Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 23. november 2005 15 Fríggjadagin 11. nov­ emb­er var móttøka á Geogra­fisk Institut í Keyp­manna­havn í sambandi við at havnarmaðurin Rolf Guttesen, lektor, fór frá við eftirløn tann 1. september 2005 Móttøka Myndir: Símun J. Hansen Eftir at hava starvast á Geografisk Institutt síðan 1971, og sum lektor síðan 1974, er Rolf Guttesen nú farin frá við eftirløn. Í hesum sambandi var móttøka á stovn­inum fríggjadagin 11. september, har eini 60-70 fólk komin saman. Hóast Rolf er farin frá í sínum starvi, hevur hann fram­vegis nakrar tímar sum eksternur lektor á instituttinum, har hann hevur varð­veitt eitt arbeiðspláss. Rolf er føddur í 1943 í Keypmannahavn. For­eldr­ ini vóru: Hedvig og Poul Guttesen. Familjan flutti til Havnar í 1946, har pápin fekk starv sum býarverkfrødingur. Rolf er uppvaksin úti í Horna­bø, hann gekk í gamla kommunuskúlanum (nú bý­ráðið), seinni í realskúla og studentaskúla. Hann tók studentsprógv í 1962. Sama ár fór hann til Dan­ markar at lesa nátt­úru­­søgu og geografi. Hann arbeiddi fleiri ár sum geologassistentur í Føroyum saman við Andre­ as Højgaard, Jóannes Ras­m­­ussen og Jóhannes Joh­an­sen. Hann skrivaði speci­­ali um fólkaflytingar í Føroyum. Í 1969 varð hann liðugur at lesa, og hann tók pædagogikum á Gammel Helle­rup Gymnasium sama ár. Hann var vikarur á Niels Steenssens Gymnasium 1970. Frá 1971 arbeiddi hann sum amanuensis í Kultur­ geo­grafi á Geogtrafisk Institut á Københavns Uni­ versitet og frá 1974 sum lek­tor. Áhugaøkir hansara hava verið íbúgvafrøði (demo­grafi), útjaðaraøkir og bygdamenning, Føroyar og fiskarí, vísindateori og filosofi. Seinastu árini tó mest um søguliga geografi í Føroyum, har hann á Skjala­ savninum í Havn hevur funn­ ið fjøll av áhugaverdum til­ fari, sum enn eingin hevur viðgjørt og skrivað um. Rolf hevur skrivað hópin av vísindaligum greinum í faktíðarritum, eitt nú danska Danish Journal of Geography. Best kent man vera ta prýði­ liga »Topografisk Atlas Færø­­erne«, sum eisini kom í eingilskari útgávu. Hann var við at gera filmin »Kornvelting í Gásadali« saman við Jóan Paula Joensen og Sofus Christiansen (báðir professorar. Hann hevur verið vístur í Sjónvarpinum fleiri ferðir, og sum annars verður brúktur til undirvísing. Rolf hevur eisini skrivað meginpartin av kapitlinum um Føroyar í bókini »Dan­ mark«, sum danska uttan­ ríkisministeriið brúkar sum presentatión av land­inum. Hon er komin bæði á eing­ ilsk­un, týskum, fronsk­um og spo­nskum. Størsta heiður heldur hann tó vera, at Marita Petersen, løgmaður, í 1993, tá kreppan var uppá tað versta í Før­oy­ um, bað hann fara uppí Endur­reisingarnevndina, sam­an við Martin Gaard, revi­sor, og Eyðun av Rógvu, sparikassastjóra. Við Óla Samró sum skrivara løgdu teir álit fram um kreppustøðuna, og hvat ið var at gera. Flestu framskrivingarnar í hesum áliti vístu seg at vera á góð­ari leið, og flestøll upp­ skot vórðu realiseraði av politikarunum. ­Seinni árini hevur Rolf skrivað hópin av greinum í Sosialinum, bæði polemiskar greinar um politikk, har hann var ógvuliga kritiskur móti fullveldislandsstýrinum., men eisini greinar um sam­ felagslig viðurskifti og bæði føroyskan og internationalan búskap. Fleiri føroysk lesandi hava havt Rolf sum undirvísara og vegleiðara á universitetinum, og hann hevur tíðiliga verið brúktur sum censor á øðrum stovnum við sínum serkunnleika í føroyskum og norðatlantiskum viður­ skiftum. Rolf er giftur við Annu, fødd Dal-Christiansen, úr Havn, sum er stjóri á Frederiksberg Hospital. Saman hava tey synirnar Jón og Janus, sum búgva í Keypmannahavn. Eisini hevur Rolf sonin Bjarka av fyrru giftu, og hann býr á Lanzarote, men fær ofta vitjan av pápanum. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Rolf Guttesen farin frá við eftirløn Kai Lemberg, cand. polit. Kai arbeiddi hjá Ríkisumboðnum í Føroyum fyrst í 50-unum. Hóast hann er langt uppi í 80-unum, er hann framvegis virkin og var í Føroyum og vitjaði saman við øðrum í fjør Rolf Guttesen og konan, Anna, sum eisini er úr Havn. Hon er sjúkrapleygustjóri á Frederiksberg Hospital Sofus Christiansen, v.m. fyrrverandi professari. Hann hevur ofta verið í Føroyum og var t.d. við til at gera filmin »Kornvelting í Gásadali« Willy Dal-Christiansen, svágur Rolf, sum eisini býr í Keyp­manna­ havn Petur Andrew Petersen, fyrrverandi føroyskur prestur í Keypmannahavn