Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 23. november 2005 7 Tað hevur týdning at varðveita Fiska­ virk­ing á Føroyskum hondum, halda nakrir av teimum, sum hava bjóðað upp á tað Einskiljing av Fiskavirking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Fiskavirking eigur at verða varðveitt á føroyskum hondum. Tað halda nakrir av teim­­um, sum hava bjóðað uppá okkara nógv størstu fiskivinnufyritøku. Freistin at bjóða upp á Fiskavirking, var úti mánakvøldið, men fyribils er bara upplýst, at eitt samtak av føroyskum reiðurum hava bjóðað. – Vit halda, at tað er okkara skylda at royna at keypa Fiskavirking, so at tað kann varðveitast á føroyskum hondum, sigur Jónsvein Knudsen, sum er við í samtakinum, ið hevur bjóðað upp á Fiskavirking. Annars hevur samtakið avtalað, at Tummas Christoperen í Vestmanna skal vera talsmaður fyri samtakið, so Jónsvein Knudsen hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar. Hann váttar kortini, at teir hava bjóðað 80 milliónir upp á Fiskavirking. Hava skyldu at bjóða Hann vísir á, at vit skulu øll liva og virka í Føroyum og tí heldur hann, at tað beinleiðis er teirra skylda at bjóða upp á virkið. Hann heldur, at Fram­ taks­grunnurin kann kanska fáa eitt sindur meiri fyri Fiskavirking frá onkrum útlendingi. – Men fyri samfelagið er vandi fyri, at tað verður løtuvinningur og at tað hevði loyst seg betri at varðveitt tað á føroyskum hondum, hóast søluprísurin kanska verður eitt sindur lægri. Jónsvein Knudsen sigur, at verður Fiskavirking varð­ veitt á føroyskum hondum, kann tað føra til, at meiri fiskur fer at verða avreiddur í Føroyum. – Tá fara skipini at føla eitt tættari tilknýti til Fiskavirking og tað kann føra til, at tað verður meiri arbeiði á Fiskavirkjunum í Føroyum og at minni fiskur fer at fara óvirkaður av landinum. – Tað er okkara endamál við at bjóða upp á Fiska­ virking, sigur hann. Tó leggur hann afturat, at tað er ikki beinleiðis nakað teir tráa eftir at fáa fatur á Fiskavirking. – Eru tað onkrir aðrir før­ oyingar, sum keypa Fiska­ virking, er tað í fínasta lagi, men tað hevur týdning at hon verður verandi á føroyskum hondum, sigur Jónsvein Knud­sen Heldur ikki Tummas Christophersen vil siga so nógv um ætlanina. Men hann staðfestir eisini, at eydn­ast tað teimum at fáa Fiskavirking, fer tað at eggja skipunum til at avreiða í Føroyum og sostatt fer tað at minka um útflutningin av óvirkaðum fiski. Jónsvein Knudsen sigur, at hóast tað eru reiðarí, sum hava bjóðað upp á Fiskavirking er ikki ætlanin at leggja skip og virki saman. – Men tað slepst ikki und­ an einum ávísum tilknýti, sigur hann. Eisini Tummas Christ­ opher­sen ásannar, at skipini fara at føla eina størri skyldu at avreiða í Føroyum, tí fáa teir Fiskavirking, verður í hvussu so er ikki avreitt uttanlands, uttan at tað loysir seg væl, leggur hann afturt. – Hetta er eisini ein spurningur um at varðveita arbeiðið í landinum og tað eigur at hava stóran týdning hjá øllum pørtum, sigur Jònsvein Knudsen. Hann sigur, at fáa teir Fiskavirking, er tað ikki endamálið at leggja part­ ar í landinum lamnar. Tvørt­urímóti er ætlanin at varðveita sum mest arbeiði her, sigur hann. Fyri einum ári síðani kundu Fiskavirking og Fiskasølan verðið seld fyri 160 milliónir, men nú vilja somu menn bara bjóða helvtina av tí Einskiljing av Fiskavirking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hevði Framtaksgrunnurin selt Fiskavirking og Fiska­søl­ una tá ið møguleikin beyðst fyri einum ári síðani, hevði søluprísurin verið tvær ferðir so høgur, sum hann er nú. Tað vísa tey einastu tøl­ ini, sum eru uppl‡st fyri almenninginum, nú Fiska­ virking verður selt í næstu framtíð. Seinasta freist at bjóða upp á Fiskavirking, var mána­­dagin, men tað einasta, sum er upplýst alment, er, at eitt samtak av føroyskum reiðarum hava bjóðað upp á fyritøkuna. Teir upplýsa sjálvir, at teir hava bjóðað 80 milliónir, fyri Faroe Seafood, sum umfatar bæði Fiskavirking og tað gomlu Fiskasøluna. Men fyri einum ári síðani bjóðaðu somu menn 115 milliónir fyri Fiskavirking einsamalt. Samstundis vóru aðrir sinnaðir at keypa Fiskasøluna fyri aðrar 45 milliónir. Sostatt hevði Framtaks­ grunnurin fingið 160 milli­ ónir fyri báðar fyritøkurnar, hevði hann tikið av til­boð­ unum, sum vóru tá. Men tað gjørdi hann ikki og síðani hevur gongdin í flakavinnuni verið so vána­ lig, at nú vilja somu menn bara bjóða 80 milliónir fyri alla fyritøkuna, sum hon er. Virðini ikki tey somu Jónsvein Knudsen, sum er ein av reiðarunum, sum liggja framvið, ásannar, at gongdin í flakavinnuni hevur verið vánalig. – Men tá ið vit bjóðaðu 115 milliónir fyri Fiskavirking í fjør, høvdu vit als ongan áhuga í Fiskasøluni, tí hana høvdu aðrir bjóðað upp á. Um hetta fer at føra við sær at teir fara at selja Fiska­ søluna burturúr aftur um teir fáa Fiskavirking, kann Jónsvein Knudsen onki siga um. Tummas Christophersen minnir á, at teir, sum keypa Fiskavirking, fáa ikki bara nøkur virki, tí tey fáa eisini skuldina hjá felagnum. Ì hesum sambandi kann vísast á, at Fiskasølan og Fiska­ virking høvdu eina skuld upp á 39 milliónir í fjør. Av teimum hevði Fiska­ virking einsamalt eitt hall upp á 15,8 milliónir. Hvussu seinastu tølini síggja út, vilja ætlaðu keyp­ ar­arnir ikki siga, tí tað eru upplýsingar, teir hava fingið í trúnaði. Men samanumtikið má stað­festast, at flakavinnan á landi er ikki nógv verd í løtuni og tað er ómetaliga tungt hjá virkjunum at fáa endarnar at røkka saman. – Virðini eru als ikki tey somu longur, staðfestir Jón­ svein Knudsen. Eisini Tummas Christ­oph­ er­sen heldur at tað er ov tíð­ liga at tosa um einstakar lutir og tí kann hann heldur ikki siga, um Fiskasølan verðru seld burturúr aftur. – Enn vita vit ikki um okk­ ara boð hevur nakran áhuga yvirhøvur, sigur hann. Prísurin á Fiskavirking farin niður í helvt í eitt ár Fyri einum ári síðani hevði Framtaksgrunnurin møguleikan at selja Fiskavirking og Fiskasøluna fyri 160 milliónir, men nú er tilboðið farið niður í helvt Kann skapa til meiri arbeiði á fiskavirkjunum í Føroyum Nakrir føroyskir reiðarar hava bjóðað upp á Føroya Fiskavirking. Eydnast tað teimum at fáa fyritøkuna, halda teir at tað fer at eggja føroyskum bátum at avreiða meiri í Føroyum og at tað sostatt fer at tálmað útflutninginum av óvirkaðum fiski Dagmar er tøtt sum fløskan Einskiljing av Fiskavirking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Formaðurin í nevndini fyri Framtaksgrunnin, Dagmar S. Joensen vil ikki siga eitt tað einasta orð um ætl­an­ina at einskilja Føroya Fiska­ virking. Hon sigur, at hetta er ein tilgongd, sum skal fara fram í fullum trúnaði og tað heldur Framtaksgrunnurin fast við. Seinasta freist at bjóða upp á Fiskavirking, var mánadagin. Men for­ maðurin í Fiskavirking vil onki siga um hvør hevur bjóða ella hvussu nógv boð eru komin. Hon vil heldur ikki siga, um talan er um føroyingar ella út­lendingar. Og hon vil heldur ikki siga, um boðini eru nøktandi. Tað einasta, hon vil siga, er, at fyri at nevndin í Framtaksgrunninum fer at arbeiða so skjótt við málinum, sum tilber. Men nær ein avgerð verð­ ur tikin, kann hon onki siga um.