta er navnið á
einum steini í Hattarvík.
Hesin steinurin er serstak
ur, tí sagt verður at høvdingar
úr Noregi komu til Føroyar
og goymdu gull sítt undir
hesum steini.
Men er tað so nakað gull
nám at vera útróðrarmaður
í Føroyum so mong áðrenn
eftir hetta?!
Nei, sigur Kamar avgjørd
ur. Tað hevur ongatíð verið
gull at vera útróðrarmaður,
og tað verður tað neyvan
heldur, sigur hann.
Tað vísir seg, at talið á
útróðrarbátum er stórt og tí
verður heldur lítið í part hjá
hvørjum einstøkum teirra.
Men hinvegin, - so haldi
eg kortini, at tað er nógvur
fiskur til, sigur hann.
Alt passar saman
Seinnapartin í gjár fór Kamar
við línu, sum hann ætlaði
at seta á einum miði teir
nevna Gøtuboðarnir. Hetta
er vanliga eitt gott mið.
Annars hevur viðrað ójavnt
í ár. Í summar var hampiligt
veður og fiskarí, men fyrra
partin av heystinum viðraði
so stak illa hjá útróðrarmonn
unum.
Hóast útróðurin er lívs
starvið hjá Kamari, so er
hann ikki eins bundin og
aðrir at skula avstað, hvørja
ferð líkindini eru til tað.
Hann hevur tí ikki nakran
annan mann við sær í báti
num.
Sum tú kanska veit, so
havi eg fingið mær eina
konu úr Ukraine, og vit bæði
arbeiða so sera væl saman.
So tað ber væl til, skal eg
siga tær.
Eg fari tí til útróðrar, tá tað
liggur fyri og tá viðurskiftini
eru til tað, bæði heima við
hús og á sjónum. Soleiðis er
tað, sigur Kamar við einum
brosi.
Einaferð - altíð
útróðrarmaður
Kamar hevur verið útróð
rarmaður í mong ár, og tað
er hann framvegis, hóast
aldurin er har.
Eg veit ikki, hvussu tað
ber til. Men tá ein er útróð
rarmaður, so blívur ein við
at vera útróðrarmaður.
Ein støðast ikki aðrastaðni
enn umborð, og eg kenni
altíð hugin at fara aftur til
útróðrar, sigur hann.
Og henda hugin slapp hann
so aftur at royna seinnapartin
mánadagin, tá eitt stórt tal av
útróðrarbátum løgdu leiðina
út á tey miðini, har teir plaga
at fáa mesta fiskin.
Kanska Rólvur fiskar
”gull” henda túrin!
Ein góður bátur
Báturin hjá Kamar varð
fyri 20 árum síðani
smíðaður úr stáli í Svø
ríki. Hann hevur verið
heimahoyrandi í Íslandi,
til Essa Petersen í Norð
depli keypti hann.
Fyri trimum árum síðani
keypti Kamar so henda
bátin, eftir at hann rendi
á land við hinum bátinum
hjá sær. Hann fór í knús,
og tí ynskti hann at fáa
sær ein annan bát at rógva
út við.
Hann keypti henda bátin,
og gjørdi nakað við hann
umborð, áðrenn hann fór
fyrsta túrin við honum.
- Men nú havi eg eisini
ein sera góðan bát, sigur
Kamar.
Báturin er 9 BRT og
kann ganga 8 fjórðingar.
Longdin er 9,8 metrar,
breiddin 2,9 og dýpdin
2,17 metrar.
Kamar Klein ger klárt
at fara til útróðrar.
Veðrið er til tað og tað
er streymurin eisini
Kamar keypti útróðrarbátin
Rólvur fyri trimum árum
síðani. Hann arbeiddi nakað
uppá hann tá, og hevur í dag
ein góðan bát