mikudagur 23. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 23. november 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Seinasta vikuskifti vóru
oman fyri 300 miðvingar
í øllum aldri á bygdalegu í
Nesvík.
Frammanundan var gjørt
eitt stórt arbeiði við at fyri
reika leguna. Og tað var ikki
frítt, at her var nógv ymiskt
á skránni, bæði til gaman og
álvara.
Byrjað varð fríggjakvøldið
við hugnaløtu, har m.a. ein
dokumentarfilmur úr Mið
vági varð vístur. Á skránni
var eisini sangur við Sámali
Ravnsfjall og Eivind á
Presttrøðni, og seinni um
kvøldið skipaðu tey ungu
fyri lovsongsløtu við sangi,
drama og vitnisburðum.
Leygarmorgunin vitjaði
familjan Brend á leguni og
greiddi frá missiónsarbeiði
í afrikanska landinum Mali,
og síðani var farið undir
Miðvágsmeistarakappingina
í sjavsi, borðfótbólti og inn
andura rógving.
Seinnapartin leygardagin
kundu tey tilkomnu lurta
eftir hugleiðingum hjá Jógv
ani Fríðriksson, meðan
børnini vóru til hugnaløtu
saman við Kristian Martini
Petersen.
Seinni var hundaframsýn
ing á skránni, har Absalon
Hansen vitjaði. Í samband
við hetta var eisini ein brots
sparkskapping, har hundurin
stóð í málinum.
Um kvøldið var kvøld
seta við Jón Thomasen,
har tónleikur, spurnarkapp
ing, burturluting, dokumen
tarfilmur og frásøgn frá ferð
í Ukraine vóru á skránni.
Eftir hetta var ungdómsløta
á skránni við livandi gospel
tónleiki og øðrum, eins og
pizza og annað spennandi
var á skránni.
Sunnudagin var gudstæn
asta hildin í leguhúsinum,
har sóknarpresturin í Vág
um, Davidf Johannesen
prædikaði. Seinasta punkt
á skránni var enn ein Mið
vágsfilmur, har Dia Poulsen
greiddi frá.
Seinni um dagin var pakk
að saman og hvør fór aftur
vestur til Miðvágs.
300 miðvingar
á legu
Hóast nógv var á skránni so var eisini góð tíð til eitt hugnaligt prát
Á leguni var eisini Miðvágsmeistarakappingin í talvi
Í kjallaranum stóðu tríggjar
rógvimaskinur. Her skuldi
Miðvágsmeistarin í rógving
finnast
Børnini høvdu sjáldan stundir at keða seg