Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 225 - 23. november 2005 - Hóast ábendingar eru um hækkandi fiskaprísir og betri fiskiskap seinastu tíðina samanborið við somu tíð í fjør, vil methøgi oljuprísurin í ár kortini gera, at raksturin hjá fiski­ skipaflotanum helst verður nakað lakari í ár enn í fjør, heldur Rasmussen & Weihe Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Roknskapargreiningin hjá grannskoðarafelagnum, Ras­ mussen & Weihe, sum løgd varð fram á fundi á Hotel Hafnia týsdagin, lýsir eisini í síni niðurstøðu teir ymisku skipabólkarnar við fáum orðum. Á hesi síðuni fara vit at endurgeva ein part av tí, sum felagið er komið til, vísandi til gongdina árini 2000-2004 og við útlitum fyri árið 2005, sum skjótt er umliðið. Í frágreiðingini verður eisini víst til hagtøl, sum grannskoðarafelagið hevur fingið frá Føroya Fiski­ mannafelag. - Sambært hesum tølum er samlaða veiðinøgdin í tíðarskeiðnum, januar-sep­ tember 2005, minkað við umleið 12% samanborið við sama tíðarskeið í 2004. Oljan trýstir Víst verður á, at miðal­ prís­urin á ráfiski í sama tíð­arskeiði sum heild er hækkaður, men kortini er samlaða veiðivirðið minkað við sløkum 10% teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár. - Hóast ábendingar eru um hækkandi fiskaprísir og betri fiskiskap seinastu tíðina samanborið við somu tíð í fjør, vil methøgi oljuprísurin í ár kortini gera, at raksturin hjá fiskivinnuni helst verður heldur lakari í ár enn í fjør, heldur Rasmussen & Weihe. Methøgi oljuprísurin: Køvir batnandi fiskiskap og batn­ andi fiskaprísir Hóast nógv tøl vór›u víst á skíggjanum yvir gongdina hjá fiskiskipaflotanum, var framløgan hjá Rasmussen & Weihe týsdagin ógvuliga áhugaverd Mynd: Vilmund Jacobsen - Pelagiski flotin er væl konsolideraður og er sum heild væl fyri. Men støðan hjá rækjuskipunum er vánalig – og langt er á mál, sigur grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Grannskoðarafelagið lýsir sum nevnt eisini gongdina hjá hvørjum einstøkum skipa­bólki, og fara vit í dag í stuttum at nerta við gongdina hjá pelagisku skipunum, sum eru í tí avgjørt betra endanum – og hjá rækjuskipum, sum tíverri mugu sigast at vera millum tey niðastu á “stiganum”. Í blaðnum í morgin fara vit at taka hinar skipabólkarnar, ið eftir eru. Um gongdina hjá pel­ag­ isku skipunum og rækju­ skipunum, sigur grann­ skoðarafelagið, Rasmussen & Weihe í stuttum: Pelagisk skip Pelagisku skipini høvdu eitt framúr gott ár í 2001, men í 2002 er úrslitið fall­ ið munandi, og heldur aft­ ur­gongdin fram í 2003 og 2004. Tó má 2004 metast sum eitt hampiligt ár. - Flotin er væl kon­solid­er­ aður og annars væl fyri sum heild. Sambært Føroya Fiski­ mannafelag er miðalprísurin hjá pelagiskum skipum lækk­aður nakað teir fyrstu 9 mánaðirnar í 2005 í mun til sama tíðarskeið í 2004. Samlaða veiðan er somuleiðis minkað nakað í sama tíðarskeiði. - Miðalprísurin er hinvegin øktur munandi seinastu tíðina í mun til somu tíð í fjør, men nøgdin er nakað minni. Sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið, verður samlaða veiði­ virðið í 2005 umleið tað sama sum í 2004. Grannskoðarafelagið vísir á, at við høgu oljuprísunum verður roknað við einum lakari úrsliti hjá hesum skipabólki í 2005 í mun til 2004. Rækjuskip Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan er vánalig við árslok 2004. - Tað er alt, sum bendir á, at rækjuvinnan hevur enn eitt vánaligt ár í 2005. Okkurt skip er farið av knóranum í ár, og okkurt er selt av land­ in­um. Í løtuni eru bert tvey skip í vinnu. Sambært hagtølum hjá Føroya Fiskimannafelag er miðalprísurin fyrstu níggju mánaðirnar í 2005 lækkaður nakað í mun til 2004, og nøgd­in er í sama tíðarskeiði minkað munandi. - Í seinastuni er prísurin á kókaðum rækjum hækkaður nak­að í mun til somu tíð í fjør, men munandi broyt­ ing­ar skulu til, áðrenn ver­andi rækjufloti fær javn­vág í rakstrinum. Enn er langt á mál, staðfestir grannskoðarafelagið í rokn­ skapargreiningini. Pelagisku skipini eru væl fyri, men langt er á mál hjá rækjuskipunum Olaf Olsen, sum í mong ár hevur verið reiðari og Jóan Magnus Lamhauge, sum starvast hjá Rasmussen & Weihe, lýða á framløguna Mynd: Vilmund Jacobsen Teir lurta eftir Bjarna Poulsen, sum saman við Sjúrði Johannesen, hegnisliga stóðu fyri framløguni Mynd: Vilmund Jacobsen