mikudagur 23. november 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 225 - 23. november 2005
Handlar
Snorri Brend
Havn: Fríggjadagin læt
Farodane Casa upp í nýggja
bygninginum hjá Thomas
Dam á Hálsi. Við hesum
er nú øll møbladeildin hjá
Farodane flutt úr Brekkutúni
oman á Háls.
Í hesum sambandi var stór
móttøka hildin, har almenn
ingurin hevði høvið at síggja
stóra úrvalið av møblum
bæði til heim, skrivstovu og
onnur støð.
Nýggi
møblahandilin
er í tveimum hæddum, og
tilsamans er talan um góðar
500 fermetrar við øllum
møguligum bæði til privat
og vinnulív.
Tað er Heini Weihe, ið skal
reka Farodane Casa. Hann
átti sjálvur fyritøkuna Ergo
Design, sum 1. februar í ár
legði saman við Farodane.
Í niðaru hæddini er fram
sýning av innbúgvi til
privat, meðan tað í erva
fyrst og fremst er talan um
skrivstovuinnbúgv.
Fýra fólk fara at starvast
í nýggja handlinum, og har
afturat verða fýra montørar
knýttir at virkseminum hjá
Farodane Casa.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Móttøka fyri nýggjum handli
Nógv fólk forvitnaðust og komu við góðynskjum, tá Farodane Casa hevði móttøku