Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. oktober 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 28. oktober 2000 11 10 Nr. 208 - 28. oktober 2000     ✎✘ Síða 11 Karl Jákup Ósa Eliasen Heðin Ferjá Heldarskarð Leif W. Høgnesen Hanna Jacobsen John Sigurd Joensen Stoksoyrabakki lærlingur í Búðum handilsmaður Uppsalagøta skrivstovukvinna Bøgøta hýruvognskoyrari Víkavegur Erni Johannesen Edvin Kjærbo Noomi Nielsen Eyðgunn Samuelsen Torleif Sigurðsson handilsmaður Kommunubrekka bilførari krambakvinna Á Hædd deildarstjóri Jørundsgøta útgerðarmaður Stangavegur Javnaðarflokkurin til valið ár 2000 Stoksoyravegur sjómaður Hetta vil Javnaðarflokkurin í Býráðnum í Klaksvík Javnaðarflokkurin hevur altíð torað at tikið ábyrgd og tað tora vit eisini komandi valskeið. Í farna valskeiðið hevur flokkurin sitið í andstøðu, hóast hetta hava vit lagt dent á at vera uppbyggandi heldur enn niðurbrótandi. Norðlýsið skrivar: “Tó er tað ein sannroynd, at júst Javnaðarflokkurin farna skeiðið hevur verið konstruktivur og positivur og hevur sostatt fingið fingramerki síni við í nógvum av málunum”. Hetta vilja vit halda fram við, tó vilja vit helst sita við ábyrgd og fáa vit møguleikan, taka vit av. Kommunuskuldin og barnaansing Tvey stórmál hava merkt farna valskeið: Afturgjalding av skuld og at útvega barnaansingarpláss í kommununi. Afturgjalding av skuldini hevur verið ein stórur postur hjá kommununi, og kemur framhaldandi at vera tað. Nú kommunuavtalan gekk út, eru vit sera nøgd við tað nýggju avtaluna, ið er gjørd. Serliga fegnast vit um tann partin av loysnini, ið tryggjaði at vit nýttu okkara egnu stovnar: Landsbankan og Norðoya Sparikassa sum samstarvspartar í tí framhaldandi avgreiðsluni av kommunuskuldini. Innan barnaansingina eru hend so stór framstig sum ongantíð áður í søgu kommununar - hend er ein øking av plássunum upp á 110 %. Hetta er ikki nóg mikið, og tí kemur hetta mál eisini at merkja komandi valskeið. Her fara vit framvegis at gera alt tað vit kunna fyri at nøkta tørvin. Uttan mun til hvat framtíðin bjóðar føroyskum kommunum, føroyskum vinnulívi og tí einstaka, má aðalmálið vera samstarv við virðing fyri øðrum og eina felags trúgv uppá framtíðina. Valevnini Framtíðin! Stórar avbjóðingar liggja fyri framman, tí vilja vit arbeiða fyri: • at kommunuskuldin framvegis verður niðurgoldin, so aftur verður liviligt í Klaksvík. • at gjørd verður ein miðvís 5 ára íløguætlan fyri kommununa • at arbeitt verður miðvíst við at uppbyggja og styrkja samstarvið millum kommunurnar í Norðoyggjum • at barnaansingin verður loyst og ansingartrygd innførd • at kommunalu skúlarnir fáa neyðugar játtanar til umvælingar, útbygging, rakstur til bøkur og aðra útgerð, so skúlin gerst tíðarhóskandi í allar mátar • at varðveita og menna miðnámsskúlarnar í Klaksvík • at skaptir vera ungdóminum møguleikar at støðast í býnum • at byggingin av eldraíbúðum og sambýli verður framd og kommunan ger seg til reiðar at yvirtaka eldraøki • at vinnulívið í býnum fær góð kor at virka undir