Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 225 - 23. november 2005 Dagurin í morgin 24. november. Chrysogonos, deyður umleið ár 300. Halgisøgurnar siga, at hann var kristin einbúgvi, sum varð tikin av døgum meðan Diocletianus var keisari. Leygardagin 26. november fyllir Ása Olsen í Havn 50 ár. Ása er best kend sum for­mað­urin í Heilsu­hjálp­ ara­felag Føroya, har hon  er leiðari fyri umleið 500 heilsu­ hjálparum.  Ása, ið er ættað úr Øravík, arbeiddi í nógv ár sum bókhaldari fyri ymsar fyritøkur í suðri og í Havn. Eisini hevur hon arbeitt eitt skifti innan flakavinnuna á Tvøroyri, somuleiðis hev­ur hon roynt seg sum vik­arur í skúlanum í Hovi. Annars hevur hon eisini ar­beitt í handli, og verið heima­hjálp. Síðan 1996 hevur hon verið formaður í heilsuhjálparafelag Føroya. Undir hennara leiðslu er felagið rættuliga nógv ment frá tí at heimahjálpirnar vóru ófaklærdar til nú tær hava fingið sín egna fak-identitet við at vera uppskúlaðar til heilsuhjálparar. Hesa út­ búgv­ing hava nógvar heima­ hjálparar havt møgu­leika til at nema sær við tað, at tær hava kunna fingið løn undir uppskúling. Eisini eitt stórt átak í tíðini hjá Ásu er, at allir limirnir hava fingið eftirløn umframt nógvar batar í ar­ beiðs­viðurskiftunum. Ása er sera arbeiðssom, og hon møtir altíð væl fyrireikað til fundir o.a. Foreldrini hjá Ásu vóru: Óli Olsen (f.1928) uppvaksin í Froðba og Sonja Olsen, f. Bech, fødd á Tvøroyri í 1929, men upp­vaksin í Vestmanna. Sonja doyði á ungum árum í 1974, 45 ára gomul, og Óli doyði í 1990, 62 ára gamal. Børnini vóru 9 í tali, og var Ása, einasta systirin og nummar 5 í røðini. Ása eigur fýra eldri og fýra yngri brøður. Børnini hjá Ásu eru: tvíburarnir Sonni og Tumm­ a­s Djurhuus 31 ár, Elin Sjó­stein 28 ár og Christian Djur­huus 25 ár. Harumframt eigur hon ommubørnini: Sól­rún, Rebekka, Ása Elisa­­beth, Esther Maria og Benjamin. Ása var í nógv ár virkin í leiðsluni í Sjálvs­ stýrisflokkinum, har hon bæði var forkvinna í flokk­ inum í Suðurstreymoy og í landsnevndini hjá Sjálv­stýris­ flokk­in­um. Føðingardagin, tann 26. november, verður opið hús á Berjabrekku 193 frá kl. 12-16 har øll eru hjartaliga vælkomin. 22. november 2005 fylti Renate Simonsen í Hoyvík 70 ár. Renate, ið er ættað úr Sveits, hevur búð í Føroyum síðan 1966. Tá vit høvdu samrøðu við Renate í august segði hon, at fyrstu 18 árini í Føroyum atbeiddi hon á Ferðamannastovuni. Í 1984 stovnaðu hon og maðurin, Sigurd Simonsen, ferðaskrivstovuna Faroe Swiss Travel Centre, og í 1988 var hon við til at stovna Faroe Travel, har Renate fram­vegis starvast. Tøkk Øllum tykkum sum á ymiskan hátt vístu samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, omma, langomma og olduromma Anna Elisabeth Justinussen vanliga nevnd Betta við Stein doyði og varð jarðað, senda vit okkara hjartans tøkk. Ein serstøk tøkk til Ellis- og røktarheimið í Runavík ið vóru so væl um hana. Hjartans tøkk til tykkum ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Brynhild, Dagny og Birgerð Julian Jespersen, Tvør­oyri, andaðist á Suð­uroyar Sjúkrahúsi mána­dagin, 79 ára gamal. Farið verður úr kapellinum hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 13 úr Tvøroyrar kirkju. Sungið veðrur úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Julian, kunnu lata Sambýlinum á Tvøroyri eina gávu. Konto í Føroya Banka. Sjúrður Jóhann- Hendrikson Poulsen, ættaður úr Skopun, bú­sitandi í Reykjavík í Íslandi andaðist sunnu­ dagin 20. november, 59 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Gravavogskirkju í Reykjavík mánadagin klokk­an 13. Andlát og jarðarferðir NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Ása Olsen 50 Renate Simonsen 70 ár Ítróttar­tíð­ind­a­ mað­urin Suni Merkistein skrivar í løtuni søguna hjá hondbóltsfelagnum Kyndli, sum hevur fimti ár á baki næsta ár. Ætlandi kemur bókin út 18. mai 2006 Tíðindaskriv Skal eitt gott heildarúrslit spyrjast burturúr, er neyðugt at fáa til vega áhugaverdar myndir at prýða bókina við. Tí leitar felagið eft­ir myndum frá hond­bólts­ dystum á bygd og í bý, kanska serliga frá 1960 og 1970 árunum. Aðrar myndir, frá útferðum, vitjanum og ymiskum, ið hevur mynd­ að felagslívið, eru eisini vælkomnar. Nýggjari myndir hava eisini áhuga. Til ber at venda sær til Høgna Vilhelmsen á telefon 274344 Bók, fløga og veitsla Hondbóltsfelagið Kyndil er stovnað 10. mars 1956 og hevur felagið á fleiri økjum gjørt vart við seg hesi 50 árini. Nevndin hevur tí gjørt av, at søga felagsins skal gev­ ast út í stórsligna bók, sum Suni Merkistein skrivar. Av tí at hagtøl felagsins eru so neyv, verður bókin uttan iva ein varði í føroyskari hond­ bóltssøgu til gagns fyri fleiri feløg. Men bókaútgáva er bert eitt tiltak. Felagið letur eis­ini gera eina fløgu við hond­bóltssangum. Har­ aftur­at verður skipað fyri steypakappingum, og sjálvur stovn­ingardagurin verður hátíða­rhildin við stórari veitslu 11. mars 2006. Kyndil sóknast eftir hondbóltsmyndum Eitt av teimum mongu FM-heitunum í fremstu røð er komið í hús. Myndin er tikin í høllini á Hálsi á vári 1974. Aftara rað f.v.: Heðin Mikkelsen, Finnur Helmsdal, Anfinn Rubek Nielsen, Jóan Pætur Midjord og Niels Nattestad. Fremra rað f.v.: Sverri Jacobsen, Áki Davidsen, Jakku Heinesen, Jørleif Kúrberg, Hendrik Rubeksen og Hilmar Joensen