mikudagur 23. november 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 23. november 2005
11
Svenning av Lofti
Í samband við viðgerðina
av lógaruppskotinum við
víkjandi samkyndum, ið
varð viðgjørt í løgtingin
um fríggjadagin, var sárt
at hoyra teir báðar upp
skotsstillararnar, Finnur
Helmsdal og Anitu á Fríð
riksmørk sáa iva um trúvirði
Bíbliunnar. Sagt varð t.d.
at Bíblian mótsegði sær
sjálvari í mangastaðni. Ja,
mangt verður í neyðini
nýtt tá ið grundgevingar
tróta og ein sær tap í hendi
– eisini ómansligt leysakast
sum hetta. álopið á trúvirði
Bíbliunnar. Hetta avdúkar
hvør veruligi andin er aftan
fyri hetta uppskotið.
Hetta er fyrstu ferð eg
nakrantíð havi hoyrt bein
leiðis álop á Guds orð, Bíbli
una, á tingsins røðarapalli,
ta bók, sum allarflestu før
oyingar virða og æra og líta
á í lívi og deyða.
Hetta álop á Bíbliuna
kom av, at gudsóttandi og
djarvir tingmenn peikaðu
á at Bíblian greitt talaði
ímóti samkyndum samlívi,
og at teir vildu virka fyri,
at uppskotið ikki varð sam
tykt.
Tøkk til tykkum løgtings
limir, ið stríddust manniliga
móti hesum uppskoti hendan
fríggjadagin.
Haldið á í stríðnum!
Johan Carl Dam
Vit frætta frá landsfundinum
hjá Javnaðarflokkinum, at
løgmaður sigur stættarstríðið
at vera fiktivt og endaliga
avgreitt. Neyvan eru øll
samd við løgmanni í hesum,
og undirritaði veit í hvussu
er, at stættarmunurin er ikki
horvin, nei, hann er bara
vaksandi.
Hygg bara eftir, hvussu
myndugleikarnir blíva við
við at geva teimum ríku og
taka frá teimum fátæku. Í
so máta mugu vit siga, at
løgmaðurin roynist sum
ein øvugtur Robin Hood.
Skattalættin er eitt dømi,
har bara tey vælbjargaðu
fáa burturúr. Síðan er alt
tað, sum nú verður flutt út
til kommunur at umsita.
Tað ger, at vit skulu gjalda
fyri hesar tænastur gjøgnum
kommunuskattin ístaðin
fyri gjøgnum landsskattin.
Kommunuskatturin er, upp
á seg, nógv dýrari fyri tey,
sum tjena í minna lagi. Tí
er tað, at flyta tænastur út á
kommunurnar, lutvís dýrari
fyri arbeiðaralønina enn
stjóralønina.
Annars dýrka allar vørur
og ikki bara oljan. Og hava
lægru lønirnar tí meira enn
ilt við at gjalda dagligar
rokningar. Tá vit so umframt
mest sum dagliga fáa skriv
frá tryggingini um, at allir
tryggingarprísir eru farnir til
himmals. Eitt nú kostar tað
næstan 1800 krónur árliga at
tryggja eitt prutl, umframt
skal sami tryggingartakari
gjalda 3.000 krónur í sjálvs
ábyrgd. Tvs at ein skaði
á prutlið skal fara upp
um 5.000 krónur, áðrenn
tryggingartakarin fær nakað
afturgoldið. Biltryggingin
dýrkar somuleiðis, húsatrygg
ingin eisini. Eg haldi tað
vera ótrúligt, at tryggingin
skal sleppa at eyðræna fólk
soleiðis. Men kanska skulu
markleysu íløgur teirra fíggj
ast av okkum eisini. Og fyri
at tað ikki skal vera lygn,
so kemur landsstýrið eisini
við einari fúlari eykarokning
upp á vegskatt.
Nú verður so nógv rópt
upp um, at vit skulu vera
nøgd allíkavæl, tí gjaldið til
samhaldsfasta er sett upp við
einum kvartum prosenti. Tað
er sjálvsagt at fegnast um, at
okkara pensionistar fáa nøk
ur oyru afturat. Ja, kanska
eru eini pensionistahjún í
fleiri førum betri stillað enn
hjún, við lágum inntøkum.
Samhaldsfasti er í fínasta
lagi, men hann hjálpir ikki
teimum lægru løntu á nakran
hátt í teirra dagliga stríði.
Samhaldsfasti hjálpir ikki
eitt vet upp á keypiorkuna
hjá einum lágløntum.
Kanska er einki stríð
millum stættir longur, men
stættamunurin er øgiligur og
vaksandi. Kemur ikki vend
í og tað skjótt, so kann væl
verða at vit fáa eitt stætta
stríð, sum vit ongan tíð hava
upplivað áður.
Lummarnir hjá teimum
lægri løntu eru fyri langari tíð
síðan tómir, bankarnir vilja
bara hjálpa, har tað loysir
seg, og tá myndugleikarnir
ikki tykjast hava hugflog
til at fara eftir øðrum enn
lægstu lønunum, ja, so kann
alt bara enda í ruðuleika.
Hetta verður okkum av
sonnum ein dýr og vanlukku
lig 0-loysn. Tað eru ikki
nógvar rokningar, ein kann
gjalda við 0 krónum.
VIÐMERKINGAR
Er stættastríðið av
Vanvirðing av Bíbliuni í løgtinginum
Jón Ellendersen
telduvitan.com
Vit hava lagt nógva orku
og nógvan kapital í at fáa
heimasíðu okkara, Teldu
vitan.com at koyra sum ta
fyrstu og størstu føroysku
heimasíðuna um og úr teldu
heiminum. Men okkara
størsti fíggindi hevur verið
Føroya Tele og tað alt ov
vánaliga DSL-netið.
Hóast FT reklamerar við,
at DSL-sambandið skal eit
ast at koyra við 2Mbit, so
uppliva vit so at siga hvønn
einasta dag, at sambandið
ikki koyrir við meiri enn
0,25Mbit og hetta hevur
við sær, at vit støðugt verða
stongdir úti frá servaranum.
Men hetta er ikki alt! Sam
stundis missa vit hópin av
tilfari, tí servarin læsir uttan
ávaring mitt í eini process
og orsøkin: Vánaliga sam
bandið!
Vit hava vent okkum til
ein av teimum kanska fræg
astu serfrøðingunum í Norð
anlondum, stjórin á Com
puterSweden, sum er ein
partur av IDG og hansara
svar er ógvuliga greitt:
- Koyra tit við kopari, so ber
yvirhøvur ikki til at “levera
vøruna” tí koparið megnar
ikki at rúma allari ferðsluni.
Kopar er avoldað!
Hetta hava vit tíanverri
sannað, og tískil noyðast vit
at fara ígjøgnum eina størri
umlegging av heimasíðuni
so hon kann koyra, hóast vit
bert hava einar tveir tímar
um samdøgrið, har vit kunnu
dagføra síðuna.
Telduvitan hevur mált
ferðina í fleiri vikur, so doku
mentatiónin er í lagi. Men
Føroya Tele hevur higartil
ikki viljað tikið ábyrgd av
hesum.
Hetta er ein stór skomm
og hon gerst ikki minni av,
at vit gjalda fyri 100% av
tí, vit bert síggja 25-40%
av, nevniliga ferðini á breið
bandinum.
Tað tykist okkum løgið, at
ein almennur stovnur kann
sleppa at snýta kundarnar fyri
so stórar peningaupphæddir,
sum talan er um her. Men
sum er fáa vit ikki gjørt ann
að enn at umleggja heima
síðuna so hon kann koyra
við eini dagligari dagføring,
sum er innanfyri teir max 2
tímarnar. Nær teir eru, er
altíð óvist og tað er heldur
ikki vist, at vit yvirhøvur fáa
so frægt av ferð, at tað letur
seg gera.
Umberingarnar frá Føroya
Tele eru mangar, men so at
siga allar byggja á, at tað er
útgerðin hjá okkum, tað er
galið við. Løgið tá vit hugsa,
at øll útgerðin er frá Føroya
Tele.
Elendigt, Føroya Tele
Áheitan á landsstýrið
og løgtingið
- at hækka fyritíðarpensiónirnar í Føroyum
Viðvíkjandi løgtingsmálið nr. 13/2005: Uppskot til sam
tykar um broyting í løgtingslóg um almannapensiónir
o.a.
Í løgtingsmáli 13/2005 verður uppskot sett fram, har
mælt verður til at taka av lægstu fyritíðarpensión - hetta
soleiðis at tey, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensión,
fara at fáa játtað tað, sum í dag samsvarar við miðal
fyritíðarpensión.
Upphæddirnar, ið verða veittar fólki við skerdum
arbeiðsførleika og avlamnum, ið fáa lægstu fyritíðar
pensiónir, eru alt ov lágar. Gift fáa 5.069 kr. um mánaðin
ella í alt 60.828 kr. um árið, og støk fáa 6.363 kr. um
mánaðin ella í alt 76.356 kr. um árið.
Feløgini gera við hesum vart við, at tað er alneyðugt
- uttan meira drál - at hækka lægstu fyritíðarpensión,
soleiðis at henda pensión í minsta lagi kemur upp á tað,
sum svarar til miðal fyritíðarpensión, har gift, anno
2005 fáa 90.228 kr. - og støk fáa 104.724 kr. í árligari
pensión.
Feløgini fara við hesum somuleiðis at gera vart við,
at avlamnis- ell fyritíðar pensión er ein samsýning fyri
mist arbeiðsevni, og fara vit tí við hesum at heita á
landsstýrið og løgtingið um at veita giftum og støkum
somu grundupphædd, soleiðis sum gjørt verður í lond
unum uttan um okkum.
Føroya Arbeiðarafelag
Almanna- og heilsurøktarafelagið
Føroya Pedagogfelag
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Havnar Arbeiðsmannafelag
Ergoterapeutfelagið
Føroya Psykiatrifelag
Magistarafelag Føroya
Fysioterapeutfelag Føroya
Fakfelag Sjómansskúlalærara í Føroyum
Føroya Musikklærarafelag
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Starvsmannafelagið
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Fiskimannafelag Føroya
S&K - felagið
Bioanalytikarafelagið
Økonomafelag Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya
Føroya Handverkarafelag
Felagið Maskinmeistaralærara
Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara
Føroya Lærarafelag
Postverk Føroya
Maskinmeistarafelagið
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið