mikudagur 23. november 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 225 - 23. november 2005
Bestu songrøddir
nar frá Nósabarna
prix’num koma nú
á gøtuna við fløgu
útgávu
fløguútgáva
Tíðindaskriv
Nú kunnu øll børn og tey
vaksnu við, gleða seg, tí
nú kemur nevniliga ein
nýggj barnafløgu at standa
á søluhillunum í handlum
kring landið. Longu fríggja
dagin ber til at ogna sær fløg
una, sum stutt og greitt eitur
”Barnafløgan 2005”
Tað eru børnini sum luttóku
í finaluna Nosabarnaprix
2005 sum hava verið í upp
tøkustudio og sungið tey
spildur nýggju føroysku
barnasangirnar sum eru á
fløguni.
Tað sum er serstakt við
hesi útgávu er, at løgini
eru nýmótans pop og R&B
tónleikur, tvs. at løgini ikki
eru gjørd á sama hátt sum
vit vanliga seta í samband
við barnaløg. Hóast tað, so
eru tektirnir kortini skrivaðir
til børn. So tað ger, at hon
er sera spennandi at lurta
eftir.
Umframt lagið ”Eg eri
Nósi” er eisini eitt nýtt Nósa
lag við á fløguni, tað lagið
ber heiti ”Her hjá tær.” Tað
er Laila Carlsen sum syngur
hetta lagið. Eisini eru tvey
karaokeløg við á fløguni.
Tað eru tilsamans (við
karaokeløgunum) 10 løg
á fløguni og sum áður
nevnt er at fáa til keyps nú.
Fríggjadagin fæst ”Barna
fløgan 2005” til keyps í
3´aranum í SMS, men longu
týsdagin í næstu viku fæst
hon eisini til keyps í sølu
búðum kring landið. Fløgan
kostar kr. kr.129,-
Nýggj barnafløga
Leygardagin verður
Trøllapætur í Miðla
húsinum í Vágsbotni,
har hann fer at draga
vinnararnar av stóru
kappingini við Kulum
Rótum
Kapping
Jákup Mørk
Seinastu seks vikurnar hava
Sosialurin og Kular Røtur
skipað fyri kapping. Lepar
hava verið í bløðunum
tvær ferðir um vikuna
hesa tíðina, og við at
senda hesar inn, ber til at
taka lut í stóru kappingini.
Høvuðsvinningurin er einki
minni enn ein familjuferð
fyri tvey vaksin og tvey
børn við Atlantic Airways,
og hartil er talan eisini um
hópin av øðrum góðum vinn
ingum. bæði við bókum og
fløgum frá Kulum Rótum og
Trøllapæturi.
Leygardagin skulu teir 31
vinnararnir so finnast, og
tað verður Trøllapætur, sum
kemur í Miðlahúsið at vita,
hvør hevur vunnið. Hartil
verða Nósi og Kular Røtur
eisini at síggja, og møguleiki
er eisini fyri, at Trøllaomman
kemur til Havnar.
Hon hevur annars úr at
gera, nú hon skal baka pannu
køkur og annað gott til jóla,
men Trøllapætur hevur biðið
hana um at koma til Havnar
við sær, tí hann torir so illa
avstað einsamallur.
Tiltakið í Miðlahúsinum
verður kl. 14 leygardagin,
og tá kunnu øll børn - stór
sum smá - leggja leiðina
framvið.
Enn er ikki heilt víst, um
omman kemur við. Men
Trøllapætur lovar, at hann
nokk skal koma til Havnar
onkursvegna
Trøllapætur í Miðlahúsinum
Zakaris í
Snarskivuni
Hósdagin kl. 16
letur listamaðurin
Zakaris Heinesen
upp framsýning í for
høllini í Snarskivuni
á Vaglinum
Framsýning
tíðindaskriv
Í gamla posthúsinum í
miðbýnum húsast um
framt postavgreiðslu eis
ini Snarskivan. Rúmsátta,
ljósa og hugnaliga for
høllin verður eisini brúkt
sum framsýningarhøli,
har mong listafólk hava
havt framsýning, síðani
Snarskivan læt upp fyri
nøkrum árum síðani.
Endamálið við hesum
framsýningarhøli hjá
mentamáladeildini er
at sameina kommunala
tænastu og listaskála,
har listin hittir borgar
an á alfaravegi, og nú
upp undir jól verður
forhøllin so karmur um
eina listaframsýning hjá
Zakarisi Heinesen.
Til hesa framsýning,
ið er ein søluframsýning,
hevur Zakaris arbeitt við
vatnlitsmyndum.