mikudagur 23. november 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 225 - 23. november 2005
Leon Smith
Sum borgari og “med-eig
ari” havi eg, síðani Atlantic
Airways (AA) var sett á
stovn, havt sera stóran
áhuga í felagnum. Tí loyvi
eg mær at koma við hesum
viðmerkingum til tjakið um
framtíð felagsins.
Fyrst vil eg ynskja AA til
lukku við tí nýggja RJ100-
flogfarinum. Eg vil eisini
ynskja teimum tillukku við
at tey vunnu kappingina við
Maersk Air. Og til tey, sum
ivast í hví teir vunnu hesa
kapping, var tað einfalt bara
tí at AA veitti, og veitur,
eina betri tænastu enn kapp
ingarneytin. Um nakar ivast
í, hvør dugdi betur, at dríva
loftferðslu yvirhøvur, av
teimum báðum, so er bara at
kaga í ársroknskapirnar hjá
feløgunum tey undanfarnu
árini. Munurin á úrslitinum
man tátta í milliard’ina...
Í dag er tað bara AA, sum
sær seg ført fyri at røkja
Føroya flugvingina, aðrir
”privatir” aktørar halda
seg snøgt sagt ikki framat,
tí at teir uppá forhond vita
hvør dugir hetta, at flúgva
uppá Føroyar, best. Og lat
meg sláa fast einaferð með
alla. Vit hava ikki monopol,
eitthvørt flogfelag kann
koma og flúgva her so galið
tað vil, um tað heldur seg til.
Og tað kemur, tá tað heldur
seg vera kappingarført. Tað
sóu vit seinastu jól, tá lágprís
flogfelagið DAT gjørdi eina
roynd.
Og til tey sum gremja seg
um ferðaseðlaprís: Var á
heimasíðuni hjá AA og hugdi
eftir ferðaseðlaprísum hend
an dagin, og fyri 2 vaksin +
2 børn fekk eg eitt tilboð t/r
Vágar/Keypmannahavn kr.
6668,- , harav skattur er kr.
1988,- og gebyr kr. 200,-.
Tvs. í AA’sa lut fella
4480 kr ella 560 kr pr. set
ur. Er hetta ikki á sama støði
sum Ryanair og onnur lág
prísfeløg? Nei, valla kann
tað gerast bíligari. Hetta, at
ferðaseðlarnir kunnu gerast
bíligari um privatisera verð
ur, er rætt og slætt vrøvl.
Einasti mátin at koma niður á
Ryanair prísir er, um skattur
og avgjøld verða munandi
minkaði. Tað kann nevnast
at Ryanair hava mótmælt
donsku skattunum, og hótta
við at steðga allari flúgving
á danskar flogvallir.
Og til sjálvan løgmann,
tá hann sigur at tað var
eitt afturstig fyri føroyska
brúkaran at Maersk gavst
á Føroyarutuni. Ja, eitt
afturstig fyri Maersk, men
tvørturímóti gott fyri AA
og tann føroyska brúkaran.
Tí ístaðin fyri 2 dagligar
fráferðir til Keypmannahavn
hava vit nú á vetrartíð upp í
4 dagligar fráferðir til DK.
Fyri sama prís.
At AA eigur tey røttu flog
førini til vøllin í Vágum,
sigur mær so mikið, at tær
røttu teknisku avgerðirnar
vóru tiknar, longu tá felagið
var stovna. At hann so ikki
er vorðin 1 metur longri
síðani hevur sum so einki
við eigaraviðurskiftini hjá
AA at gera. Mær vitandi
liggur tann ábyrgdin enn hjá
”Statens Luftfartsvæsen”, tí
tann stovnurin eigur vøllin
allan sum hann er. Um
onkur annar hevur hug at
flúgva hendanveg áðrenn
vøllurin verður longdur, so
fáast kappingarfør BAE-146
ella RJ-100 flogfør fyri ein
rímiligan penga um allan
heim. So at longdin á vøllin
um í sær sjálvum er kapp
ingaravlagandi er vrøvl.
Og løgmaður brúkar eisini
orðini alment/privat mono
pol. Eg má bara endurtaka
at Maersk ella okkurt annað
flogfelag kemur aftur á Før
oyarutuna, tá tað verður
kappingarført við AA.
Í gott eitt ár hevur AA flogið
einsamalt á føroyarutuni, og
kann fyri fyrstu ferð veruliga
brúka orku til at menna seg
á øðrum marknaðum, enn
bara á føroyarutuni. Hetta
tykist at verða ómøguligt hjá
tí almenna Føroyum at gleða
seg um. Hví spyrji eg? Í
hvussu nógv ár sluppu privat
feløgini Danair/Maersk Air
við statsstýrdum monopoli
ótarnaði at fylla pengatangan
á føroyarutuni? Uttan at tað
hendi nakað stórvegis frá
politiskari síðu? Hví standa
vit ikki saman um flogfelag
okkara?.
Nú verður himmal og
jørð sett í rørslu fyri at fáa
”kapping” aftur á føroya
rutuna. Amboðini eita ”pri
vatisering” og ”leingjan
av flogvølli”. Ein bíðar
bara eftir at løgtingið í
skundi viðtekur eina lóg,
har veingir, vel og motorar
í óðum verkum skulu mon
terast á nýggja Smyril,
soleiðis at hann kann taka
ein svipp niður í Oyrasund
einaferð um dagin! Og tað
bara fyri at Magni Arge skal
hava okkurt annað at hugsa
um, enn at styrkja felagið á tí
globala marknaðinum..
Vit hava so ivaleyst av
kapping, men hon er ikki á
føroyarutuni longur, hon er
flutt út í heim!
Vit hava ein globalan
aktør í flogvinnuni og tað
er Atlantsflog!
Vit hava nevniliga starvs
fólkini hjá AA sum nú í 18
ár hava strítt seg upp frá
ongum, til í dag at verða
eitt tað skjótast vaksandi
flogfelagið í heiminum. Úti
í heimi vinna teir sær lut í
øðrum marknaðum, Noreg,
Ísland og nú Bretland, ikki
tí at Føroya Landsstýri (FL)
eigur felagið, men tí at AA
er eitt altjóða kappingarført
flogfelag, við sera dugna
ligum fleksiblum og legg
til merkis, føroyskum
starvsfólkum. Hetta at reka
flogfelag er ikki naka sum
ein og hvør kann, kappingin
er beinhørð, og bert feløg,
sum hava bestu leiðslu,
teknikarar, flogternur, flog
skiparar og starvsfólk yvir
høvur megna hetta. Lat ong
an verða gloymdan, tey gera
øll somul eitt megnararbeiði.
Í roynd og veru prógva tey
hvønn dag, at føroyingar eru
førir fyri at átaka sær tær mest
kompleksu uppgávurnar, og
loysa tær líka væl og betri
enn onnur úti í heimi. Hetta
skulu tey vera errin um, tí
tað eri eg!
”Afturhaldið”, henda óde
finerliga svarta muran sum
liggur í nógvum føroyingum,
segði tá, at hetta var nakað
sum føroyingar ongantíð
fóru at klára, men sum ikki
einaferð er tann vanliga før
oyska undirlutakenslan aftur
gjørd tilskammar.
Privatisering:
Royndi at lurta eftir ÚF í
týskvøldið, tá tað var farið í
smálutir við privatiseringini
av AA, og tosað var um
blokerandi
minnilutar,
aktivan eigaraskara og ann
að partafelagtekniskt orða
skvaldur. Í Sosialinum
lesur ein um løgmann, sum
hevur fult tamarhald á støð
uni, meðan Tummas Arabo
heldur at einki skil er í
nøkrum. Ein fimmari við
telefonatkvøðu 87% ímoti
og 13 % fyri. Við tølandi
sjónarmiðjum úr Tinganesi
og kapitalinum annars, eru
vit vorðin sannførd um at
privatisering er einasti vegur
inn í himmiríki, og so, tá á
stendur og privatiserast
skal, mótmæla tey flestu
skilafólkini í Føroyum. For
virringin er total!
Onkur, ella fleiri, mugu
mala í ørviti við høvdinum
undir arminum uppi á
maktartindum. Ikki ber til
at finna nakran reyðan tráð
í hesi privatiseringstilgongd.
So ein er noyddur at gera
sær sínar egnu niðurstøður,
og samstundis erkenna, at
landsins kosnu sær einki
formáa í hesum annars trivi
ellu spurningum. Tað kann
ikki bera til at ein so simpul
spurningur sum ”Skal
AA seljast ella ikki” kann
vevjast upp í ein so stóran
ideologiskan ellubita. Og
tað ber ikki til, at einasta
haldgóða grund fyri at selja
her og nú, eina og aleina skal
vera tí, at tað er felt niður
í eitt, annars fullkomuliga
irrationelt, samgonguskjal.
Onnur meira rationel atlit
eiga at verða grundarlagið.
Og slík hava tað ikki skorta
á seinastu dagarnar.
AA er tjóðarflogfelag
okkara, Tað er meira enn
einaferð prógva, óansæð um
eitt flogfelag er privat ella
ikki, at tá á stendur, tað verið
seg SAS, Air France, ella
British Airways so kennir
tað almenna slíka ábyrgd
fyri felagnum, at tað trýtur
ikki við milliardum, tá rovini
skulu bjargast.
So argumentið, at landið
skal verða leyst av váganum,
tað er at eiga eitt flogfelag,
dugir heldur ikki. Landið fer
inn, so ella so, tá á stendur.
Og tað ger seg fyri sovítt
eisini galdandi fyri øll hini
privatiseringsprojektini hjá
FL. Hugsi um hvør skal betala
tá fyritøkurnar, tað verið seg
privatiseraðir bankar, flaka
virkir, telefonvirkir etc.
byrja at rilla.
Hvør einaferð enn skal
gjalda, tá tað privata aftur fer
fallit, mugu vit skattgjaldarar
ikki gloyma. Ikki eingang
Føroya Banka sluppu vit und
an at gjalda fyri, sjálvt um
ein kapitalsterkur útlendskur
eigari, Den Danske Bank
stóð við aktiumajoritetinum
tá kreppan var uppá tað ring
asta.
So lat bara tað almenna
eiga fyritøkurnar. Lat
vinningsbýtini renna inn í
landskassan, tá tað gongur
gott. Brúka pengarnar til
skattalætta, lestrarstuðul,
koyr teir í vinnugrunnar
ella granskingargrunnar ella
landsbankan alt eftir hvørji
politisk stevnumið verða
sett. Og tá tað gongur illa, so
skulu fyritøkurnar bjargast.
Rokningin endar sama
stað, óansæð hvør eigur, hev
ur søgan lært okkum.
Eg giti, at tað sum fyri
kemur paradoksalt hjá tí før
oyska sofa-liberalistinum
er tann sannroynd, at fyri
sovítt hevur føroyskt vinnu
lív ongantíð koyrt so gott
sum nú, har FL via grunnar
og partafeløg hevur hildið
leyst um endan á teimum
týðningarmestu
vinnu
tólunum.
Á einhvønn hátt hevur hes
in mátin at skipa føroyskt
vinnulív syrgt fyri, at fyritøk
urnar verða riknar sum veru
ligar fyritøkur, samstundis
sum ein hevur kensluna av
at fakfólk eru komin inn á
teir ráðandi postarnar, og
at starvsfólk í hesum fyri
tøkum yvirhøvur hava havt
ein ótrúligan vilja til at fáa
tingini at ganga.
At FL stendur aftanfyri,
og leysliga ávirkar nevndir
og stjórnir soleiðis, at sam
felagið saman við vinnu
fyritøkunum kann ganga upp
í eina hægri eind, er kanska
slett ikki so galið?
Konstruktiónin sær út
til at fáa tað besta fram í
arbeiðandi føroyinginum,
soleiðis at hann framleiðir
av tí allarmesta, uttan kanska
at gera sær far um, hvussu
nógv hann fær burturúr í
krónum og oyrum, tí tað er
also hansara “egna” fyritøka
hann stendur í.
Hesin felagsandin er ikki
at forsmáa sum kappingar
parametur, serliga ikki í eini
fyritøku sum AA, har pionér-
andin framvegis sær út til
at trívast. Hvar hann fer, tá
eitthvørt útlendskt ”strateg
iskt íløgufelag” tekur yvir, er
ikki ringt at ímynda sær.
At Bjarni Djurholm
gremur seg um at vera í
eini tvístøðu, tá hann bæði
skal geva loyvi til onnur
feløg at flúgva, samstundist
sum hann skal hugsa um
áhugamálini hjá FL í AA ,
má tíverri eisini vísast aftur,
tí fyri tað fyrsta himprast
hann ikki, tá loyvi skulu
gevast øðrum flogfeløgum
á føroyarutuni. Og fyri tað
næsta: Nær hava hann og
partamenn hansara hugsa
um at verja ogn Føroya Folks
yvirhøvur? Lat okkum bara
taka fiskiloyvini, hvussu
ólukkan er tað komið hartil, at
landið hevur mist tamarhald,
ræðis- og ognarrætt á hesum
loyvum, sjálvt um tað svart
uppá hvítt stendur skriva í
lógini at hetta er ogn Føroya
Fólks?
Og nú skal so AA á sama
tilvildarliga hátt ”forerast”
til ein ella annan, av Bjarna
Djurholm serliga útvaldan
keypara, sum veit líka nógv
og meir um flogferðslu
enn liðið hjá AA?. Ein til
vildarligur ráðgevi, tað kann
fyri mín part líka so væl vera
Jón Kristiansson, skal koma
inn og siga hvar tann heilagi
gralurin er grivin? Álvaratos,
eru vit ikki komnir longur
enn hetta í føroyskum topp-
politikki? At taka ein ella
annan brúktan Pontius-klút
upp av gólvinum at tváa
sær í, tá storar avgerðir
skulu takast? Nei, hinir
rodnu, hetta kann als ikki
goðtakast!
Annars situr hann sjálvur,
eftir áheitan frá AA, og royn
ir at fáa flúgviavtaluna við
ES ígjøgnum, soleiðis at AA
kann sleppa út at kappast í
Europa. Prísurin er at onn
ur sleppa inn á Føroya rut
una tá tey vilja, so hvar er
trupulleikin?
Tá er eingin andsøgn og
hann hevur tá bert ein hatt.
Tá skal hann bert hugsa um
at fáa AA at koyra optimalt.
Tá kann hann fara inn um
nøkur ár, um politiskur
vilji er til tess, og hækka
partapeningin í AA, lat okk
um til stuttleikar siga við
somu upphædd, sum suður
oyarleiðin, uttan tær stóru
politisku kvalurnar, hevur
fingið seinastu árini (uml.
500 mió.), har landið syrgir
fyri at hava meirilutan, og
restin av virðisbrøvunum
verða seldar Føroya Fólki
yvir virðisbræva-marknaðin
hjá Sigurdi. Tí tá er vøllurin
kanska longdur, tørvur verð
ur á øðrum flúgvarum (tvs.
møguligur tørvur á kapitali),
og kanska eru aðrir aktørar
(kappingin) eisini aftur á
veg inn á føroyarutuna. At
íløgan uppá sikt hevði givið
gott avkast, ivist eg onga
løtu í. Tí tey hjá AA kunnu
sítt kramm!( Felagið hevur
skaffa sær 4 flogfør afturat
uttan nakra hjálp frá FL.)
Og tá kann landstýris
maðurin í vinnumálum
annars royna seg sum ”ak
tivan eigaraskara” okkara
alra vegna. Tí hetta er høv
uðsferðsluæðrin hjá okkum
út í heim vit tosa um!
Bjarni Djurholm sigur at
tað vil vera betri fyri AA at
fáa kapital inn nú, soleiðis at
felagið kann vaksa skjótari.
Veksur AA ikki nóg
skjótt sum er?
Bjarni Djurholm sigur sam
starv við onnur flogfeløg
verður møguligt um okkurt
annað flogfelag keypir AA.
Sum er, arbeiðir AA saman
við fleiri útlendskum flog
feløgum, har samstarvið
gongur uppá einhvørja avtalu
flogfelag og flogfelag í mill
um. Tann nýggja eigaran
sleppur AA ikki sjálvt at
velja, tvs. møguleikin fyri
at samstarvið ikki riggar, er
rættiliga stórur.
Privatisering betýðir at
onkur annar enn vit, ”tað
føroyska fólkið” skal eiga
felagið. Samanumtikið hevur
eingin av forsprákarum fyri
søluni av AA klára at sann
ført meg um at tað verður
betur fyri føroyska fólki,
tíansheldur AA, at onkur
annar enn vit skulu eiga
okkara flogfelag! Sum
faktiskt koyrir ólukksáliga
gott? Sjálvt um FL eigur
partapeningin og tað tí pr.
liberalistiska definitión ikki
kann koyra yvirhøvur?
Nei, lat bara standa til sum
er. Tí tað fáast ikki bíligari
ferðaseðlar og betri tænasta
á Føroyarutuni tá nýggju
partaeigararnir, við nýggjum
og øðrum stevnumiðjum,
fara at optimera driftina í
mun til avkast. Tí alt annað
líka, fara teir at koyra prís
in so langt upp sum teir
kunna, meðan teir skerja
upp á útreiðslurnar, soleiðis
at vinningsbýti verður opti
malt. Soleiðis eiga teir at
gera.
Sannlíkt er, at við einum
útlendskum eigara, sum
hevur flogfelag í forvegin,
verður høvuðsstøðin hjá
AA marginalisera, nú
ella um 7 ár, tað kann fyri
sovítt gera tað sama. Tvs. at
tænastustøðið fellur niður á
sama støðið sum í 1988.
Og aftaná eina tíð við
sama tænastustøði sum í
tíðini áðrenn Atlantsflog,
kunnu vit aftur fara í holt
við at byggja eitt føroyskt
flogfelag uppaftur. Við somu
grundgeving sum fyrstu
ferð… Tað hevur tikið 18
ár at menna AA, og tað fer
óivað at taka 18 ár at menna
AA2.
Tað sum í roynd og veru
hendir hesar dagar, er at FL
setur framtíðina hjá einum
felagið, sum annars, við
núverandi umstøðum, sær út
til at hava eina ljósa framtíð,
uppá spæl.
Grundgevingarnar fyri
at selja, og privatiseringstil
gongdin yvirhøvur (søla av
66%?) eru í hesum føri sera
illa undirbygdar, og tykjast
meir at byggja uppá fordómar
og ideologiskar hugmyndir,
heldur enn skilagóðan lands-
og vinnupolitikk.
So hugsi tykkum um, og
lat vera við at skeita eftir
korthúsinum fyri vestan. Tað
kann vera at hátturin sum vit
føroyingar hava innrætta okk
ara hús er akkurát passaligur
til okkara tørv!
Atlantsflog