Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 23. november 2005 9 Elsa Olsen Argir Tá eg las greinina hjá grein­ina hjá Miriam Hinz, Ferðslulógin, kom eg í tank­ar um nakrar reglur eg skrivaði ein morgun í de­sember 2002, tá eg varð næst­an niður­koyrd á gongu­breytini av prutli. Hend­an greinin varð send Tórs­havnar Býráð og Sosial­in­um. Síðan hendan greinin varð skrivað, hava vit fingið eitt gøtuljós í Sanda­gerði, eg tað eri eg Býráðnum sera takksom fyri. ”Eitt hjartasuff Illa fyri eftir skelkin mær var fyri í morgun, er eingin ivi fyri mær, at hetta má festast á blað. Eg eri ein av teimum heilt fáu til gongu til arbeiðis hvønn morgun - av Argjum til Havnar. Ein gongutúrur, sum tek­ur umleið ein hálvan tíma. Ein góð byrjan til dagin, og man verður so væl upplagdur restina av degnum. Plagi vanliga at ganga gjøgnum Sandagerð fyri at sleppa undan tí ring­ astu ferðsluni, har er altíð so vakurt, og síðan fram við Skipasmiðjuni og heim í býin. Teir seinastu morgnarnar hevur verið sera myrkt í Sandagerði. Har eru eingi gøtuljós, og eg hevði tí avgjørt ikki at fara oman aftur í Sandagerð fyrr enn tað byrjar at lýsna aftur um morgnarnar. Nógv ferðsla er, og bilarnir strúka fram við tær, við hvørt eru teir sera nær, og tú fært okkurt sprutt á teg. Eg havi hesar morgnarnar als ikki kent meg trygga á gongubreytini, men eftir upplivingina í morgun havi eg avgjørt, at eg hóast myrkrið ætli mær om­an gjøgnum Sandagerð í morgin. Sum eg gangi í mín­um egnu tonkum á gongu­ breytini eftir J. Dahlsgøtu, hoyri eg róp og motorgang beint aftan fyri meg. Eg trúði mín síðsta løta var komin. Síggi eitt sterkt ljós og leyp til síðis. Tað var eitt av hesum so­kall­ aðu prutlunum, sum var við at koyra meg niður á gongubreytini. Teir koyrdu allan vegin niðan eftir gongubreytini og snar­­aðu síðan niðan á Velbastaðvegin, og vóru við at missa tamarhaldið á prutlinum, sum teir flentu. Teir høvdu óivað eina stuttliga sjón. Eg stóð eina góða løtu og summaði meg eftir hendingina. Eg var týðiliga skelkað. P.S. Til Tórshavnar Býráð: Ber tað til at fáa eitt ella tvey gøtuljós oman í Sanda­gerð, meðan tað ring­asta myrkri er?” Kim Simonsen Vit hava §266 b sum onkur setur upp móti trúðarfrælsi (ið bæði er tryggja í 266 b og í Grundlógini). Her hava vit inntil víðari eitt paradoks, sær tað út til. Mín sak vildi tó verið at prógva, at hetta ikki er so, at báðir bólkar: samkynt og kristin, um tey yvirhalda §266 b (varð lóg­arbroytingin samtykt) fáa eitt betur lív í einum mo­dernaðum samfelag. Ikki, at tey skulu uppgeva teirra trúgv og meiningar um hvønn annan, bert læra at tolerara hvønn annan, ið er eitt stórt stig fyri samfelagið sum nú er. Fólkaræði byggir eisini á eitt sannleikaástøði, at eing­in í prinsippinum hevur endaliga rætt, men at fólk við ymiskum meiningum skulu kunnu læra at liva við hvørjum øðrum. Og fólka­ ræði er nú einaferð tað minst ringa vit hava.   Danska §266 b sigur: ”Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter ud­talelse eller anden med­del­ else, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fæng­ sel indtil 2 år. Stk. 2. Ved straffens ud­­mål­ing skal det be­tragt­ es som en særligt skærp­ ende om­stændig­hed, at for­­­hol­det har karak­ter af propa­­ganda­virk­som­hed. Her hugsi eg um at stk. 2 er nakað man ikki skal gloyma, tað er hetta per­ spek­tivið, ið ikki verður tik­ið í álvara í Føroyum, ið ikki er við í føroysku lógini. Havi lisið, at ”Kun meddelelser af en vis grovhed er strafbare. Ytringsfriheden sikrer, at det er muligt at sige sin mening om trosretninger, indvandring, seksuelle for­mer m.v. Det skal blot ske uden at true, for­­håne eller nedværdige.” Og ”I retspraksis lægges vægt på, om beskyldninger rettes generelt mod gruppen og vedrører forhold, der er stærkt krænkende efter al­mindelig opfattelse. Det kan f.eks. være beskyldninger om krimi­nelle forhold, sam­ men­ligninger med dyr eller sygdomme. (…) Det er skærpende for straffen, hvis diskriminerende med­­ delel­ser bruges i pro­pa­ gandavirksomhed (§ 266 b stk.2). Det vil sige syste­ matiske forsøg på at påvirke meningsdannelsen.” Tá fólk sum hava akt inn­an religiøsar bólkar og sam­komur veruliga koma fram og senda samkynt til hel­vitis (tað er tað nøkur sum siga), so haldi, at hetta burdi skapt presedens fyri at taka hetta í álvara ”Det er skærpende for straffen, hvis diskriminerende med­ delelser bruges i propa­ganda­ virksomhed (§ 266 b stk.2).” Somuleiðis skulu samkynt virða kristin og ikki kalla tey fyri talibanar ella nasistar. At ein ella annar sigur hetta her og der, er ikki so umráðandi haldi eg. Upp móti (pseudo)­para­ doksinum millum tulkingar av §266 b og trúðarfrælsi fyri kristin, skuldu vit sett ta etisku grundreglu (ið er sekuler), at vert er at verja tann ella tey við favoriti­ sering, ið ikki minka um tolsemi (í mun til onkran sum ger hatta). Her haldi eg, at §266 b er ein undurfundig lóg, tí hon gevur eina heim­ ild til at allir bólkar og minni­lutar eisini skulu halda seg til §266 b. Soleiðis koma hesir bólkar at halda hvørjum øðrum skakk. Hetta skal skiljast sum, at um samkynt (ella onkur teirra viðhaldsfólk) gerðst ein bólkur, ið vil forfylgja trúgvandi, so skulu tey kunna dømast eftir §266 b sum øll onnur. Somuleiðis má reglan í §266 b kunna brúkast móti trúgvandi, um tey í teirra trúgv, um tey koma við ákær­um sum eru: ” stærkt krænkende efter almindelig opfattelse. Det kan f.eks. være beskyldninger om krimi­nelle forhold, samm­­ en­ligninger med dyr eller syg­domme.” Serliga haldi eg sum sakt, at hetta er serliga álvar­ samt, um hetta er gjørt í ”pro­pagandavirksomhed (§ 266 b stk.2). Det vil sige systematiske forsøg på at påvirke meningsdannelsen.” Sum eg síggi hetta kann §266 b soleiðis halda báðar ekstremar skakk - og hvat er so ringt við tí? Er tað ikki soleiðis vit eru noydd at byggja eitt modernað fólkaræði? Tað er ikki loyvi at kalla negarar fyri óvit­ andi djór, kristin fyri barna­ mordarar ella samkynt fyri hvat sum helst. Hetta hevur einki við danska løgfrøði ella danska mentan at gera, sjálvt um okkara sam­fe­lag byggir á Donsku Grundlógina og danskar lógir í høvuðsheitum. Mær vitandi eru bæði ra­sistar og anti-rasistar (sum diskriminera) undirløgd sama krav. Tað er ikki í ord­an at krenka tey sum krenka, við krenkandi mein­ ingum. So eru vit aftur í eyga fyri eyga moralinum. §266 b, og serliga at loyva at javnseta ”tro eller seksuelle orientering”, er vegurin fram frá hesum gamla og primitiva morali. §266 b minkar ikki um talu­ fræslið, men staðfestir hin vegin, at skulu vita hava eitt moderna virðiligt samskifti, so er mark fyri hvat vit kunnu siga, soleiðis er hendan lógin ein hin mest modernað sum er til og ein lóg sum økir um fólkaræði og veruliga verjir talufrælsið. Vegna Huff Vár Lamhauge Opið bræv til lands­stýris­ mannin, Bjarna Djuurholm frá Hundaeigarafelag Før­ oya. Heldur skelkaði hoyrdu vit tíðindini og ynskja hervið at sýna okkara ónøgd. Skal tað veruliga koma fyri, at nú eingir pengar eru eftir í ár, at so kunnu løstaði djór ikki fáa djóralæknahjálp í vikuskiftinum og utt­­an fyri vanliga djóra­lækna­ar­ beiðstíðir? Skal tað nú bert verða hjálp at heinta hjá fólki, ið telja seg hava ráð til at flyta djóralæknan til síni sjúku djór – um ein í heila tikið, er so heppin at fáa samband við ein djóra­ lækna. Í Føroyum eru lógir ímóti djórapínslu. Men eru tær sett­ar úr gildi uttan fyri ar­beiðs­tíð? Hvat skulu djóra­­eig­arar gera, um djór teirra eru so óheppin at gerast sjúk ella koma til skaða í vikuskiftinum ella um náttina? Og hvør torir at taka ábyrgdina um ólukkan hendir? Ikki at leita sær djóra­ lækna­hjálp alt fyri eitt, um hundurin hevur t.d brot­ið beini, má sigast at vera djóra­pínsla. Nú fólk eru forð­aði fyri at koma í sam­ band við djóralækna uttan fyri arbeiðstíðir, hvør hevur í núverandi støðu ábyrgdina av, at djórið líður? Í hesum framkomna sam­ felagið, har vit lóggeva um trivna hjá djórum, mugu vit hava møguleika fyri at koma til djóralækna, tá ið tørvur er fyri tí. Tað er als ikki nøktandi at víðka telefonskipanina nakrir tímar í vikuskiftinum. Uttan at leggja ábyrgdina á nakran einstakan, mugu vit krevja at hetta óskil kem­ur í rætt lag aftur, sum skjótast. Somuleiðis má forð­ast fyri, at Føroya fólk verða sett í slíka støðu aftur. Hundaeigarafelag Føroya tekur frástøðu frá verandi støðu. VIÐMERKINGAR Svar til hjá Miriam Hinz, Hoyvík §266 b -Lógin sum økir um fólkaræði Eingin djóralæknavakt!? Ebbedinna Jacobsen Kollafirði Í útvarpinum varð fyri nak­ að síðani spurt, hvør hevði funn­ið upp á at kasta jørð á kistuna, tá ið onkur fer til gravar. Tá kom ein prestur og segði, at tað høvdu vit fingið frá katolikkunum, sum so mangt annað! Ja, læran um endurføðing í barnadópi, um kon­firma­ tión, altargongd og jørð­ ákasting. Tann dópin hevur pávaveldið skipað fyri. Tá hugsaði eg, at hetta skal ikki verða óátalað. Læran, sum lutherska kirkj­ an lærir í Føroyum í dag, er katólsk. Gud býður fólki Sínum fara út frá skøkjuni, fyri ikki at luttaka í syndum hennara, tí syndir hennara røkka líka til himmals, og Gud hevur dømt hana. Hugsa um allar bíbli­ur­ nar og blóðvitnini, ka­tólska kirkj­­­an hevur brent, sum Krystal­náttin er eitt álvar­ samt dømi um. Tað er tann katólska kirkju­­læran, sum er skøkj­ an í ka­pitl­unum 17 og 18 í Opin­ber­ingini: »Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í synd­­um hennara og verða rakt av plágum hennara« (18,4). Kirkjufólkið í Føroyum held­ur tað standa væl til, men Gud sigur nakað ann­ að. Feilurin er tann, at tað verður ov lítið lisið í Guds orði. Bíblian liggur ikki frammi at lesa. Ápostulin Paulus sigur í 2. Kor. 6, 14-18: »Farið ikki undir ó­javnt ok saman við van­trúgv­ andi! Hvønn felagsskap hevur rætt­vísi við lógloysi, og hvat sam­felag hevur ljós við myrkur! Hvat sam­ljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við van­ trúgvandi! Hvussu kann temp­ul Guds sameinast við avgudar! – Vit eru jú tempul hins livandi Guds – sum Gud hevur sagt: »Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.« »Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykk­um«; „og Eg skal vera tykkum Fað­ir, og tit skulu vera Mær synir og døtur – sigur Harrin hin Alvaldi.« Katólsk læra í før­oysku fólkakirkjuni