Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 225 - 23. november 2005 Argumentatiónin fyri at privatisera Atlantic Airways er greið nokk hjá teimum borgarligu samgonguflokkunum. Teir vilja prinsipielt hava flogfelagið á privatar hendur. Hjá Javnaðarflokkinum er eitt sindur verri. Onkrir javnaðar­ politikarar eru endurgivnir fyri at siga, at Atlantic Airways var stovnað fyri at fáa bíligari ferðaseðlar fyri føroyingar. Slíkar útsagnir benda á tørvandi søguligt innlit, sum kann tykjast løgið millum limir í flokkinum, sum var ein av undangonguflokkunum, tá tað kom til stovnsetan av føroyskum flogfelag. Siktið við at stovna Atlantic Airways var nógv breiðari enn so. Tað snúði seg um at fáa føroyskan ræðisrætt á flúgv­ ing til og frá Føroyum, so at hesin farvegur uttanlands hjá føroyingum skuldi rekast uppá føroyskar treytir sum føroyingurin ynskti. Ein slík satsing kravdi djarvar visionerar politikarar og ikki visiónsleyst dogmatiskt prát, sum hevur verið niðurlag í politikki, og ikki minst í pressuni seinastu árini, um at tað almenna fyri alt í verðini ikki má eiga og reka ein vinnuligan aktivitet. Hvør sigur, at hetta ikki má verða so? Hvørjar royndir hava føroyingar við tí privata, tá tað kemur til undirstøðukervið? Nær hava vinstravendir veljarar avgjørt at tikið undir við nýliberalistiska rákinum, har allur almennur aktivitetur verður niðurbundið í eitt initiativleyst administratiónsapparat og einki annað? Høvdu vit havt flúgving á føroyskum veingjum í dag við knapt 200 føroyskum arbeiðsplássum, við visiónsleysa mantrain­um um, at einki vinnuligt virksemi má rekast av tí almenna? Høvdu vit havt nakra uttanlanda ferðafólkasigling á føroyskum kjøli í dag, um politikarar á sinni høvdu tikið undir við dogmainum um, at tað almenna einki má reka? Svarið uppá omanfyrinevndu spurningar gevur seg sjálvt. So er tað privatiseringshátturin í ætlaðu privatiseringini av Atlantic Airways. Á hesum stað var mangan sett spurnartekin við ætlanunum um Virðisbrævamarknað Føroya. At tað almenna ikki hevur somikið álit á sínum egna uppfinnilsi, at teir privatisera gjøgnum virðisbrævamarknaðin, er ein greið ábending um, at Virðisbrævamarknaður Føroya hevur ivasamt virði. Hvussu skal nakar annar hava álit á honum, um landið ikki hevur tað? Eigur vanligi føroyingurin ikki at fáa høvi at keypa partabrøv! Tað verður sagt, fyri at sissa tey atfinningarsomu, at Atlan­tic Airways meirilutin skal seljast, men at landið við partaeigarasáttmála skal tryggja, at virksemið skal verða staðbundið í Føroyum. Við øðrum orðum er uppskriftin tann, at onkur skal keypa meirilutan av felagnum við somu rættindum sum ein minniluti. Her gerst argumentatiónin púra burtur hjá bæði tinglimum, landsstýrismanni og nevndar­formanni í Atlantic Airways. Ein partaeigarasáttmáli kann broytast, um partarnir avgera tað. Um man vil selja ein part av Atlantic Airways og varðveita avgerðarrættin, so skal man ikki selja meir enn 49%, og so sleppur man frá einum partaeigarasáttmála. Munurin í pengum millum at selja 66% og 49% er so at siga eingin. Hví landsstýrið endliliga vil selja 66% er bara skilligt, um man gitir, hvat næsti leikur verður um eitt ár ella tvey. DAGSINS MEINING Sosialurin Privatisering av Atlantic Airways farin av sporinum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Turið Debes Hentze Skal framhaldandi vera stovu­reint, at siga soleiðis um nakrar av medborgarum okkara. Hetta er tað okkara politikkara á løgtingið skulu taka støðu til, og onki annað. Eg skilji á tí, sum Jens Wang skrivar í bløðunum um dagarnar, at sleppur hann ikki at halda fast við hesar orðingar, sum eru beinleiðis tiknar úr bíbliuni, ja so kennir hann sítt trúarfrælsi skert, og tað sama metir hann, at ein stórur partur av trúgvandi fólkinum í Føroyum ger. J. W. kennir seg so bundnan av orðunum í bíbliuni, sum hann beinleiðis nevnir ”skurk­ in”, sum í hesum árinum 2005 setir hann í ta truplu støðu (mín tulking) at skula velja bíbliunar orð framum virðingina fyri tí samkynda næstranum, men ivast tó ikki í at velja sannleikan, bíbliunar orðaval, ”um ein dámar tað ella ikki “, sum hann sigur. Fyri mær at síggja, stríðist hann við seg sjálvan og sína egnu samvitsku, tí sum hann sigur, hann gongur hvørki inn fyri happing ella diskriminatión, og brúkar tí eisini fleiri spaltur bert fyri at rættvísgera sín atburð og hugburð móti teimum sam­ kyndu. J. W. nýtir eisini nýliga íkomnu retorisku fintuna at tosa um “homoseksuellan praksis” ístaðin fyri skýra tey samkyndu anstyggilig, sjúk, kynsvillingar, móti nattúruni osv.. Nei nú tey homo­seksuellu gerast støð­ ugt sjónligari og kennast aft­ur sum starvsfelagar og grannar, broytist orðavalið. Persónunum hevur mann onki ímóti, tvørturímóti, nei nú er tað er gerðin, sum er andstykkilig. Eg dugi ikki at síggja at hetta gera nakra broyting í hugburðinum til tann samkynda. J. W. vil so fegin sleppa at veita teimum homoseksuellu náði og næstakærleika, og sigur seg ikki duga at skilja, at tað skal vera so trupult, at fáa sannleikan og náðina (næstrakærleikan) at ganga hond í hond. Og so fortelur hann eina rørandi søgu um ein prest Dobson, sum dømdi samkynd at vera syndarar, men sum kortini leitaði hesar Aids raktu syndarar upp og gav teimum jólagávur o.a. Sami prestur segði seg onki hægri ynski hava, enn um tað við hansara jarðarferð varð sagt: ”Dobson elskaði tey homoseksuellu”. Hetta skilji eg, skuldi vera eitt dømi um næstrakærleika og sannleika hond í hond. Um eg var Dobson, so hevði eg verið nógv glaðari um orðini vóru: “Tey homoseksuellu elskaðu Dobson”. J. W. er ikki býttur, og hevði eg væntað, at hann log­ isk kundi hugsað seg fram til, at tað er ógvuliga trupult fyri ikki at siga ógjørligt at tosa um næstrakærleika mill­ um partar, sum ikki virða hvønn annan, fyri tað tey eru. Einsíðugar jólagávur og góðar gerðir og onnur um­klamran frá einum, sum tú kennir, ikki virðir teg fyri tann tú er, eru ofta líka væl ógivnar - uttan so at tú ikki kann liva hesar fyriuttan av neyð t.d. Hvussu kanst tú J.W. rokna við at vera tikin fyri fult, tá tú í sama andradrátti, sum tú sigur at tú elskar og vilt teimum samkyndu alt gott, kallar gerðir teirra fyri skemdargerðir og viður­ styggiligheitir? Eg haldi tað er áhugavert, at mannarættindini hjá teimum samkyndu nú av álvara eru komin á dagsskránna, og at frontarnir nú eru settir so skarpt upp, sum teir eru, at okkara lóggevarar beinleiðis vera tvingaðir at taka støðu til, um vit skulu hava eina verðsliga lóggávu, sum verj­ ir ein minnilutabólk móti spillandi og niðurgerandi orð­ ingum. Ein verja sum stend­ ur í andsøgn við heilagu skrift­ina, og sum tí eru so mikið meiri átroðkandi at við­gera við álvarsemi, nú fleiri eru, sum tykjast at vilja tvíhalda um henda iva­ sama heiður at niðurgera ein samfelagsbólk. Her er veruliga ein spurningur, har religión og mannarættindi umskarast. Sum eitt hálmstrá tikir mær, at J.W. roynir at hanga seg í síni rættindi fram­haldandi at brúka hes­ ar niðrandi vendingar við at snara kjakinum til ein juridiskan - og eg vil siga rættiliga akademiskan spurn­ing - fyri at brúka eina vending, sum J.W. sjálvur nýtir í øðrum samanhangi. Eg tulki skrivingina hjá J.W. sum eina desperata roynd at fasthalda orðunum í bíbliutekstinum, vælvitandi, at her dragnar fyri hvønn dag, sum gongur. Eg fari í somu felluna sum J. W. og freistist at veita honum eina hjálpandi hond, sjálvt um ivaleyst helst vil vera hana fyri­uttan. Eg kundi væl hugs­að mær at hjálpt J.W. og øðrum við honum, so tey sleppa undan at tosa niðrandi um sínar homuseksuellu næst­­ringar. Tað gera vit við, ongantíð ov skjótt at fáa sett hasa regluna um vernd av homo­seksu­ ellara diskriminatión í gildi. So sleppa J.W. og onnur við honum undan at vísa til hasa skriftstøðini í bíbliuni - við grundgevingini, at tað er revsu­verdugt. Kanska eru tey ikki verið so glað beint nú, tí tað er jú eitt niðurlag, har mannarættindi vinna á reli­gión - men seinni. Tí innast inni hugsi eg ikki, teim­um hugar at brúka has­ ar vendingarnar, og at poli­ tikkararnir veita teimum eina bjarnatænastu við at fylgja teirra uppáhaldum. Fleiri trúgvandi munnu vera, sum hava ilt við at taka undir við at brúka hasi ljótu orðini um tey samkyndu. Orð­ini vera standandi ó­broytt í bíbliuni, sum so mangt annað, sum ikki er aktuelt longur, men harfyri er ikki sagt, at tann stóra rúgv­an at fólkinum tekur undir við og krevur at sleppa at skýra homoseksuell fyri anstyggilig, sjúk osv. Kanska var vert, at politikkarar okk­ ara vendu hesum tanka enn einaferð. Politikkararnir tykjast eitt sindur ivasamir, hvat teir skulu halda. Tað er heldur ikki lætt, tá ein stórur partur av fólkinum ikki úttalar seg, og eitt mál verður gruggað so sum hetta, so veljararnir ikki vita, hvat tað er, sum politikkarar okkara viðtaka ella vraka. Onkur politikkarar hoyrd­ ust grundgeva mótstøðuna móti lógarregluni við, at proppur nú átti at setast í - tí annars rullar lavina. Propp í hvat? At seta propp í fyri at forða fyri einum ávísum rákið tykist bæði diktatorisk og óansvarligt - og býtt. Býtt tí, tí um tosað verður um at steðga einum ráki, so er hetta samstundis ein ásannan um, at eitt rák er, og eitt rák sum snýr seg um mannarættindi, letur seg ikki steðgað við eini løgtingslóg. Úrslitið verður enn einaferð ein lóggáva láturliga afturúrsigld í mun til dagin vit liva í - og í mun til teir altjóða sáttmálar við longu hava bundið okkum til á hesum øki. Homoseksuel eru andstyggilig - kynsvillingar, syndarar móti nattúruni og gerðir teirra viðurstyggiligar skemdargerðir!