mikudagur 23. november 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 23. november 2005
Við eina framløgu á
Hotel Hafnia seinna
partin týsdagin legði
grannskoðarafelagið,
Rasmussen &
Weihe, føroyska fiski
skipaflotan undir
”lupp”
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Grannskoðarafelagið, Ras
mussen & Weihe, hava gjørt
eina roknskapargreining av
føroyska fiskiskipaflotanum
fyri árini 2000-2004, har
felagið við støði í almennu
ársroknskapunum umframt
eykaupplýsingum hevur
greinað roknskapartølini
fyri hesi árini.
Á hvørjum ári seinastu
árini hevur felagið skipað
fyri framløgu av úrslitunum,
sum komið er fram til, fyri
viðskiftafólkum.
Framløgan av roknskap
argreiningini av fiski
skipaflotanum var týsdagin,
og aftur í ár var Sosialurin við
til framløguna, sum hesaferð
var á Hotel Hafnia.
Rasmussen & Weihe hava
eisini gjørt eina tilsvarandi
roknskapargreining av flaka
virkjunum fyri árini 2000-
2004, og eisini í hesum
førinum byggir greiningin
á almenn roknskapartøl
umframt eykaupplýsingar
frá virkjunum.
Á framløgufundinum týs
dagin var størsti denturin
lagdur á fiskiflotan, men
við endan av fundinum varð
tikið saman um gongdina hjá
fiskavirkjunum.
Fyri at dekka útreiðslurnar,
sum Rasmussen & Weihe
hava av greiningini, tekur
felagið
4.000
krónur
umframt mvg fyri hvørja
luttakandi fyritøku, sum við
hesum eisini fær skrivligt
tilfar útflýggjað, sum lýsir
gongdina.
Fyritøkur, sum ikki eru
við til framløguna, kunnu
fáa tilfarið sendandi, og tá
er kostnaðurin eisini 4.000
krónur.
Rasmussen & Weihe bjóða
sær eisini at koma á vitjan
hjá fyritøkum og halda eina
framløgu eftir nærri avtalu
við fyritøkuna, og tá er
kostnaðurin 12.000 krónur
umframt mvg.
Greiningin, sum fevnir
um meginpartin av fiski
skipaflotanum, er býtt
upp hesar bólkar: 1) Allur
flotin, 2) Pelagisk vinna,
3) Rækjuvinna, 4) Verk
smiðjutrolarar, 5) Partrolarar,
6) Lemmatrolarar, 7) Línu
skip, 8) Garnaskip og 9)
Onnur skip.
Roknskapargreining
av fiskiflota og fiska-
virkjum 2000-2004
Bjarni Poulsen hevði sjálva framløguna, meðan Sjúrður Johannesen passaði telduna við tølunum
og niðurstøðunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nr. 225 • mikudagur • 23. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
- Roknskapargrein
ingin fevnir ikki um
2005, men tað eru
ábendingar um, at
árið í ár verður lakari
enn 2004 hjá teimum
flestu skipabólkunum,
heldur grannskoðara
felagið, Rasmussen &
Weihe
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í roknskapargreiningini yvir
fiskiskipaflotan, sum Ras
mussen & Weihe hava gjørt,
eru – við fáum undantøkum
– øll skip tikin við, sum eru
omanfyri 110 tons ella hava
eina maskinorku, sum er
størri enn 400 hk.
Hetta er sambært flokk
ingini av fiskiskipum
í lógini um vinnuligan
fiskiskap.
Aftrat almennu ársrokn
skapunum hjá teimum fel
øgum, sum eiga skipini,
hevur grannskoðarafelagið
eisini fingið upplýsingar
um veiðinøgd, nettosølu
og onnur viðurskifti, sum
hava týdning fyri heildar
myndina.
Útróðrarflotin er ikki við
í greiningini, tí tað eru bert
fáir bátar, sum eru skipaðir í
partafeløg ella smápartafeløg
við skyldu at lata inn
almennan ársroknskap.
Egnar niðurstøður
- Í greiningini hava vit lagt
dent á at lýsa gongdina hjá
hvørjum einstøkum skipa
bólki hesi 5 árini. Fyri
at fáa eina heildarmynd
av fiskivinnuni, hava
vit somuleiðis valt at
leggja tølini fyri allar
skipabólkar saman, sigur
grannskoðarafelagið.
Felagið vísir á, at dent
ur er lagdur á at geva
teimum, sum lesa tilfarið,
møguleikan fyri at gera
sínar egnu niðurstøður.
- Taltilfarið er rúgvus
mikið og kann greinast í
ymsar ættir, men vit kunnu
staðfesta, at sera stórar
broytingar eru farnar fram
árini, 2000-2004.
Rasmussen & Weihe
ásanna, at fiskiskipaflotin
sum heild hevur havt eina
stóra framgongd í tíðar
skeiðnum, 2000-2001,
men árini 2002, 2003 og
2004 hevur gingið støðugt
afturá.
- Afturgongdin er stór frá
2001 til 2002 og frá 2002
til 2003.
Felagið ásannar, at aft
urgongdin í fiskivinnuni
er høvuðsorsøkin til, at
støðuga framgongdin í
búskapinum er vend til eina
afturgongd.
- Roknskapargreiningin
fevnir ikki um 2005, men
tað eru ábendingar um,
at árið 2005 verður lakari
enn 2004 hjá teimum flestu
skipabólkunum, heldur
grannskoðarafelagið, Ras
mussen & Weihe.
Fiskiskipaflotin:
Árið 2005 helst
lakari enn 2004
Klaus Rasmussen var eisini millum luttakararnar til framløguna týsdagin
Mynd: Vilmund Jacobsen